Framtíðin og pensjónin.

Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur

Spurningurin um pensjónirnar í framtíðini eigur at verða viðgjørdur bæði væl og virðiliga, og hóast arbeiðsbólkar hava verið settir, og spurningurin av og á hevur verið havdur á lofti, so er ongin greið støða enn.

Semja var í sitandi samgongu at styrkja arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin í sambandi við broyttu skattalógina, og væl var tað! Eftir liggja tó aðrir spurningar at loysa, har vit fullkomiliga eru eftirbátar, tá vit sammeta okkum við okkara grannalond.. At adoptera aðrar loysnir uttan fyrilit, eiga vit sjálvandi ikki, men tað er ein fyrimunur fyrst at síggja og hoyra, hvørjar royndir onnur hava gjørt. Eisini skal sigast, at t.d. heitini "eftirløn" og "pensjón" hava ikki sama týdning, tá talan er um donsk viðurskifti.

Fólkapenjónin.
Tá fólk (eisini politikarar) tosa um "eldrabyrðuna", so er tað eitt mannminkandi ummæli, ið tey eldru í dag ikki hava uppiborið. Hvør annar enn júst tey hava lagt lunnar undir samfelagið í dag, og eru tað ikki júst tey, sum hava verið við til at fíggja tær útbúgvingar, ið "tey lærdu" í dag hava fingið?

Óneyðugt skuldi verið hjá mær sum sambandsfólk harumframt at mint á, hvør annar hevur verið við til at goldið, men lat tað liggja hesuferð!

Tá talan er um fólkapensjónina, so er veruleikin tann, at færri og færri verða at gjalda fyri fleiri og fleiri pensjonistar, tí meðallivitíðin hækkar, og tað er ongin nýggjheit, men hvat gera vit so?

Hetta er ein avbjóðing til okkum politikarar!

Fólkapensjónsskipanin verður eisini kallað ein óskrivaður sáttmáli millum ættarliðini, og hesin sáttmáli inniber, at tú sum vinnuvirkin rindar skatt til m.a.fólkapensjón til ættarliðið frammanundan tær í tí trúgv, at næsta ættarlið rindar skatt til tína fólkapensjón. Men nú er so nógv broytt, so ivi er, um hesin sonevndi sáttmáli kann haldast.

Aldursmarkið?
Eftir míni hugsan skulu vit burtur frá tí hugsan, at tú er gamal, tá tú er 67.
Lógin um fólkapensjón sigur, at tú hoyrir til pensjonistabólkin, tá tú er 67 ár.
Vanligur praksis er, at tá skal tú burtur av almenna arbeiðsmarknaðinum. Er tað so rættvíst? Tann sum er 60 í dag er (um heilsan loyvir tí sjálvandi) líka væl fyri sum ein, ið var 50 fyri 20-30 árum síðan.

Fleiri av teim, ið gerast 67, kenna seg vorðnan eina byrðu fyri samfelagið móti sínum egna vilja, og betri gerst tað ikki, tá politikarar minna tey á tað!

At vit fingu fólkapensjónsskipanina var eitt stórt frambrot fyri vælferðina, og tað fegnast vit um, tí nógv eru tey, sum eru troytt og gleða seg til fólkapensjónina, sum tey hava arbeitt fyri og uppiborið at fáa, meðan tað í dag eisini eru nógv, sum hugsa júst hitt øvugta, og vildu fegin sloppið at hildið fram eina tíð enn.

Hesa avbjóðing eiga vit sum politikarar at taka í álvara, við t.d. at virka fyri einum fleksiblum pensjónsaldri í framtíðini, har tey ið vilja tað, og tey ið ikki orka, skulu varðveita verandi skipan, meðan onnur kunnu sleppa at halda fram á arbeiðsmarknaðinum nøkur ár aftrat.