Hovbingar halda fast um studentaskúlan

Nú ætlanin er at byggja nýggjan studentaskúla í Vági, minnir Hovs Kommuna á, at Løgtingið hevur samtykt, at skúlin skal byggjast í Hovi

 

Skúlabygging


Tann nýggi studentakúlin í Suðuroynni, skal byggjast í Hovi.

Tað heldur Hovs Kommuna fast um.

Nú tað er komið fram, at ætlanin er at byggja nýggjan studentaskúla í Vági, hevur bygdarráðið í Hovi gjørt vart við seg.

Bygdarráðið fer nú at senda Torbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í skúlamálum, bræv, har tað verður mótmælt at skúlin uttan víðari verður bygdur í Vági.

Og Hovs Kommuna heldur seg hava eina góða sak.

Føroya Løgting hevur nevniliga samtykt, at nýggjur studentaskúli skal byggjast í Hovi.

Tað var einaferð í áttatiárunum, at Løgtingið samtykti ein skúlapakka. Og ein partur av honum var, at í Suðuroy skuldi ein nýggjur studentaskúli byggjast í Hovi.

Hetta var ein salomonsk loysn, tí í fleiri ár hevði ósemja verið ímillum Vág og Tvøroyri um, hvar í oynni, skúlin skuldi vera.

Tað endaði so við, at Løgtingið samdust um eina millumloysn, og tað var at byggja skúlan í Hovi.

Á bygdarráðsfundi í Hovi leygardagin samtykti bygdarráðið at minna landsstýrismannin í skúlamálum á hesa løgtingssamtyktina um at byggja skúlan í Hovi.

Víst verður eisini á, at tá ið samtyktin varð gjørd, varð eisini økið lagt av til endamálið.

Hetta økið er framvegis tókt til endamálið.


Savna, heldur enn spjaða

Í viðgerðini í bygdarráðnum í Hovi, kom fram, at bygdarráðslimir skiltu ikki, hví skúlin skuldi byggjast í Vági.

?Imeðan hetta landsstýrið hevur sitið, hevur verið talan um at byggja tveir skúlar í Suðuroynni. Annar skúlin, tað er almanna- og heilsuskúlin, skal verða á Tvøroyri og hin skúlin, tað er studentaskúlin, skal byggjast í Vági.

? Hetta er beint øvugt ímóti almenna politikkinum annars, tí alla aðrastaðni í Føroyum verður roynt at savna skúlarnar í deplar fyri at spara í rakstri við tað, at allir skúlarnir í deplinum í ein vissan mun fáa nyttu av somu lærarum, skrivstovufólki og útgerð, ístaðin fyri at hava tvey av øllum.

Víst verður m.a. til skúldepilin í Kambsdali.

Bygdaráðið vísir eisini á, at tingið stutt síðani feldi eitt uppskot um at byggja studentaskúlan í Hoydølum út, tí at ein skúladepil skal gerast í Marknagili og at tað var bíligari og betri upp á seg.

Tí heldur bygdarráðið í Hovi, at tað er lítið skilagott at spjaða skúlarnar í Suðuroynni.

? Tá ið fyrimunurin er so stórur at leggja skúlar í deplar aðrastaðni í Føroyum, má tað saman verða galdandi í Suðuroynni, sigur bygdarráðið.

Tí mælir bygdarráðið til at skúlarnir í Suðuroynni eisini verða savnaðir í ein depil-og at hesin skúladepilin verður í Hovi.

? Ongastaðni í oynni koma skúlarnir at liggja so væl fyri, sum júst Hovi, tí tað er at kalla púra mitt í Suðuroynni.

? Tað eru ikki meiri enn 20 minuttir at koyra úr syðstu bygdini, Sumba, til Hovs. Og tá ið ætlaða bergholið ímillum Øravík og Hov er gjørt um nøkur heilt fá ár, er tað heldur ikki meiri enn 20 minuttir at koyra úr norðastu bygdini, Sandvík, til Hovs.

Somuleiðis ger bygdarráðið vart við, at Suðuroyggin er annað enn Vágur og Tvøroyri.

? Tað eru eisini aðrar bygdir í oynni og tað kundi havt ómetaligan týdning fyri eina bygd sum Hov, sum hon, t.d. varð gjørd til ein skúlamiðdepil í Suðuroynni.


Løgtingið flutt skúlan til Vágs

? Tað er ein misskiljing, at løgtingssamtyktin um at nýggi studentaskúlin skal vera í Vági.

Tað sigur Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum.

Tað er rætt, at Løgtingið einaferð í áttatiárunum samtykti,at skúlin skuldi byggjast í Hovi, soleiðis sum bygdarráðið sigur í greinini omanfyri. Men tann samtyktin varð broytt fyri umleið einum mánaða síðani. Sostatt hevur løgtingið nú samtykt, at skúlin skal verða í Vági, sigur landsstýrismaðurin.

Sum tað eisini sæst í greinini omanfyri, heldur Hovs Kommuna, at tað er løgið, at skúlarnir í Suðuroynni skulu spjaðast um, tá ið tað alla aðrastaðni í Føroyum verður hildið at vera ein fyrimunur at savna skúlarnar í deplar.

Hesum er Torbjørn Jacobsen ikki samdur í.

?Í Suðuroy eru tveir skúlar, sum eru á hægri støði enn framhaldsdeildin, almanna- og heilsuskúlin og miðnámsskúlin. Hetta eru hvør sín skúli. Almanna- og heilsuskúlin er á Tvøroyri, tí hann má vera tætt við eitt sjúkrahús. Studentaskúlin hevur verið í Vági í so nógv ár, at tað er trupult at flyta hann nú. Harafturat er syðra helvt í Suðuroynni tað kið í landinum, sum enn er harðast rakt av kreppuni og tað kann verða ein styrkur fyri økið at fáa ein skúla í býin, heldur landsstýrismaðurin.