Tríggjar dagar á rað

Kemur HB víðari í Champions League, skal Tórsvøllur leggja gras til dystir tríggjar dagar á rað. Og tað kann geva trupulleikar, ásannar Poul Michelsen

Tórsvøllur

Tað tykist vera veruligur vandi fyri, at ólavsøkufinalan í ár verður órógvað. Tann vandin hevur sum so verið til staðar, síðani UEFA háttaði sínar spælidagar soleiðis, at UEFA-Cup dystir verða leiktir um ólavsøkumundið, men higartil hevur samanfall ikki verið millum finaluluttakarar og steypafinalistar.
Tað verður tað so heldur ikki í ár, nú GÍ, ÍF, B68 og B71 eru eftirverandi liðini í steypakappingini. Harafturímóti er spurningurin, um Tórsvøllur verður til reiðar at taka ímóti trýstinum, sum verður um ólavsøkuna.
Ólavsøkuaftan eigur B36 nevnliga heimadyst móti íslendska ÍBV. Sjálvandi er møguleiki hjá B36 at biðja um at skifta um heima- og útidyst, men bæði fíggjar- og ítróttarligu útlitini við at spæla ein slíkan dyst á tjóðarhátíð okkara eru helst ov góð til, at ein umbýting kann koma upp á tal. Og tað er heldur einki at ivast í, at havnarmenninir treyðugt vilja fara inn á Toftir at spæla ein slíkan dyst.
Tað merkir, at talan undir øllum umstøðum verður um dyst tveir dagar á rað, og støðan kann enntá gerast enn spentari. Megnar HB at vinna seg víðari móti litaviska Kaunas, so bíðar ein dystur móti Liverpool, og hesin skal so spælast mikudagin 27. juli.

Vil hava tríggjar dystir
- Eg vóni í øllum førum, at talan verður um tríggjar dystir, sigur Poul Michelsen flennandi, tá vit fingu orðið á hann.
Handan orðini býr millum annað tann veruleiki, at sum íðin HB-viðhaldsmaður ynskir Poul so hjartaliga, at tað skal eydnast HB at spæla seg víðari til stórdystin móti Liverpool. Ein dystur, sum samstundis eisini vildi verið ein góður fongur hjá Tórsvølli sjálvum.
Men hóast hetta, so ásannar formaðurin fyri Tórsvøll sjálvandi eisini, at tað kann geva trupulleikar fyri vøllin, um talan verður um tríggjar dystir í eins nógvar dagar.
- Vit royna sjálvandi at gera okkara besta. Millum annað við at drena vøllin so væl, sum tað nú einaferð ber til. Men her í Føroyum hava vit so eisini nakrar náttúrukreftir, og teimum eru vit altso ikki harrar yvir. Hendir tað, at talan verður um nakrar vátar dagar, so verður vøllurin eisini hareftir. Tað hava vit eisini sæð aðrastaðni, og í so máta eru vit ikki nakað eindømi.
Heldur tú, at tað kann merkja, at onkur dystur - les steypafinalan - má flytast ella útsetast?
- Nei. Tað kann eg ikki ímynda mær kemur upp á tal. Uttanlands hava vit jú sæð, at vallir verða nýttir fleiri dagar á rað. Og tá sæst tað eisini á vøllinum. Stutt sagt, so hevur ein vátur vøllur við sær, at talan kann gerast um runudíki, og tað einasta, sum vit kunnu gera, er at fyrireika okkum sum best, sigur Poul Michelsen at enda.