- Hendan sangin skrivaði eg stutt eftir Tsunami-vanlukkuna og so var Bush eisini akkurát afturvaldur til forseta, so stemningurin millum fólk var eitt sindur dapur. Nakað soleiðis presenteraði Teitur sangin Louis, Louis á G! ´06. Sangurin er ein kvøða til Louis Armstrong og biðir hann Armstrong koma aftur og syngja fyri heiminum, tí heimurin hevur brúk fyri honum Louis Armstrong sang sangin What a Wonderful World.
Men leygarkvøldið á G! var tað Teitur, sum sang fyri fólkinum. Og eftir øllum at døma hava vit brúk fyri tí vit gjalda jú fyri atgongumerkið.
Teitur verður ofta settur í samband við Sing and Songwriter-sjangruna, har tónlistafólkið gjarna er ein, sum ger egin løg, syngur og spælir tey, oftast á gittar. At fella í eina sjangru slepst ikki undan, hugtakið stílur er yvir øllum listarligum úttrykkum. Eisini skal ein tílíkur sing and Songwriter hava eitthvørt uppá hjarta, sum fólk kunnu kenna seg aftur í har skal vera eitt ávíst samskifti millum áhoyraran og sangin. Hetta tóktist ein at merkja undir konsertini, har bæði yngri og eldri á enskum sungu við Teiti og hansara monnum.
Fiólleikarin, Andreas Birk, passaði sera væl inn í fleiri av løgunum hjá Teiti. Av fremstu røð var hesin serliga væl móttikin av kvinnuligu áhoyrarunum. Til lætta og leikandi lagið My Baby hóskaði fiólin sera væl til og kryddaði lagið.
Flestu løgini á skránni hjá Teiti á G! vóru av tí seinastu útgávuni Stay under the Stars.
Eitt lag snýr seg um ein innbrotstjóv, sum er í ferð við at gera sín gerning; eitt um ein tumlara og so er tað Louis Louis, sum er ein perla av eini útseting. Fleiri av løgunum hjá Teiti hava ein klassikara-dám yvir sær, ið ber boð um langa livitíð hetta síðst nevnda er avgjørt tað mest framúrskarandi. Av seinastu útgávuni er lagið um tjóvin Thief about to break in og eisini Hitchhiker eitt tílíkt klassiskt lag.
Sama skráin
Hóast allar hesar perlurnar og eina stak hugnaligu tónleikaløtu, so saknaði eg fleiri óvæntaði innsløg t.d. aðrar sangir, sum ikki eru á hansara útgávum. Hetta kann kanska tykjast vera órímiligt at krevja, tí Teitur hevur jú ikki framført í Føroyum eftir, at hansara seinasta fløga kom út. Men, tá ið ein hevur verið á nøkrum konsertum hjá Teiti, so líkjast hesar nógv, um ein hugsar um val av sangum og útsetingum av sangum. Teir somu sangirnir ganga aftur á tónleikaskránni og útsetingarnar víkja í sera lítlan mun frá teimum á fløguútgávuni.
Men tilfarið, sum maðurin hevur at bjóða føroyingum er framúr gott og hevur sent Teit á eina spennandi tónleikaferð út í heim. Og, tað er gleðiligt, at Teitur velur at steðga á G! og vónandi hoyra vit hann syngja okkum ein sang á næsta G!.
----
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$"Every living being is a dancer
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ Úr sanginum Louis, Louis