Vargar á vegnum

- At flúgva avstað við nógvari ferð í bili er jú øgiligt. Tú ert harri í verðini í teirru løtuni og ferðin í sjálvum sær virkar forloysandi uppá adrenalinið. Og tað er adrenalinið, sum gevur "rúsin". Men onnur viðurskifti enn tann rúsandi kenslan spæla eisini inn, so sum bólkatrýst og tað at vísa, hvussu hvat bilurin kann, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur

 

FERÐSLUDEYÐI


Vit steðga øll á, hvørja ferð vit hoyra tíðindini, at nú hevur aftur ein ferðsluvanlukka kravt mannalív. Spurningarnir eru teir somu hvørja ferð. Og svarini somuleiðis. Aftaná koma ymisk viðurskifti upp at venda, hvussu kann trygdin á vegnum bøtast, hvørji tiltøk muna, er ferðslulógin nóg góð og so framvegis. Eftir eina tíð er aftur tøgn. Til aftur ein ferðsluvanlukka tekur okkum á bóli.

Eingin einføld loysn er og eingi munadygg tiltøk finnast, sum kunnu basa deyðanum á vegunum, tí vit vita, at nærum uttan mun til, hvat gjørt verður vísa hagtølini, at á hvørjum ári lata nøkur lív í ferðsluni. Heri Kragesteen, sálarfrøðingur, heldur, at nógv hevði verið vunnið, um undirvísingin í koyriskúlunum varð broytt.

- Vit eiga at hyggja nærri at, hvørji krøv verða sett til at fáa koyrikort og hvussu innihaldið í undirvísingini er. Tað er rætt at seta spurnartekin við, um undirvísingin ger fólk før fyri at taka ábyrgd fyri sær sjálvum, øðrum í bilinum og fólkum annars í ferðsluni. Undirvísingin í koyriskúlunum í dag er ikki nóg góð. Vit kunnu ikki kalla munnligu próvtøkuna fyri teori, tí teori fyri mær er evni at hugsa seg um og greina og tulka fyri at skilja. Munnliga próvtøkan í koyriskúlunum í dag spyr bara eftir einum røttum svari. Hon spyr ikki eftir umhugsan, problemloysn og tulking, men bara eftir endurgeving av nøkrum faktuellum tingum. Í próvtøkuroyndini skalt tú velja millum tríggjar møguleikar og bara ein er rættur, og spurningarnir eru orðaðir á ein hátt, at teir eru eintýddir. Tað vil siga, at tann umhugsan tú kanska hevur kann ikki brúkast, tí annaðhvørt er svarið rætt ella skeivt. Ein próvtøka hevur tann eginleika í øllum skúlaskipanum, at hon ger av, hvussu undirvísingin er. Tí leggur munnligi parturin av koyriskúlanum upp til, at næmingurin skal klára koyriroyndina. Hann skal duga nøkur ting uttanat og svara eintýtt uppá spurningar. Teoribøkurnar innihalda tað pensum sum skal til og so hava koyrilærararnir gjørt spurningar, sum sum heild fevna um tað næmingurin skal duga til royndina. Vandin við uttanatlæru er undirvísing uttan at læra, tí byggir tú ikki samstundis eina umhugsan upp, er einki lært og tá verður vandamikið.

- Verður próvtøkuroyndin broytt, verður undirvísingin av sær sjálvari broytt. Koyrilærarin er nógv saman við teim ungu í bilunum, og har vísir hann ivaleyst á ymiskt, næmingurin hevur gagn av at vita. Hetta átti at verðið tikið inn í sjálva undirvísingina. Samstundis eigur eisini at verða hugt at pedagogiska førleikanum hjá koyrilærarum. Fyri tað um tú dugir at koyra bil og kennir lógina, nýtist tú ikki at vera ein góður lærari. Tí skulu koyrilærarar eisini hava møguleika at útbúgva seg til at undirvísa. Lagt eigur at vera á annan bógv nú og myndugleikarnir eiga at seta ljóskastaran á krøvini til at fáa koyrikort og gera tey øðrvísi.


Dreingir og bilar

Vit koma ikki uttan um, at tað er ein bólkur av bilførarum, sum er í serligum vanda, tá ið teir seta seg í bilin. Hagtøl vísa, at tey 15-24 ára gomlu, sum eru 15 prosent av fólkatalinum, eiga 35 prosent av deyðsvanlukkunum. Eisini kunnu vit staðfesta, at tað serliga eru ungir dreingir, og at vanlukkurnar ofta henda um náttina. Spurningurin er so, hví tað serliga eru dreingir, sum eru hugtiknir av bilum, ferð og náttarkoyring.

- Ungfólk, sum fáa koyrikort, bæði gentur og dreingir, hava ikki koyrt serliga leingi. Longri tú hevur koyrt, betri royndir hevur tú. Ferðin hevur nógv at siga, og kanningar vísa, at av øllum bilførarum koyra ungir dreingir skjótast, og teir koyra eisini teir flestu kilometrarnar. Mær vitandi eru konufólk ikki líka hugtikin av bilum og motorum sum dreingir.

