Villleiðandi grundgevingar ? frá javnaðarmanninum Eyðólvi Dimon

Tá størri dentur verður ladur á partapolitikk enn rættar upplýsingar, verður boðskapurin ofta - í besta falli ? villleiðandi og ósannur.

Tað var ein løgin kensla at sita við, eftir at hava lisið greinina hjá Eyðólvi Dimon - ?Skúlin eitt landsmál? - í Sosialinum seinasta leygardag.
Hesin er ímóti at føroyski fólkaskúlin verður lagdur í kommunalar hendur, tí sigur hann: ?Lond-ini uttan um okkum fóru fyri fleiri árum síðan undir at leggja uppgávur út til kommunurnar. Men har finnast ongi dømi, sum vísa, at tað er ein fyrimunur at leggja skúlarnar út til kommunurnar.?
Nú veit eg ikki hvørjar kanningar hesin hevur gjørt, eg veit heldur ikki hvussu objektivt hann lesur gjørdar kanningar, men øll vita, at ikki so fáir serfrøðingar hava givið dømi um batar við skúlum, sum eru komnir á kommunalar hendur, eftir ávísar niðurgongdir bæði í námsfrøði og sjálvum rakstrinum so leingi ?landið? hevði umsitingarrættin.
Soleiðis, sum viðurskiftini hava verið í Føroyum, her gjaldingarmynstrini hava verið tvey og tríbýtt, verða tað altíð ?grá øki?, har hvørgin partur sigur seg at hava ábyrgd. ? Tað hevur givið bæði landi og kommunum nógv høvuðbrýggj og stovnum stórar trupulleikar. Umráðandi er, at peningur fylgir við, tá kommunur yvirtaka mál at umsita, sum eitt nú skúlaøkið.

Eyðólvur má veruliga vita betur
Tá so hugt verður eftir eini av grundgeving Eyðólvs fyri, at tað er lívshættisligt at leggja skúlan reint í kommunalar hendur, vísir hann til dømi, har hann m.a. sigur: ?Klaksvíkar kommuna er gott dømi.... so keypti Klaksvíkar Kommuna fyrstu teldurnar til skúlarnar undanfarna skúlaár. Aðrastaðni í landinum høvdu fólkaskúlarnir havt teldur og telduundirvísing í 10-15 ár?.
Víðari sigur hann: ?Um næststørsta kommunan í landinum hevur so lítla orku/vilja at røkja skúlan, hvat kann avleiðingin tá ikki gerast í kommununum....?
Hetta er beinleiðis ósatt. Henda grundgeving og ákæra er bæði skeiv og grundleys, og hon er upp aftur meiri politisk enn praktisk, men hon verður eisini givin av eirindaleysum javnaðarmanni, fyri at gera álop á eina fólkafloksstýrda kommunu og núsitandi landsstýrissamongu. ? Tá er endamálið annað enn at geva rættar upplýsingar.

Klaksvíkar skúlar teldufrálæru í meiri enn 20 ár
Meira enn 20 ár eru liðin, síðani Klaksvíkar Skúlar fóru at geva teldufrálæru, og tá vóru teldur keyptar. Eisini hevur verið dagført á hesum øki,. annað er so, at fyri tveimum árum síðani, tá ein nýggj skipan varð gjørd, og landskassin rindaði 50% av íløgukostnaðinum, sum eina kompensatión, hetta sum var avtala millum land og kommunur, keypti Klaksvíkar Kommuna eins og flestu aðrar kommunur eisini nakrar teldur, umframt tær ið Klaksvíkar Skúlar høvdu frammanundan.
Um so er, at Javnaðarflokkurin tekur støðu um skúlaverkið undir tílíkum skeivum og villleiðandi upplýsingum, er einki at siga til, at flokkurin er ímóti allari menning á skúlaøkinum við kommununum sum ábyrgdarøki.
Eg fari tí í hesum viðfangi at takka Ásbirni Lómklett skúlastjóra fyri hansara gevandi, skilagóðu og objektivu rætteiðing til Eyðólv Dimon og Javnaðarflokkin.
Tá skriving er meiri politisk enn praktisk, verða upplýsingar í besta falli villleiðandi og ósannar, og lat tað vera sagt her, at hesin javnaðarmaður áður hevur á sama hátt ?útmerka? seg í politiskari skriving.