Frægari arbeiðsumhvørvi

Arbeiðsumhvørvisráðið hevur havt lógina, sum galdandi er í Grønlandi um arbeiðsumhvørvi, sum grundarlag fyri nýggja lógaruppskotinum um arbeiðsumhvørvislóg

ÓLAVUR Í BEITI


Finnbogi Arge hevur lagt uppskot fram um arbeiðsumhvørvislóg, og sigur hann enda-máli við uppskotinum verða, at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóði við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum. Eisini skal lógin skapa grundarlag fyri, at virkini sjálvi kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar eftir vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum.

Í viðmerkingunum verður upplýst, at landsstýrið heitti í 1988 á Arbeiðsumhvørvisráðið um at koma við uppskoti til nýggja lóg um arbeiðsumhvørvi. Síðan vórðu hildnir 12 fundir, og hevur Arbeiðsumhvørvisráðið á fundi 12. desember 1990 gjørt endaligt tilmæli um nýggja arbeiðsumhvørvislóg, aftaná at uppskotið hevði verið til umrøðu hjá øllum vinnufeløgum, stovnum og kommunum. Henda lóg skal avloysa lóg um arbeiðaravernd, sum kom í gildi 1. januar 1975.


Grønlendska

lógin fyrimynd

? Í 1988 álegði landsstýrismaðurin Arbeiðsumhvørvisráðnum at gera eitt fullfíggjað uppskot til eina tíðarhóskandi arbeiðsumhvørvislóg fyri Føroyar. Hetta varð gjørt, og uppskotið varð sent kommunum, stovnum og øllum vinnufeløgum (bæði arbeiðsgevara- og løntakarafeløgum) til ummælis. Ráðið hevur havt lógina, sum galdandi er í Grønlandi um arbeiðsumhvørvi, sum grundarlag fyri hesum lógaruppskoti, sigur Finnbogi Arge í viðmerkingunum.

Og um orsøkina til, at henda lóg er nýtt sum fyrimynd fyri føroyska lógaruppskotinum, sigur landsstýrismaðurin, at ráðið metir umstøðurnar og viðurskiftini annars í Føroyum og Grønlandi vera so lík, at stórir partar av grønlendsku lógini eisini hóskar til okkara viðurskifti.

? Ráðið hevur eisini kannað rættarstøðuna í hinum grannalondum okkara, og hevur orðaskifti verið um ymsar reglur, sum galdandi vóru í hesum londum, og um tær áttu at verið settar í gildi í Føroyum eisini. Høvuðsendamálið hjá ráðnum hevur tó verið at fáa eina lóg, sum er lagað til tey serføroysku viðurskiftini, og hevur ráðið gjørt endaliga uppskot sítt út frá hesum sjónarmiði.


Stórur munur

? Munurin millum hetta lógaruppskot og arbeiðaraverndarlógina er stórur. Arbeiðaraverndarlógin hevur grundarlag í vernd móti vandamiklum maskinum. Í dag fevnir arbeiðsumhvørvi um vælferð, fyribyrging, best møguliga skipan av arbeiði út um vernd móti vandamiklum maskinum.

? Ein annar avgerandi munur er, at við hesum lógaruppskotinum verður allur arbeiðsmarknaðurin - hin almenni og hin privati ? javnsettur. Í praksis vísir tað seg nevniliga so, at tá tað snýr seg um privatar arbeiðsgevarar, ið ikki halda seg til galdandi lógarkrøv, so verða hesir sektaðir við bót ella hefti. Er tað hinvegin ein almennur arbeiðsgevari, ið fremur sama lógarbrot, so gongur hesin fríur, tí eingin heimild er í galdandi lóg at sekta hesar, sigur Finnbogi Arge.


Oljuídnaðurin við

Og nýggja lógin hevur eisini oljuna við, og sigur Finnbogi Arge, at um oljuídnaður verður framtíðin, verður tað eisini neyðugt við einum nútímans lóggávu innan arbeiðsumhvørvisøkið, eins og tað er ein fyrimunur, at lóggávurnar líkjast teimum í grannalondunum.

Landsstýsmaðurin metir ikki, at lógaruppskotið í sjálvum sær hevur eyka fyrisitingarligan kostnað við sær. Heldur ikki verður mett, at uppskotið kemur at hava við sær meirútreiðslur fyri privata arbeiðsmarknaðin.