Heiðin tala

?At tosa við Sambandsflokkin um at minka blokkin, er beinleiðis heiðin tala?. Nakað soleiðis var ein av viðmerkingunum hjá Jógvani Mørkøre til seinastu veljarakanning.

Hvussu ber tað til, at tú Jógvan Mørkøre, sum samfelagsfrøðingur, og sum óheftur eygleiðari og kennari á landsins hægsta lærustovni, alment kanst geva eina so skeiva og villleiðandi lýsing av Sambandsflokkinum?

Í fyrstani kundi eg ikki fata tíni orð ørvísi enn, at tey vóru ein politisk roynd at seta kílar ímillum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Men eg kann ikki fáa meg til at trúgva, at okkara hægsta undirvísingarskipan er so partapolitiskt virkin, og tískil standa tíni orð enn sum ein stór gáta fyri flest allar føroyingar.


Sambandsflokkurin eigur ikki blokkin

Umrøddi blokkur er ein avleiðing av framdum yvirtøkum uttan gjaldsskyldu. Allir flokkar, uttan Sambandsflokkurin hava framt hesar yvirtøkur, og tískil standa allir flokkar, uttan júst Sambandsflokkurin fadrar at verandi blokki.

Góði Jógvan! Hví vilt tú nú so fegin hava Sambandsflokkin til at ættleiða hetta óskikkiliga barnið, sum verður kallað blokkurin? Vilja fadrarnir ikki longur kennast við sítt egna avkom?

Óskikkiligt ella ikki ? barnið er komið, og tess fadrar hava hjúklað so nógv um sítt óynskta barn, at tað bara er vaksið ár um ár. Hví ikki greiða Føroya fólki frá hesum stóra paradoksi, sum valdar innan loysingarrørsluna?


Hetta vil Sambandsflokkurin

Men hvat ætlar Sambandsflokkurin at gera við tann nógv umrødda blokkin, sum ørkimlar allar loysingarflokkar, og nú eisini skilamannin Jógvan Mørkøre ?

Í nýskipananuppskoti Sambandsfloksins verða Føroyar roknaðar sum partur av einum ríki, ið er samansett at trimum javntstillaðum londum.

Fyri at kunna vera í einum ríkisfelagsskapi, er neyðugt at nøkur málsøki eru felags fyri alt ríkið. Hesi eru:

1. Kongshúsið

2. Grundlógin

3. Gjaldoyrað

4. Uttanríkismál

5. Verjumál

6. Rættarskipanin


Øll onnur málsøki skulu vit hava møguleika til at yvirtaka. Tað skal tó ikki bera til at yvirtaka nakað málsøki, uttan so, at gjaldskylda eisini fylgir við yvirtøkuni. Tann sum skal valda, skal eisini gjalda.

Hvar í hesum greiða boðskapi frá Sambandsflokkinum, sum er borin í hvørt hús í Føroyum, finnur Jógvan Mørkøre nakra forðing fyri at minka um um verandi blokkstuðul ?


Sjálvbjargin í ríkisfelagsskapi

Vit mæla ikki til nakra yvirtøku, fyri at fáa fullveldi (loysing). Nei vit mæla ístaðin til yvirtøkur, sum kunnu gera Føroyar alt meira sjálvbjargnar.

Nær og hvussu langt tíðarskeið ein yvirtøka skal fevna um, avgera vit sjálvi. Vit skulu sjálvi áseta skiftistíðina fyri hvørja yvirtøku sær.

Vit ætla ikki at leypa á bláman, eins og Tjóðveldisflokkurin ætlar. Vit vilja heldur mæla til, at ein nýggj skipan landana millum verður tilevnað í tøttum samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar, so vælferðin og frælsið hjá tí einstaka føroyinginum, bæði her heima og uttanlands, ikki verður sett í vanda.


Hava mælt til at minka blokkin

Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður og undirritaði hava alment tríggjar ferðir mælt samgonguni til at koma í gongd beinan vegin við at minka blokkin. Vit hava víst á møguleikan at yvirtaka til dømis skúlaverkið, men tíverri hevur hetta verið til onga nyttu. Samgongan ? ella rættari Tjóðveldisflokkurin ? vil bert tosa um fulla loysing.


Tórshavn tann 19.04.2000

Trygvi F. Guttesen