- At flúgva avstað við 150 km ferð ella meir er jú øgiligt. Tú ert harri í verðini í teirru løtuni og ferðin í sjálvum sær virkar forloysandi uppá adrenalinið. Og tað er adrenalinið, sum gevur "rúsin". Tú kanst avreagera, ella vísa at tú hevur makt. Formel 1 koyring er eisini ógvuliga væl umtókt at hyggja at. Eg trúgvi, at fólk mentalt ímynda sær, at tað ikki er Schumacher, sum situr í bilinum, men tey. Ferðdevelin fer avstað við okkum. Tann rúsandi kenslan hevur nógv at siga, men tað eru eisini onnur viðurskifti, ið spæla inn. Sjáldan er førarin einsamallur, tá ið hann koyrir skjótt. Bólkatrýst og tað at vísa, hvussu hvat bilurin kann og hvat kann eg vísa í bilinum, hava nógv at siga. Bilurin er tí eisini ein potensforleingjari.

Um dreingir skulu fáa øðrvísi undirvísing enn gentir, sigur Heri Kragesteen.

- Mín varhugi er, at gentur taka undirvísingina í nógv størri álvara enn dreingir. Gentur taka sum heild skjótt ábyrgd og eru ofta mest sum ov skjótar at taka ábyrgd. Væntað verður eisini av teimum, at tær bera seg at uppá ein ávísan máta. Hjá summum dreingjum virkar tað sum um, at koyriundirvísingin bara er nakað sum skal vera av so skjótt til ber soleiðis at teir sleppa út at koyra. Hjá gentunum er tað meiri umráðandi at fylgja teimum reglum, sum eru galdandi. Tað er ilt at siga, um undirvísingin skal vera øðrvísi fyri dreingir enn gentir, men hon eigur altíð at taka støði í teimum ítøkiligu persónum, sum eru har, og hvat tann einstaki hevur brúk fyri og er førur fyri.

Heri Kragesteen heldur tað er eitt gott hugskot at gera eina koyribreyt, har ungfólk sleppa at koyra skjótt, sleppa at avreagera uttan at skaði hendir teimum ella øðrum.

- Sleppa tey at koyra á eini tílíkari breyt fáa tey størri og betri fatan av, hvat kann henda, hvat bilurin er førur fyri og ikki. Tað ber ongantíð til at tryggja seg ímóti øllum, men ein koyribreyt hevði lært tey ungu at hugsa seg um.


Løta av ørskapi

Heri Kragesteen vísir á, at vit skulu vera varin við at taka allar ferðsluvanlukkur yvir ein kamb.

- Taka vit óhappini hvør sær rokni eg ikki við, at sama frágreiðing kann brúkast í øllum førum. Sum foreldur, skúli og myndugleika eiga vit at hyggja at nøkrum heildarkendum viðurskiftum.

- Hví ikki gera eina granskingarverkætlan á eitt nú Søgu- og samfelagsvísindadeildini, har ferðsluvanlukkur í Føroyum verða kannaðar miðvíst. Higartil hava vit bara lænt dømi aðra staðni frá og síðani sett tiltøk í verk út frá teimum. Sumt eydnast, men nógv rakar langt við síðuna av. Ein spurningur at kanna er, hvussu vit bera okkum at í uppalingini, seta vit krøv ella lata vit standa til. Tora vinfólk at siga nei, tora tey at siga her til og ikki longur, koyrir tú ov skjótt, skal eg úr bilinum, tora vit at sleppa okkum burtur úr eini løtu av ørskapi. Vit kunnu øll koma í ta støðu, at vit gloyma okkum burtur í onkrum, ítøkiligum ella einum rúsi av onkrum. Og vit kunnu ímynda okkum, at nógvar vanlukkur eru úrslit av eini løtu av ørskapi. Ein annar spurningur er, hvørji tiltøk muna, og kann skúlin fáa íblástur til eitthvørt, sum munar. Tað hevði eisini verið spennandi at kanna, hvørjir normar eru ótilvitað galdandi fyri góðari ferðslumentan millum ungfólk á Skálafjørðinum, millum ungfólk í Havn, Suðuroynni, og um nøkur felagseyðkenni eru.


Fyrimyndin avgerandi

Tað sum kann undra er, at hóast herferðir, sum hava til endamáls at fáa ungfólk at brúka trygdarbelti, hava verið í nógv ár, eru tað ung, sum velja ikki at brúka tað. Hóast tað vóru røddir frammi, áðrenn trygdarbelti vórðu kravd við lóg, sum søgdu, at beltið avmarkar frælsið hjá fólki, er tað í dag sjálvsagt, at tað fyrsta ein ger, tá ið ein setur seg í ein bil, er at spenna trygdarbeltið.

