Sá í Degi og Viku, at tey samkyntu høvdu stovnað felag. Ælabogin var navnið á hesum felag og fyribils vóru tólv limir. Eg og konan frøddust um hesa gongd, at tey samkyntu savnaðust í felag fyri at vinna sær rættindi og virðing. Hetta er eitt týdningarmikið stig, og fyri føroyingar er hetta eitt neyðugt stig.
Føroyar eru eitt land, sum ikki virðir tey samkyntu sum borgarar; teirra rættindi verða skerd á fleiri økjum. Eitt nú er serlóg fyri hinkynt, har tilskilað verður, at maður og kona kunnu ganga saman hjúnarlag. Hesin rættur, at liva skrásett saman við sínum maka, er ikki ein møguleiki fyri samkynt.
Fyri stuttum savnaðu fólk inn undirskriftir ímóti, at samkynt sluppu at ganga saman í skrásett parlag. Ímyndi tykkum, at samkynt savnaðu undirskriftir ímóti hjúnabandi millum konu og mann. Er tað nakar av tykkum sum heldur, at handlar høvdu latið tann listan ligið frammi?
Vit hava seinastu árini hoyrt politikarar og sjálvt læknar, sum hava samanlíknað samkynt við pedofil. Hvat er hetta fyri nakað? Samkynt eru vaksin fólk, sum elska fólk av sama kyni sum tey sjálvi, pedofil eru sjúk fólk, sum misbrúka óskyldug børn. Her er talan um ólógligan atburð, og ein og hvør, sum samanber hesar bólkar átti at verið koyrdur í geglið.
Tað grefligasta dømið var, tá ein samgonga slitnaði, tí at ein flokkur ikki vildi góðtaka, at tað var ólógligt at forfylgja og happa samkynt.
Ælabogin er eitt framstig; arbeiðararnir høvdu eingi rættindi, áðrenn teir savnaðu seg í verkamannafeløg. Saman stendur ein sterkari, og klárar Ælabogin at savna tey samkyntu, so verða tey nóg sterk til at vinna sær verulig mannarættindi.
Eftir Dag og Viku sat eg við einari undarligari kenslu, tólv limir er ikki nógvir. Í Føroyum eru næstan 50.000 íbúgvar, taka vit útisetar við, man talan verða um minst 60.000 føroyingar. Rokna vit við, at Føroyar eru eitt vanligt land, so er minst tíggjundi hvør íbúgvi samkyntur, altso minst 5.000 samkyntir føroyingar, og fyribils vóru tólv limir í Ælaboganum. Eg vænti ikki, at øll fara at gerast limir, men tólv er eitt lágt tal.
Eg fór at hugsa, hvussu nógv samkynt kenni eg? Jú, eg kenni tvey, og veit um eini trý-fýra onnur. Hetta er eitt lágt tal, tá hugsað verður um, at eg kenni fleiri hundrað fólk og veit um nøkur túsund - altso kenni eg ivaleyst minst 20 fólk, sum liva í lygn um sín kynsliga samleika. Hetta er ræðandi, og vísir, hvussu týdningarmikil Ælabogin er. Hetta er møguleikin hjá eini 5.000 føroyingum at fáa eitt virðiligt og nøktandi lív.
Eg vóni, at møguligt verður hjá okkum hinkyntu at gerast stuðulslimir, soleiðis at vit eisini kunnu stuðla stríðnum hjá teimum samkyntu.