Meir ella minni vanakent verður nýklasiska frambrotið lagt til 1870 talið og til tríggjar bøkur. The Theory of Political Economy (1871) hjá ongilsmanninum Jevon, Grundsätze der Volkswirtschaftslehre (1871) hjá eysturríkarinum Carl Mengers og Elements d?Economie politique pure (1874,1977) hjá fraklendinginum Léon Walras. Vit fylgja hesum vana. Hann er tó ikki sjálvsagdur. Lutvís hava vit jú sæð, at marginalt hugsandi kom fyri seg í einstøku førum nógv fyrr. Lutvís varð tað ikki nakað frambrot beinanvegin við Jevons, Menger og Walras. Søguligi skúlin framhelt í langa tíð at valda á nógvan hátt.
Av hesum trimum nevndu av fyrsta ættarliði av nýklassikarunum geva vit Jevons størst pláss. Viðvíkjandi Menger og Walras avmarka vit okkum stórt sæð við at vísa til nøkur brot, har teir skilja seg frá Jevons. Vit gera so fyri at spara pláss, ikki tí at Menger og Walras skulu vera minni týdningarmiklir.
Jevons, enskur
nytturoknari
Stanley Jevons føddist 1835 í einari múgvandi familju í Liverpool. Pápin var jarnhandlari, og trúarvegin var familjan unitaristar, og skeyt seg við tí burtur frá tí vanliga. Myrkur dámur legðist yvir uppvøksturin av sjúku og deyða í familjuni og av at familjufyritøkan fór á heysin, tá Jevons var trettan ár.
Jevons læs nátúruvísind í London og virkaði sum evnafrøðingur nøkur ár í Australia, áðrenn hann 1859 kom aftur til Europa fyri at lesa logikk, heimspeki og tjóðarbúskap. Áðrenn hann 1871 almennakunngjørdi The Theory of Political Economy hevði hann givið út fleiri aðrar bøkur, mest av lýsandi (deskiptivum) slag ella bendar móti einum serligum spurningi. Sjálvt innan reinan logikk hevði hann almannakunngjørt seg.
Jevons og mátfrøðin
Mest gitna rit Jevons The Political Economy er ein sermerkt nýklassisk bók við bending síni á mikrobúskaparligar spurningar, við nyttumaksimering sum máli fyri búskaparliga veru og við marginalhugtaki og støddfrøði sum kanningingar amboði. Støddfrøðin sermerkti vissuliga ikki eysturríkarinir, men fyri Jevons og hinir bretsku neoklassikarnir, var hon eyðkend. Jevons er ógvuliga íðin at føra fram støddfrøðina í búskapar kanning. Lat okkum hyggja eftir hugsunarrøð hansara:
Tað er sjálvklárt at um tjóðarbúskapurin als skal vera ein vísind, má hann vera ein støddfrøðis (matematisk) vísind. Tað eru nógvir fordómar móti royndum at innføra støddfrøðis arbeiðshættir og mál í enhvørja grein av moralvísindunum. Nógv menniskju tykjast trúgva at nátúruvísindagreinirnar eru tað rætta øki fyri matematiska arbeiðsháttin, og at moralvísindirnar krevja onkran annan arbeiðshátt - eg veit ikki hvønn. Mín búskaparliga læra er tó reint støddfrøðislig av slagi. Nei, eftirsum eg haldi at tær nøgdir (kvantitetir), sum vit hava við at gera, mugu verða fyri samanhangandi skifti, ivist eg ikki í at brúka brúkiliga partin av støddfrøðini, hóast hon inniber djarva atlitið til óendaliga smáar nøgdir. Læran er nýtsla av differensialrokning á vælkenda hugtakið førleika, nyttu, virði, eftirspurning, útboð, kapital, rentu, arbeiði og øll aðri nøgdar hugtøk, sum hoyra til dagliga arbeiðssemi. Eftirsum fulkomna læran innan næstan hvørja aðra vísind inniber brúk av differensialrokning, so kunnu vit ikki hava eina rættiliga búskaparliga læru uttan hennara hjálp.