- Vit vita jú, at vandin fyri at koma illa fyri í einum óhappi er størri, brúkar tú ikki trygdarbelti. Vit kunnu so spyrja, hvat ein roynir at vísa við ikki at brúka trygdarbelti. Tað kann vera, at her skal eingin siga, hvat eg skal gera.

- Tá ið vit tosa um trygdarbelti og súkkluhjálm hevur fyrimyndin heilt ítøkiliga alt at siga. Brúka foreldrini trygdarbelti og súkkluhjálm gera børnini teimum eftir. Og gera tey ikki brúk av trygdarbelti og hjálmi er ringt at sannføra tey um, hví tað er skilagott at brúka tey. Tað er altíð ringt at siga nakað, men í atburði vísa nakað annað. Sama er galdandi við royking og øðrum.

- Hinvegin vita vit, at uppalingin heimanifrá ikki einsamøll er avgerandi fyri, hvussu vit bera okkum at í einum bili ella aðra staðni. Har hava royndirnar av at vera saman við vinum, kenningum og øðrum vaksnum nógv at siga. Vit sosialiserast í so nógvum ymiskum samanhangum, saman við vinum, í skúlanum og aðra staðni. Vit vita, at vit bera okkum øðrvísi at saman við góðum vinum enn saman við makanum, børnum og foreldrum. Men tað er ivaleyst lættari at standa ímóti um tú hevur lært heimanifrá at hugsa teg væl um.


Steðga við moraliseringini

Skulu avgerandi broytingar henda viðvíkjandi krøvunum, sum verða sett til at fáa koyrikort og skal ábyrgdarkenslan hjá hvørjum einstøkum bilførara økjast, mugu vit steðga við moraliseringini og ístaðin finna út av, hvat eyðkennir ymsu óhappini og hvat eyðkennir undirvísingina.

- Vit eiga at fara miðvíst til verka og spyrja, um vit kunnu bøta um nøkur viðurskifti, sum kunnu minka um sannlíkindini fyri, at álvarslig óhapp henda.

Heri Kragesteen heldur ikki, at fólkaskúlin eigur at hartast fyri ikki at gera nóg mikið við ferðsluundirvísingina, tí skúlin hevur nóg mikið av uppgávum sum er.

- Í skúlanum fáa næmingar frálæru í, hvussu tú kanst vera tryggur í ferðsluni, og at øll eiga at brúka trygdarbelti. Hinvegin kann størri orka brúkast í skúlanum til at læra børn at hava ábyrgd yvir fyri tí tey gera og at tað kann fáa avleiðingar bæði fyri tey og onnur, um tey ikki hava ábyrgd. Júst hetta at hava ábyrgd og at sleppa at hava ábyrgd, tað vil siga ávirkan, hevur nógv meiri at siga enn so nógv annað. Tá ið tú setur teg í ein bil og leggur líka í onnur fólk, er tað dømi um, at tú ikki ert vanur at hava ábyrgd yvir fyri tí tú gert.


Stýring av okkum sjálvum

Uttan mun til, hvørji tiltøk verða sett í verk, koma vit valla nakrantíð at uppliva, at vit kunnu seta okkum afturá og ásanna, at nú hava vit gjørt nóg mikið.

- Eg eri bangin fyri, at soleiðis sum vit hava bygt hetta samfelagið upp og soleiðis sum vit hugsa sum samfelagsborgarar, mugu vit ásanna - uttan at siga tað hart, at vit kalt og kyniskt rokna við, at ferðsluvanlukkur henda. Roykjarar vita, at tað er vandamikið at roykja. Kortini roykja teir. Og ungfólk vita, at tað er vandamikið at koyra skjótt. Kortini koyra tey skjótt. Men vit kunnu gera eina avtalu við okkum sjálv. Á sama hátt sum summir roykjarar lata vera við at roykja í sovikamarinum, kunnu ungfólk avtala við seg sjálvi, at tey ikki koyra skjótt. Eingi tiltøk vísa seg at muna nóg væl, tí er tað einasta vit kunnu gera at stýra okkum sjálvum, at vit taka ábyrgd, at vit læra at meta um og at vit taka atlit og fyrilit, sigur Heri Kragesteen at enda í viðtali.


Í EIN KASSA FYRI SEG:

"Tá ið tú setur teg í ein bil og leggur líka í onnur, er tað tekin um, at tú ikki ert vanur at hava ábyrgd yvir fyri tí tú gert"


Í EIN KASSA FYRI SEG:

"Tey, ið taka koyrikort, skulu duga nøkur ting uttanat og svara eintýtt uppá spurningar. Og so verða tey slept út á vegirnar. . ."


Í EIN KASSA FYRI SEG:

"Roykjarar vita, at tað er vandamikið at roykja. Kortini roykja teir. Og ungfólk vita, at tað er vandamikið at koyra skjótt. Kortini koyra tey skjótt"


Í EIN KASSA FYRI SEG:

"Tora vinfólk at siga nei, tora tey at siga her til og ikki longur, koyrir tú ov skjótt, skal eg úr bilinum, tora vit at sleppa okkum burtur úr eini løtu av ørskapi"