Alt ov fá tilboð til ung!

? Tey ungu, sum eg eri verkstaðsleiðari hjá, brenna veruliga fyri tónleikinum, men tey hava alt ov fáar møguleikar at mennast, sigur Eivør Pállsdóttir

Ung í Føroyum
Orð: Eydna Skaale

? Eg haldi, at listastevnan fyri ung er eitt ógvuliga gott tiltak, men tað er allíkavæl avmarkað, hvussu nógv nýtt tey kunnu læra eftir bert hálvum øðrum degi ? óansæð hvussu intenst tú arbeiðir við teimum. Meiningin við hesi stevnuni er tí meira at geva teimum ungu nýggjan íblástur, so tey kunnu koma eitt fet víðari við listini, enn at hava vanliga undirvísing, greiðir Eivør frá.
Støðið er høgt
Tey ungu eru opin og djørv og vilja fegin royna nakað nýtt. Tey súgva til sín av góðum ráðum og samstundis eru tey sjálvi full í nýggjum hugskotum. Tey samstarva væl og eru sanniliga ikki bangin fyri at greiða hinum luttakarunum frá egnum royndum.
? Tað fyrsta vit gjørdu, var at seta okkum niður og tosa um, hvat tey vildu og væntaðu av Ung 2004. Meiningarnar vóru eitt sindur ymiskar, so tey valdu at býta seg í tveir bólkar og arbeiða við tveimum projektum.
Annar bólkurin ger rocktónleik, meðan hin arbeiðir meira við fólka-poptónleiki. Saman við Eivør løgdu tey so eina arbeiðsætlan fyri dagarnar. Har er nógv nýtt á skránni, millum annað smíða tey egin løg.
? Tey eru veruliga góðir tónleikarar og støðið er høgt, sigur Eivør.
Eg mennist eisini
Fyrstu ferð listastevnan fyri ung var, var í 2001 og tá var Eivør sjálv ein av luttakarunum.
»Eg havi altíð elskað alt, sum hevur við list og serliga tónleik at gera. Eg helt, at listastevnan var ein góður møguleiki at læra okkurt nýtt og fáa íblástur«, sigur hon.
Tá var hon tilmeldað sjónleikaraverkstaðin, og sjálvt um sjónleikur ikki er tað hon er kend fyri, so man hon hava fingið okkurt burturúr, tá hon nú, 3 ár seinni, hevur valt at traðka til sum leiðari av einum verkstaði.
Hóast hennara leiklutur hesuferð er at syrgja fyri, at stevnuluttakararnir fáa sum mest burturúr, sigur hon seg eisini hava fingið væl burturúr tímunum í verkstaðnum sjálv.
? Eg fái eisini nógvan nýggjan íblástur av teirra nógvu hugskotum. Og at læra frá sær er sera mennandi í sær sjálvum, sigur sangfuglurin úr Gøtu.
Vantandi tilboð
Men hvat leggur ein verkstaðsleiðari seg eftir at vísa teimum ungu, tá hetta nú ikki er vanlig undirvísing?
? Eg royni at birta teimum hugin at halda fram sjálv, eftir at stevnan er lokin. Men tað er torført hjá teimum at mennast, tí tilboðini til teirra eru alt ov fá. Tað átti at verið nógv fleiri tilboð til tey ungu. Fleiri møguleikar eru at gera hetta ynski til veruleika, eitt nú kundi skeiðundirvísing verið eitt tilboð. Tað kann væl lata seg gera. Tað ræður um at fáa tað besta fram í teimum nú, meðan tey eru ung. Undirtøkan og hugurin hjá teimum er í øllum førum til staðar, staðfestir Eivør Pállsdóttir at enda.