venda, hvussu kann trygdin á vegnum bøtast, hvørji tiltøk muna, er ferðslulógin nóg góð og so framvegis. Eftir eina tíð er aftur tøgn. Til aftur ein ferðsluvanlukka tekur okkum á bóli. Eingin einføld loysn [...] og eingi munadygg tiltøk finnast, sum kunnu basa deyðanum á vegunum, tí vit vita, at nærum uttan mun til, hvat gjørt verður vísa hagtølini, at á hvørjum ári lata nøkur lív í ferðsluni. Heri Kragesteen, [...] eisini hava møguleika at útbúgva seg til at undirvísa. Lagt eigur at vera á annan bógv nú og myndugleikarnir eiga at seta ljóskastaran á krøvini til at fáa koyrikort og gera tey øðrvísi. Dreingir og bilar Vit
t til bókbinding varð at síggja á framsýningini. Hetta er 26. ári, at Kvøldskúlin hevur framsýningina, og hon hevur verið á hvørjum ári. Napoleon Nólsoy, skúlastjóri á Kvøldskúlanum sigur, at eini 7000 [...] Á hvørjum ári hevur Kvøldskúlin í Havn eina framsýning. Her fáa næmingarnir møguleika at vísa, hvat teir hava megnað at evna til. Talan er sjálvandi bara um teir flokkar, sum fáast við handaligt arbeiði [...] ð, so hon varð væl vitjað, slær Napoleon fast. Framsýningin var sera umfevnandi, og næstan allur skúlin varð tikin í brúk. Gongin, fimleikahøllin, samkomuhøllin og fleiri skúlastovur vóru karmur um fr
løtu, Hans Jákup, Poul Eide og eg vóru bodnir oman til Karl Clausen á Hotel Hafnia. Prátið kom tá inn á kvøðing og kvæðaløg. Mitt á degi tók seg tá stemningurin óført upp, har hvør av teimum báðum legði [...] sum ert so bersøgin, manst fyrigeva mær, at eg her endurtaki, at tað var at undrast á, at mentamaður sum tú setir slíkt á prent sum, at "íslendski sangskúlin nú skal læra føroyingar at syngja, soleiðis sum [...] hvør við øðrum. Jú, víst kendi H.J. Højgaard til, hvussu teir kvóðu á Toftum í gomlum døgum. At hann skal hava rikið teg sum smádrong á dyr úr sangstovuni, tí tú kvaðst "Tá eg verði stórur", er ilt at skilja
Samskifti Í Sumba hava tey víst, at eisini úti á bygd í Føroyum ber til at fara undir slóðbrótandi virksemi. Skúlin í Sumba er nevniliga fyrsti í skúlin Føroyum farin undir eina spildurnýggja útbúgving [...] Safety System, og byggir á DSC-skipanina. DSC stendur fyri Digital Selective Calling. VHF-DSC vil í stuttum siga at bátar og skip, um tey koma í neyð, bert skulu trýsta á ein knøtt á VHF-tólinum, so sendur [...] Petur Dahl Nolsøe sigur, at tað eru 11 mans úr Vági og úr sumba, sum hava verið á skeiðum. Hann hevur áður undirvíst í VHF bæði á Leiti og í Porkeri. Men nú nýggja skipanin kemur, varð hann spurdur, um hann
vera ein vansi, um skúlin bert hevur ein lærara. Valfakini gerast avmarkað, eins og førleikin hjá læraranum at undirvísa í øllum fakum kann verða skerdur, tí læraraútbúgvingin byggir á linjugreinar, sum [...] bant seg í eitt ávíst áramál at undirvísa á útoyggj, sigur Útoyggjanevndin. Hetta heldur Útoyggjanevndin kundi verið við til at styrkt um framhaldsdeildirnar á útoyggjum. [...] øðrvísi útbúgving av fólkaskúlalærarum, sum kann verða við til at styrkja bygdarskúlan. Flestu fólk á útoyggj eru samd um, at børnini fáa góða undirvísing í bygdarskúlanum, og kanningar hava eisini víst
