Koyrilíkindini: Jarðrok og hálka

Kavi og nakað av vindi ávirka framvegis koyrilíkindini kring landið.

 

Landsverk segði í kvøld soleiðis um koyrilíkindini:

 

  • Høgareyn - kl. 20:34 Roknast kann við hálku
  • Vatnsoyrar - kl. 20:35 Roknast kann við hálku
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 20:30 Roknast kann við hálku
  • Sund - kl. 20:35 Roknast kann við hálku

 

Og lagt varð afturat:

 

GEV GÆTUR: 

Tað er hált í støðum um alt landið. Tað er jarðrok á Vestmannavegnum. Tað er ikki koyrandi á Syðradalsvegnum á Streymoynni.