Kvøldskúlin sýnt fram

Um vikuskiftið hevði Føroya Kvøld- og Ungdómsskúli framsýning í Eysturskúlanum í Havn. Eini 70 flokkar sýndu fram tað, tey hava tilevnað ígjøgnum farna vetur

 

Á hvørjum ári hevur Kvøldskúlin í Havn eina framsýning. Her fáa næmingarnir møguleika at vísa, hvat teir hava megnað at evna til.

Talan er sjálvandi bara um teir flokkar, sum fáast við handaligt arbeiði. Flokkarnir spenna vítt, og alt frá málningalist til bókbinding varð at síggja á framsýningini.

Hetta er 26. ári, at Kvøldskúlin hevur framsýningina, og hon hevur verið á hvørjum ári.

Napoleon Nólsoy, skúlastjóri á Kvøldskúlanum sigur, at eini 7000 fólk vóru og vitjaðu framsýningina um vikuskiftið, so hon varð væl vitjað, slær Napoleon fast.

Framsýningin var sera umfevnandi, og næstan allur skúlin varð tikin í brúk. Gongin, fimleikahøllin, samkomuhøllin og fleiri skúlastovur vóru karmur um framsýningina.