ikki komin longur enn á tekniborðið. Enn er ikki greitt, hvussu nógvir næmingar fara at ganga har ella hvussu nógv skúlin fer at kosta. - Eftir øllum at døma verður nýggi skúlin í Hoyvíkshaganum ein skúli [...] kommununi øllum børnunum, men nærum allir eru um at gerast ov trongir. Nakrir eru fyri langari tíð síðani á tremur, aðrir eru ov fyltir og uppaftur aðrir tørva bæði meiri pláss og ábøtur, umvælingar og nýgerð [...] Gamla Realskúla, har skúlastovurnar eru ov lítlar. Eysturskúlin er nóg stórur sum er, men hevur tørv á hølunum, sum Frítíðarskúlin ræður yvir í løtuni. Ætlanin er, at Frítíðarskúlin skal út, men so leingi
Vestmanna verið í starvsvenjing á Sosialinum. Birita gongur á háskúla í Kungälv á journalistgreinini. Hon varð liðug á hægri handilsskúla í fjør. - Eg havi leingi ætlað at farið á háskúla, mær hevur altíð dámað [...] búgva á skúlanum. Hinir 230 næmingarnir eru sviar, sum ganga á háskúlanum sum fyrireiking til miðnámsskúlan. Skúlaárið er 10 mánaðir, frá august til seinast í mai. - Mær dámar ógvuliga væl. Skúlin liggur [...] starvsvenjing á Sosialinum, lutvíst tí hon vildi sleppa at skriva og lutvíst tí hon vildi sleppa heim til Føroya eina tíð. - Okkara flokkur hevur mest sum bara svenskar lærarar, á skúlanum skrivi eg alt á donskum
ikki, hví skúlin skuldi byggjast í Vági. ?Imeðan hetta landsstýrið hevur sitið, hevur verið talan um at byggja tveir skúlar í Suðuroynni. Annar skúlin, tað er almanna- og heilsuskúlin, skal verða á Tvøroyri [...] ímillum Vág og Tvøroyri um, hvar í oynni, skúlin skuldi vera. Tað endaði so við, at Løgtingið samdust um eina millumloysn, og tað var at byggja skúlan í Hovi. Á bygdarráðsfundi í Hovi leygardagin samtykti [...] samtykti bygdarráðið at minna landsstýrismannin í skúlamálum á hesa løgtingssamtyktina um at byggja skúlan í Hovi. Víst verður eisini á, at tá ið samtyktin varð gjørd, varð eisini økið lagt av til endamálið
gjøldini á rætta stað, tvs, til Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðarafelag. Seinasta royndin varð gjørd mánadagin, tá ið Føroya Arbeiðarafelag hevði fund við arbeiðsfólkið í Kollafirði. Á tí fundinum [...] viðurskiftini hjá kollfirðingum ikki í rættlag, verða tiltøk sett í verk ímóti Tórshavnar Kommunu. Sum sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er stór ósemja um viðurskiftini hjá teimum limum í Kollafjarðar Arbeiðarafelag [...] gera í Kollafirði, lagt lamið. Í fjør vórðu líknandi tiltøk sett í verk og tað førdi m.a. til, at skúlin stongdi so at ongin skúlagongd var, umframt at onnur arbeiði vórðu rakt.
Lutvís varð tað ikki nakað frambrot beinanvegin við Jevons, Menger og Walras. Søguligi skúlin framhelt í langa tíð at valda á nógvan hátt. Av hesum trimum nevndu av fyrsta ættarliði av nýklassikarunum geva vit [...] nyttumaksimum at du1 du2 ??- = ??- dx dy har u er nyttan og x er brúkið av vøruni á ein hátt og y er brúkið av somu vøru á ein annan hátt. Jevons og býtið. Nyttulæran munnar út í eina býtislæru og prísteori [...] Kanningin byggir á fleiri givnar fyritreytir. Ein er at tað finst ein marknaður, skilmarkaður (defineraður) sum ?tveir ella fleiri persónar, sum handla við tveimum ella fleiri vørum?. Handlandi á marknaðinum