Krevjandi og læruríkt

- Eg hevði ikki roknað við, at so nógv verður gjørt burtur úr skúlagongdini, tí nógvir háskúlar bera orð fyri at fara lætt um skúlagongdina. Men í Kungälv krevja lærararnir nógv av okkum, og av tí sama hava vit lært nógv, sigur Birita Andreasen, sum gongur á norðurlendska háskúlanum í Kungälv


 

ÚTBÚGVING

Í fýra vikur hevur 23 ára gamla Birita Andreasen úr Vestmanna verið í starvsvenjing á Sosialinum. Birita gongur á háskúla í Kungälv á journalistgreinini. Hon varð liðug á hægri handilsskúla í fjør.

- Eg havi leingi ætlað at farið á háskúla, mær hevur altíð dámað væl at skriva og tá ið eg blaðaði í Højskolens Fælleskatalog, kom eg fram á háskúlan í Kungälv, greiðir Birita frá.

Háskúlin í Kungälv er norðurlendskur skúli. Hann liggur stutt frá næst størsta býnum í Svøríki, Gøteborg, einar 20 minuttir at koyra við bussi. Á skúlanum ganga 300 næmingar, har 70 teirra eru ung úr øllum Norðurlondum, ið búgva á skúlanum. Hinir 230 næmingarnir eru sviar, sum ganga á háskúlanum sum fyrireiking til miðnámsskúlan. Skúlaárið er 10 mánaðir, frá august til seinast í mai.

- Mær dámar ógvuliga væl. Skúlin liggur á einum heyggi í einum bý, umhvørvið er sera vakurt við nógvum trøum, sigur Birita.


Krevjandi og læruríkt

Lærararnir eru úr Noregi, Svøríki og Danmark, og gestalærarar úr øðrum londum undirvísa eisini á skúlanum. Skúlaskipanin er bygd upp av ymiskum greinum, journalistgreinini, Skagerak-greinini, tónleikagreinini, sjónleikagreinini, og demokrat-greinini. Tey trý úr Føroyum, sum ganga á skúla í Kungälv hetta skúlaárið, ganga á hvør sínari grein.

Skúlagongdin er ógvuliga væl fyrireikað .

- Eg hevði ikki roknað við, at so nógv verður gjørt burtur úr, tí nógvir háskúlar, í øllum førum í Danmark, bera orð fyri at fara lætt um skúlagongdina. Men í Kungälv krevja lærararnir veruliga nógv av okkum, tað gongdur skjótt fyri seg og av tí sama hava vit lært nógv. Vanliga fáa vit eina uppgávu um morgunin, sum skal verða liðug á middegi og so tosa við um allar uppgávurnar seinnapartin, sigur Birita, sum gongur í flokki saman við einum finnlendingi og 11 svium.

Skúlagongdin er skipað við evnisarbeiði. Eitt nú hevur útvarpsarbeiði verið á skránni í tvær vikur, síðani reportasjur, tíðindi og annað, og evnini ganga uppá skift. Næmingarnir skulu í starvsvenjing eina ferð og tá skulu teir velja seg inn á eina ávísa grein. Birita valdi at fara í starvsvenjing á Sosialinum, lutvíst tí hon vildi sleppa at skriva og lutvíst tí hon vildi sleppa heim til Føroya eina tíð.

- Okkara flokkur hevur mest sum bara svenskar lærarar, á skúlanum skrivi eg alt á donskum, men eg vildi sleppa at royna meg á føroyskum. Mær dámar alt journalistarbeiði, tað er stuttligt at gera útvarp, men best dámar mær tó at skriva, sigur Birita.

Hon letur væl at tíðini í blaðhúsinum á Argjum. Hon hevur mest sum fingið fríar teymar at gera sum hon vil, men hevur kortini verið partur av føstu blaðfólkamanningini við bindandi evsta marki hvønn dag.

- Nú havi eg í øllum førum funnið út av, hvussu lívið er á einum blaði. Framman undan visti eg, at blaðfólk arbeiða undir trýsti og at alt skal ganga skjótt fyri seg, so tað er ikki komið óvart á meg. Í roynd og veru haldi eg tað er stuttligt, at alt skal ganga so skjótt fyri seg. Best dámar mær at fara út og tosa við fólk heldur enn at ringja út til fólk.


Framtíðin

Birita hevur ikki gjørt upp við seg sjálva, um tað er journalist hon skal læra til. Háskúlin í Kungälv er sum nakað nýtt farin undir ein yvirbygnað til journalistgreinina, sum eisini varir eitt ár. Til hesa greinina sleppa bara átta næmingar. Um Birita søkir upptøku til yvirbygnaðin velst um ymisk viðurskifti, eitt nú kostnað, tí tað er ikki heilt bíligt at ganga á háskúla í Kungälv. Skúlagongdin kostar 40.000 krónur fyri hvønn næming. Seks ungfólk úr Føroyum og Íslandi fáa á hvørjum ári hálvt frípláss á skúlanum hvør, og umframt ber til at søkja um stuðul úr ymsum grunnum, soleiðis at kostnaðurin verður minni. Næmingarnir fáa ikki lestrarstuðul, so eisini lummapengar skulu tey ungu útvega sær sjálvi.

- Eg vil kortini mæla øllum til at fara á háskúla í Kungälv. Tað er eitt upplivilsi fyri lívið, í frítíðini er nógv at gera og fara til, í vikuskiftinum fara vit ofta til Gøteborg ella okkurt verður fyriskipað á staðnum. Og vinir fær ein eisini, greiðir Birita frá.

Í gjár byrjaði Birita aftur á skúlanum í Kungälv. Áðrenn skúlatíðin er av um ein góðan mánað, skal hon á reportasju-ferð til Álands.