Tað tykist mær sum um vísind okkara má vera matematisk heilt einfalt tí hon er um nøgdir. (s.78)
Jevons og nyttan
Eftir arbeiðsháttasliga byrjunar kapitul sítt hevur Jevons tvey kapitul um lyst og ólyst (pleasure and pain) ávikavíst nyttu (utility). Ein grundspurningur er ?hvussu lystur og ólystur kunnu roknast í nøgd?. Her knýtir Jevons seg til utilitaristin Jeromy Bentham (1748-1832), sum vildi vera við at stórleikin av lysti og ólysti millum annað greiðist av kenslunar styrki, hvussu longi hon varar, vissu ella óvissu, umframt um hon fellur nær ella fjart í tíðini. Lysturin og ólysturin kunnu viðgerast sum positivir ávikavíst negativir stórleikar í bókstavrokningini (algebraini). ?Mál okkara fer altíð at verða at mest møguliga gera sluttsummin bent móti lysti, sum vit heilt einfalt kunnu kalla positivu kósina?.
Hann staðfestur uppgávuna hjá tjóðarbúskapinum í einari áhugaverðari skrálýsing:
Lyst og ólyst eru óiva ytstu mát fyri tí tjóðarbúskapurin roknar við. At nøkta okkara ynskir til ytsta mark við minsta ómaki - at fáa til vega størstu nøgd av tí, sum er ynskisvert til minsta kostnað av tí, sum er ynskt - við øðrum orðum, at mest møguliga gera lystin er trupuleikin í tjóðarbúskapinum. Men tað er best at so skjótt sum gjørligt flyta áhuga okkara til alisligu lutirnir ella gerðirnar, sum eru kelda okkara til lyst og ólyst. (s.101)
Umvegis teir lutir og gerðir, sum eru kelda til lyst og ólyst, kemur Jevons inn á hugtakið nyttu. Hann sigur, at hann skal brúka orðingina ?nyttu til at lýsa hugmyndaliga eginleikan við hvørjum eitt endamál tænir okkara ætlanum... Alt, sum kann framala lyst ella forða fyri ólysti, kann bera í sær nyttu?. ?Nyttan má síggjast sum mettað við, ella til og við sum heilt eins (identiskt) við, tilskotið til eydnuna hjá einum persóni.? a)
Tað er ógvuliga týdningarmikið, sigur Jevons, at skilja millum fulkomna nyttu og tað, hann kallar, ?degree of utility?, sum heilt einfalt er tað, sum vit kalla markanyttu ella marginalnyttu. Markanytta minkar fyrr ella seinni.
Í samband við tjakið um avtakandi markanyttu ger Jevons eina viðmerking til tað vit í brotinum um Smith kallaðu virðisósamsvarið (virðisparadoksið):
Markanyttan er virkishátturin (funksjónin) hará búskaparliga læran kemur at vísa seg hvíla. Búskaparfrøðingar hava yvirhøvur ikki havt eydnuna við sær í at skilja millum henda virkishátt og savnaðu nyttuna, og úr hesari samanblanding hevur nógv ørkýmling staðist. Nógvar vørur, sum eru ógvuliga nyttugar fyri okkum eru lítið virðismettar og ynsktar. Vit kunnu ikki liva uttan vatn, og tó seta vit undir vanligum umstøðum onki virðið í tað. Hví er tað so? Heilt einfalt tí at vit vanliga hava so nógv vatn at markanyttan av tí er minkað niður í næstan null...Lat útboðið verða neyvt fylt av turki, so byrja vit at kenna høgu markanyttuna, sum vit annars hugsa lítið um.(s.111)
Jevons enduruppdagar aðru lóg Gossens. Um ein persónur brúkar eina ávísa vøru uppá tveir ymiskar mátar, so krevst við skrivihátti Gossens fyri nyttumaksimum at
du1 du2
??- = ??-
dx dy
har u er nyttan og x er brúkið av vøruni á ein hátt og y er brúkið av somu vøru á ein annan hátt.
