Útoyggjanevndin kemur í sínum áliti við einum hugskoti um øðrvísi útbúgving av fólkaskúlalærarum, sum kann verða við til at styrkja bygdarskúlan.
Flestu fólk á útoyggj eru samd um, at børnini fáa góða undirvísing í bygdarskúlanum, og kanningar hava eisini víst, at hesi børn eru einki aftanfyri onnur børn í størri skúlum.
? Tá ið tað kemur til undirvísing í framhaldsdeildini kann tað vera ein vansi, um skúlin bert hevur ein lærara. Valfakini gerast avmarkað, eins og førleikin hjá læraranum at undirvísa í øllum fakum kann verða skerdur, tí læraraútbúgvingin byggir á linjugreinar, sum eru tríggjar í tali, sigur Útoyggjanevndin.
Øðrvísi
Fyri at fáa lærarar til smáu plássini heldur Útoyggjanevndin, at tað kundi verið ein loysn at givið læraraskúlanæmingum høvi at søkja um legat ella stuðul til at útbúgva seg til at undirvísa á útoyggjaskúla.
? Hendan útbúgvingin kundi so verið eitt sindur breiðari og møguliga eitt sindur øðrvísi samansett enn vanliga læraraútbúgvingin. Treytin fyri tílíkum legati kundi verið, at lærarin bant seg í eitt ávíst áramál at undirvísa á útoyggj, sigur Útoyggjanevndin.
Hetta heldur Útoyggjanevndin kundi verið við til at styrkt um framhaldsdeildirnar á útoyggjum.