At nápa eitt nápað hjáland

Nú amerikanska stjórnin aftur nálgast uppi í Grønlandi, eru føroysk sambandsfólk farin undir eina lítla ræðukampanju. Endamálið er eyðsæð at knýta okkum tættari at Danmark. Eftir teirra tykki er tað tað einasta rætta í hesum tíðum. Alt annað er tann reini ørskapur. Og ørast av øllum er sjálvandi loysingin.

 

Annars nýtist ongum at ivast í okkara stuðli til Grønland og tað grønlendska fólkið. Men at stuðla Grønlandi av heilum hjarta merkir ikki, at vit skulu stuðla Danmark í at varðveita fastatakið í Grønlandi. Tvørturímóti.

 

Sambandsvongurin, hinvegin, tekur jú hjartaliga undir við, at Danmark skal varðveita evsta valdið í Grønlandi og í Føroyum, og at Danmark harvið skal varðveita støðuna sum stórveldi í norðuratlantshavi. Ein fantastisk støða fyri Danmark, men bara Danmark.

 

So spurningurin er, hvørjum sambandsvongurin í Føroyum í veruleikanum stuðlar. Kanska vita tey ikki sjálvi. Men helst er tað fyrst og fremst Danmark og síðani kanska Grønlandi.

 

Men hvussu trygg er tilveran í grundini í verandi ríkisrættarligu støðu, har Føroyar og Grønland av altjóða samfelagnum, stórt sæð, verða sædd sum donsk hjálond?

 

At Donald Trump í heila tikið setir kikaran á Grønland kemst av tí sannroynd, at Grønland ikki er eitt sjálvstøðugt land, men eitt hjáland, sum Danmark av órøttum hevur skeytið til, sum bæði Trump og varaforseti hansara hava róð framundir.

 

Og Trump tykist hugsa, at tá skeytið til Grønland eftir øllum at døma fær frið at liggja í Keypmannahavn og rætti eigarin, tað grønlendska fólkið, ikki fær upp í lag at koma eftir tí, so kann skeytið tað sama liggja í Washington.

 

Var Grønland hinvegin eitt sjálvstøðugt land og var skeytið staðsett í Grønlandi, hjá tí grønlendska fólkinum, og tinglýst í ST, so var støðan straks ein onnur. Tí suverenir statir skulu, sambært ST sáttmála, virða suverenitetin hjá øðrum statum.

 

Tað gera teir tíverri ikki altíð, men tá er tað brot á ST sáttmála, og tað hevur vanliga stórar avleiðingar. Men at nápa eitt nápað hjáland frá einum suverenum stati, kann kanska fara undir radaran.

 

Okkara støða er júst tann sama sum støðan hjá Grønlandi. Okkara skeytið liggur eisini í Keypmannahavn. Og líta vit aftur til fólkatkvøðuna í 1946, tá Føroya fólk atkvøddi skeytið heim, og tað ger fyrisitingin hjá Trump uttan iva, so liggur okkara skeytið eisini í Keypmannahavn av órøttum. So um vit ikki sjálvi fáa upp í lag at fara eftir tí, so er ikki óhugsandi, at onkur annar fer.

 

Tað er ikki lætt at vera tann minsti í skúlagarðinum. Men tað nyttar lítið hjá tí minsta at leita sær verju úr triðja flokki, tá teir stóru dreingirnir koma. Og eins vónleyst er tað at dúva uppá verju frá Danmark. Tað er gykl, og vit kunnu tað sama keypa okkum hvør sítt kúlufís.

 

Tað, sum veruliga hevði styrkt støðuna hjá bæði Grønlandi, Føroyum og Danmark hevði verið, um vit skjótast gjørligt høvdu fráboðað ST, at Grønland og Føroyar eru vorðin sjálvstøðug lond. Og at vit í somu syftu hava stovnað sjálvbodnan og frælsan felagsskap millum trý sjálvstøðug lond. Har nýtist lítið annað at broytast frá verandi støðu.

 

Tað hevði latið allar tær dyr upp, ið vit dagliga, til fánýtis, banka uppá. Og eg ivist onga løtu í, at vit í tilgongdini, um vit standa saman, uttan stórvegis hóvasták, kunnu tryggja okkum framhaldandi verju frá NATO og pláss við borðið; eins og vit kenna tað frá Íslandi.

 

Tað hevði veruliga styrkt støðuna hjá øllum trimum londum og økt trygdina. 

 

Tí tað er munandi verri at nápa eitt sjálvstøðugt land enn at nápa eitt nápað hjáland.

 

 

 

Erling Eidesgaard