TAÐ er hugaligt fyri ikki at siga ein sonn frøði at síggja, hvussu hegnisliga og professionelt okkara ferðavinnufólk hava innrættað seg í stóru høllini á Hálsi. Tit hava rós uppiborið. Fyri tann vitjandi osar her av sjálvsvissu, nøgdsemi og einum ærligum vilja til at røkka úrslitum. Føroysku luttakararnir hava gjørt eitt stórt arbeiði til tess at vísa teimum útlendsku keyparunum Føroyar fram sum eitt framtíðar ferðamannaland. Tað er eisini rætta høvið at leggja frá landi, nú vit fara inn í eina nýggja øld. At marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland er eitt bæði spennandi og krevjandi arbeiði. Ikki minst okkara geografiska plasering er ein forðing í sær sjálvum, men samtíðis er hon eisini ein fongur, ja ein gáva fyri ferðavinnufólkini. Tí nettupp okkara serstøða sum lítil mentað tjóð úti í Atlantshavi við eini sjáldsama vakrari og stórligari náttúru gevur ferðavinnufólki okkara eitt so kærkomið amboð at arbeiða við.
MEN einki hendir av sær sjálvum. Tað krevur slit og strev og stríð at byggja eina vælvirkandi ferðavinnu upp í einum oyggjalandi sum Føroyum. Tað krevur nógv av øllum, tí øll lið skulu virka. Gjørd eru mistøk, men uttan mistøk verður ov lítið gjørt. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at tær almennu Føroyar av álvara sóu týdningin í at seta pengar og orku av til at leggja ein haldgóðan og tryggan botn undir eini veruligari ferðavinnu. Eini vinnu, sum við tíðini skal skapa arbeiðspláss og geva búskapi enn eitt bein at standa á.
TAÐ eyðkennir oftani okkum føroyingar, at vit eru so ósamdir. Onkur vil kalla tað øvundsjúka. Vit eru individualistar, og tí er kanska ikki altíð so lætt at samansjóva tingini til felags gagn. Heldur enn at dyrka ósemjuna og ymiskleikan, latið okkum heldur síggja tað positiva í hesum, at vit eiga so nógvar individualistar. Uppgávan hjá eitt nú Ferðaráðnum, Kunningarstovunum oø. er nettupp at sjóva saman entusiasmu og dugnaskap hjá mongu einstaklinginum til at fremja ta felags søk, sum ein veruliga ferðavinna er. Víst eru nógvir manglar og víst restar enn nógv í, at vit oyggjabúgvar kunnu liva upp til tað, sum ein verulig ferðavinna krevur. Men vit eru væl á veg, og tað er stóra Travel Mart tiltakið eitt prógv um. Latið okkum eisini læra av mistøkum aðrir hava gjørt og latið okkum læra av okkara íslendsku grannum, sum vita, hvat professionalisma er. Vit ynskja øllum vitjandi á Travel Mart vælkomnum og vóna, at hetta tiltak fer at eggja føroyskum ferðavinnufólki at halda fram við tí stevnu, sum varð sett fyri mongum árum síðani, nevniliga henni at byggja upp eina professionella og fyri Føroyar umhvørvisvinarliga ferðavinnu. Verið hjartaliga vælkomin til Føroya øll somul. Ynski okkara er, at fleiri ferðafólk koma henda vegin.Tó alt við máta. Eina hópturismu ynskir væl eingin, og tí verður framtíðar ferðavinnupolitikkurin eisini at hava hetta fyri eygað. Livst so spyrst.