Vit hava bara lovað tað, sum vit megna at halda

?Eg eri avbera fegin um, at vit hava fingið álit aftur ímillum Landsstýrið og Lærarafelagið. Tað skuldi forða fyri, at slíkar ósemjur taka seg uppaftur, sigur Høgni Hoydal.

?Tað, sum hevur ein tann størsta týdningin er, at vit hava ikki lovað nakað, sum vit ikki kunnu halda.

Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í undirvísingarmálum er sera fegin um, at tað eydnaðist at fáa semju í lag við Lærarafelagið sunnukvøldið.

Men hann er minst líka fegin um, at hann heldur, at tað hevur eydnast at endurvinna eitt álit ímillum Lærarafelagið og landsstýrið.

Høgni Hoydal sigur, at tað, sum gjørdi, at tað kom glið aftur á samráðingarnar var, at nevndin í Lærarafelagnum kundi vátta, at hon kundi seta sína bindandi undirskrift á ein sáttmála.

Hann sigur, at tann nýggja semjan byggir í høvuðsheitum á semingsuppskotið, sum varð vrakað á páskum, við ymsum broytingum.

?Tað, sum var tað tyngsta málið, var spurningurin um arbeiðstíðina.

? Hetta er eitt mál, sum vit máttu hava semju um nú, tí tað hevur ligið óloyst so leingi.

? Men nú skulu vit seta okkum saman at gera eitt uppskot um arbeiðstíð, sum skal roynast í verki í eini skiftistíð, áðrenn tað verður sett í gildi.

Harumframt eru nakrir niðurskurðir komnir afturat. Høgni Hoydal metir tað eisini at hava sera stóran týdning, at hann hevur tryggjað lærarunum, at nú skal tann nýggja fólkaskúlalógin gjøgnumlýsast, men at onki verður sett í verk fyrrenn semja er fingin um, hvattað kevur.

? Tað haldi eg fekk veruligt glið á samráðingarnar, sigur hann.

Men sostatt hevur Høgni Hoydal eisini fingið viðhald í einum av sínum høvuðskrøvum, nevniliga, at spurningurin um nýggju fólkaskúlalógina skal ikki tengjast uppí sjálvar sáttmálasamraðingarnar.

? Nú er greitt, at tað er fíggjarmálastýrið, sum skal samráðast um lønarviðurskiftini, men at Undirvísingar og Mentamálastýrið skal samráðast um undirvísingarmál og onnur viðurskiftin.

Men sjálvandi kunnu broytingar eisini føra við sær broytingar í lønarviðurskiftunum.


ikki lovað ov nógv

Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum sigur, at tað, sum hevur størstan týdning, er, at hvørki hann, ella Karsten Hansen, hava lovað nakað, sum teir ikki megna at halda.

? Vit hava ikki lovað, at at seta meiri pening av til skúlan, ella at leggja eykajáttanir fyri tingið.

? Vit lova bara tað, sum vit kunnu halda.

? Tað er tað týdningarmesta, um tað skal eydnast at skapa álit aftur ímillum Lærarafelagið og Lansstýrið.

Høgni Hoydal heldur, at tað er av størsta týdningi, at mál verða loyst í sátt og semju, heldur enn við verkføllum.

? Men skal tað eydnast, má álit verða ímillum partarnar. Og skal álit verða ímillum partarnar, so skal samskifti vera.

? Og eg eri avbera fegin um, at vit nú hava fingið hetta samskifti í lag við Lærarafelagið, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at skal tað eydnast at fáa fólkaskúlalógina at virka, at er ta neyðugt at samskifta við tey, sum skulu arbeiða undir lógini.

Hann hevur tí fult álit á, at nevndararbeiðið, sum nú skal gerast, fer at føra til eitt gott úrslit.

Hann heldur ikki, at ósemjan er so stór ímillum partarnar m.a. um arbeiðstíðina.

? Men hetta er ókunnugt fyri lærararnar, tí teir vita ikki, og teir skulu eisini hava tíð at laga seg til eina nýggja skipan, hana, sigur Høgni Hoydal.