Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
?????????
Í farnu viku var orðaskifti í Fólkatinginum um eitt uppskot frá Norðuratlantsbólkinum har mælt var til at kanna, hvørjar fíggjarligar og politiskar avleiðingar tað fær fyri Føroyar og Grønland, um Danmark góðkennir nýggja ES-stjórnarskipanarsáttmálan.
At viðurskifti sum hava við ES at gera verða kannað, kann eingin hava nakað ímóti. Sambandsflokkurin royndi fleiri ferðir í farna valskeiði at fáa hesi viðurskifti lýst, men tað var sum at tosa fyri deyvum oyrum. Millum annað atkvøddi Tjóðveldisflokkurin hvørja ferð ímóti, at hesi viðurskifti vórðu lýst. Nú sær tó út til, at fólk eru vaknað sum við kaldan dreym.
Kanning er gjørd
Fyri einum ári síðani bað Norðuratlantsbólkurin forsætisráðharran seta í verk eina óhefta kanning av avleiðingun-um, sum ES-stjórnarskipanarsáttmálin kundi fáa fyri viðurskiftini millum Danmark, Føroyar og Grønland. Henda kanningin bleiv gjørd, og varð almannakunngjørd í mars. Hon tekur bara støðu til tann løgfrøðisliga partin av málinum, og vísir millum annað, at stjórnarskipanarsáttmálin verður ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland, og at hann fær ongan løgfrøðisligan týdning fyri londini. Men nú vil Norðuratlantsbólkurin hava fólkatingið at taka stig til eina aðra kanning um hvørjar politiskar og búskaparligar avleiðingar hesin sáttmálin, sum ikki er galdandi fyri Føroyar og Grønland, kortini fær fyri londini.
Hetta tykist løgið, tí Tjóðveldisflokkurin hevur fyrr verið hart ímóti, at danir definera fyri okkum, hvussu vit politiskt skulu skilja løgfrøðina, men her vendir alt øvugt.
Vilja hava rumbul
Sjálvsagt vil Norðuratlantsbólkurin hava spurningin um eina kanning at vera eitt fólkatingsmál, tí teirra einasta endamál við hesum er at skapa rumbul. Líkamikið hvat eitt kanningarúrslit av hesum slagnum hevði víst, so hevði Norðuratlantsbólkurin aftaná sagt, at úrslitið var ikki nøktandi. Og júst tí vilja teir hava danir og ikki føroyingar ella grønlendingar at gera kanningina. Tað eru danir, sum skulu vera lýstir sum ein forðing, og tað at Fólkatingið noktar at taka stig til at gera kanningina, kann eisini brúkast til sama endamál. - At siga, at ríkisfelagsskapurin er ein forðing.
Vit mugu sjálvi
taka stigið
Vert er at leggja til merkis, at Føroyar og Grønland hava ikki somu støðu yvirfyri ES. Føroyar verða roknaðar sum eitt triðja-land, meðan Grønland hevur eina sokallaða OLT-skipan (oversøisk land og territorium). Tað er ikki til at skilja, hví Fólkatingið skal samtykkja at gera eina politiska kanning fyri Føroyar og Grønland. Lat okkum sjálvi gera og gjalda fyri okkara kanningar, so kann Grønland gera og gjalda fyri sínar, um teir meta, at tað er rætt fyri teir. Hinvegin so kunnu vit ikki síggja burtur frá, at vit eiga skjótt heimsmet í uppritum og kanningum sum eru gjørd fyri skattgjaldarans pening, men sum í alt ov langa tíð hava ligið til onga nyttu í skuffum og samla støv.
Latið okkum brúka okkara demokratiska rætt á Løgtingi, og um so er at ein meiriluti har vil gjalda fyri at fáa kanningar gjørdar, lat okkum so gera tað og gjalda fyri tað sjálvi.
Samstarv er vegurin fram !