finna eina skipan sum førir við sær, at eisini hesi fólkini rinda til føroyska samfelagið. Samstundis er semja um, at tað má gerast varliga, tí tað má ikki henda, at hesi fólk verða stygt av landinum, tí [...] hinvegin av teirri sannføring, at vit skulu heldur laga okkara skattaskipanin til, so at hon verður kappingarfør við skipanirnar í okkara grannalondum. - Sum støðan er nú, rinda vit so nógvan skatt av vanligari [...] tað er ikki annað enn natúrligt, at føroyingar, sum arbeiða uttanlands, eisini flyta skattskylduna av landinum, tí so hava teir meiri eftir. Janus Rein sigur, at hansara leysligu samanteljingar vísa, at
medisinskum viðgerðum av nýrasjúkum, fyrst við framkomnari viðgerð av klumpfóti, fyrst við framkomnari ortupediskari viðgerð av hondum og akslum, bert fyri at nevna nøkur dømi. Fleiri av nevndu frambrotum [...] frá Landssjúkrahúsinum prógva at so er. Lítið er, sum bendir á, at vit fáa eina bíligari og betri skipan við einum stórum sjúkrahúsi. Tølini og royndirnar benda heldur á tað øvugta. Jú størri eindin er [...] m at virka ikki verður skert í hesum samgonguskeiðnum. Ger hann ikki tað kann hann koma í rasshaft av eftirburðinum hjá undanmanninum, sum burturav arbeiddi við sentralistiskum ætlanum á sjúkrahúsøkinum
føra til eina burðardygga fiskivinnu, sum fer at geva meira av sær. Men vit krevja eisini av einum komandi landsstýri eina umfordeiling av skattatrýstinum, so inntøkuskatturin minkar – og [...] eldri fólki – og fólki, sum enn ikki eru komin á arbeiðsmarknaðin, so verður tann negativa avleiðingin so nógv størri, um fólkatalið samstundis minkar. Í kreppuni í nítárunum vórðu fleiri [...] føroyingar kroystir í útlegd. Hetta fer eisini at merkja fólkavøksturin í framtíðini, tí nú eru nógv av teimum burtur, sum skuldu verið foreldur her í Føroyum. Tí er tað stóra avbjóðingin hjá komandi
Nýggj áhugaverd álitiskanning av 16 stovnum og myndugleikum er gjørd av Fróðskaparsetrinum - ein kanning um fólksligan hugburð til myndugleikar, vísindi og serfrøði í breiðum týdningi. Eisini snýr kanningin [...] hesum myndugleikum. Tað er merkisvert, at hetta eru myndugleikar, ið framvegis ikki eru yvirtiknir av heimastýrinum. Kanska er tað júst tí, at hesir kunnu halda seg uttanfyri partapolitiskum og lokalum [...] vald á ting og í landsins stýri, skapa so lítið álit millum manna. Politikkur er sjálvandi eyðkendur av kegli og ósemjum. Føroyskur politikkur er serliga klandursligur, og heldur enn at royna at spjaða ein
torført at fáa meiriluta fyri at játta nóg mikið av pengum til at byggja eina sterka public service-skipan, segði landsstýriskvinnan og legði afturat, at ein av orsøkunum er, at tað er framvegis stutt millum [...] við ábyrgd av millum annað fjølmiðlaøkinum nam Helena Dam á Neystabø serliga við støðuna hjá teimum føroysku fjølmiðlunum við støði í, hvat føroyskir politikarar og fjølmiðlar kunnu læra av øðrum. Helena [...] at øll vit, sum eiga lut í ella hava ábyrgd av føroyska fjølmiðlaheiminum, sita í saksinum, segði Helena Dam á Neystabø. Hon legði afturat, at orsakað av tí drúgva flokspolitiska tilknýtinum hava teir
Millum tey meira absurdu fyribrigdini í okkara politisku skipan, er ein nevnd, kallað landsstýrismálanevndin. Trý fólk eru í nevndini. Andstøðan eigur eitt, og samgongan tvey. Tey bæði umboðini fyri samgonguna [...] flestu politikarum, so er tað loyalitetur móti egnum flokki. Eitt dømi um hetta er málið um kanningina av "lásagøluni". Loyaliteturin móti Jóannesi Eidesgaard tykist hava havt størri týdning, enn ynskið um [...] fram eina grova, men falska ákæru móti øðrum manni. Slíkt er í sjálvum sær sera álvarsom misnýtsla av løgmansembætinum. Loyaliteturin avgerandi Álvarsamari er tað sjálvsagt, um Eidesgaard í hesum sama
dómarum eftir dyst. Og í eini skipan, har dómarar hava sum meginreglu, at teir ikki gera viðmerkingar fyrstu 48 tímarnar eftir dyst, kann hetta elva til eina einsporaða viðgerð av fótbóltsdøming. Eini viðgerð [...] feløgini fanst at viðgerðini, sum dómarar fleiri ferðir hava fingið í skrivandi miðlunum. Og hóast nakað av roki stóðst um hetta, so heldur Niklas sjálvur, at hetta hevði sína ávirkan. Hetta so at viðgerðin [...] Her hugsi eg um, at teir í dag fáa eina mikrofon og upptøkutól beint í høvdið, so skjótt dysturin er av. Og tá er sinnið ofta heitt. - Men fyri tað eigur hetta ikki at verða góðtikið. Tí hetta tænir ongan
sindur av einum u-landi. Nú hava føroyingar so fingið sína egnu fólkakirkju, við eini skipan, sum í høvuðsheitunum líkist teirri donsku. So er bara at vóna, at føroyska kirkjan eisini tekur við læru av tí [...] var, tí at lívsvandi stóðst av at prædika kristindómin. Hetta er kortini ongin fyrimynd fyri dagin í dag, har tað – í hvussu so er í Føroyum – nærmast stendst lívsvandi av ikki at taka undir við kristna [...] num, og hvørja guðfrøðiliga støðu valevnini hava í heilatikið ella í samband við ávís mál. Tá eitt av valevnunum so hevur vunnið valið, verður tað góðtikið, og lívið í biskupsdøminum heldur fram. Í einum
MIÐFLOKKATINGMAÐURIN Jenis av Rana vil hava formannin í javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard frá sum formann í Uttanlandsnevndini. Hann leggur Eidesgaard undir ikki at hava gjørt sítt arbeiði nóg væl [...] skrivandi løtu tykist alt hetta eitt sindur ørkymlandi, tí vanliga fatanin hevur verið tann, at júst Jenis av Rana hevur tikið undir við fullveldinum. Hvat fyrigongur handa leiktjøldini í Tinganesi kundi verið [...] ítøkiligu royndini? Vit spyrja bara. TAÐ var ein skilagóð hending og gott fyri demokratiið, tá ein av stóru andstøðuflokkunum herfyri fekk formansstarvið í Uttanlandsnevndini. Nettup í eini tíð, har v
við gradum úr fleiri londum í hvørjum einasta armi av okkara almenna apparati. Hetta vil stimbra fakligt kjak og vil forða fyri einstáttaðari tulking av gongdini og meira týdningarmikið vil hetta forða fyri [...] javnsett við eina Masters úr Keypmannahavn ella Roskilde. Eingin verður verri fyri av javnsetan, og tað er umráðandi at tyssið av ungdómi, ið skal taka við í hesum landinum, uppá sikt verður so fjølbroytt sum [...] vansarnar, ið globaliseringin hevur við sær, men tað nyttar ikki nógv, um vit halda fram við at hava eina skipan, ið favoriserar danskar útbúgvingar og danskar umsitingarmannagongdir. Hetta merkir, at vit skulu