Jevons og býtið. Nyttulæran munnar út í eina býtislæru og prísteori, har Jevons útleiðir nú vælkendar javnvágistreytir. Hann byrjar við einum nágreiniligum tjaki um orðið virði, sum honum tykir er ymiskttýðandi og tí lítið brúkiligt. Í staðin krevur hann orðingina býtiskvotu (?ratio of exchange?), sum tó ikki forðar at hann við hvørt enntá tosar um virði.
Kanningin byggir á fleiri givnar fyritreytir. Ein er at tað finst ein marknaður, skilmarkaður (defineraður) sum ?tveir ella fleiri persónar, sum handla við tveimum ella fleiri vørum?. Handlandi á marknaðinum hava fulkomiliga kunning um tilgongd, eftirspurning og býtiskvotur. Vørurnar eru einstáttaðar (homogenar) og fulkomiliga uppbýtisligar. Miðkjarnar í boðskapinum framsetist so her:
Grundarsteinurin í allari býtislæruni og høvuðstrupuleikin í tjóðarbúskapinum, liggur í hesum pástandi - Býtiskvotan millum tvær vørur koma at vera eins við umvenda lutfallið millum markanytturnar við vørunøgdunum, sum eru til at taka til brúk (konsumsjón) aftaná at býtið er fulgjørt.(s.139)
Hetta inniber t.d. at um marknaðar býtiskvota millum korn og kjøt er 10 til 1, tvs. 10 kilo korn býtis móti 1 kilo av kjøti, so krevur javnvágin fyri ein einstakling, at markanytta hansara av einum marginalum kilo av kjøti er 10 ferðir so stór sum markanyttan av einum marginalum kilo av korni.
Um ikki tað seinra er nøktað uttan t.d. markanyttan frá einum marginalum kilo av kjøti bara er 5 ferðir so stórt sum markanyttan frá einum marginalum kilo av korni, so hevði tað lønt seg fyri einstaklingin, at eftir býtiskvotuni 10 til 1 (ella til og við nakað lægri) býta burtur kjøt (so at markanyttan á tí veksur) og býta til seg korn (so at markanyttan á tí minkar). Tað hevði lønt seg fyri ein nyttumaksimerandi einstakling, at framhildið býtið til býtiskvotan og tað umvenda lutfallið millum markanytturnar verða líka.
Jevons vísir frá sær í meginregluni (prinsippinum) arbeiðsvirðislæruna. Fornlutir og tílíkt hava ein prís, sum er rættuliga óheftur av arbeiðsatgongdini í framleiðsluni. Vørur. sum loypandi framleiðast sum bummull, korn, jarn mm. vísa skiftandi prísir, sjálvt um arbeiðsatgongdin er óbroytt. ?Sannroyndin er at longu niðurlagt arbeiði ikki hevur nakað ávirkan á komandi virðið á enhvørjari vøru: tað er burtur og mist fyri alla framtíð. Í handlum er tað farna fyri alla framtíð farið, og hvørja løtu byrjar vit altíð rein og meta virðið av lutum við eygnabrái móti framtíðar nyttu.?
Framhaldandi er Jevons tó minni avgjørdur, og endaliga støðutakan hansara er ikki so langt burtur frá arbeiðsvirðislæruni, sum brotið yvir kann geva skin av:
Hóast arbeiði ongantíð er orsøk til virði, er tað í nógvum førum avgerandi umstøðan, og á henda hátt: Virði valdast bara markanyttuna. Hvussu kunnu vit skifta hesa markanyttu? - Við at hava meir ella minni at brúka av vøruni. Og hvussu skulu vit fáa meir ella minni av tí? - Við at brúka meir ella minni arbeiði uppá at fáa eitt útboð. Eftir hesari hugsan eru tað sostætt tvey stig millum arbeiði og virðið. Arbeiði ávirkar útboðið, og útboðoð ávirkar markanyttuna, sum stýrur virðinum ella býtiskvotuni. Fyri at tað ikki skal valda nøkur missnøgd um hesa ógvuliga týdningarmiklu lutføll vil eg endurgeva tað í talvuskapi á henda hátt:
Framleiðslukostnaðurin avgerð útboðið;
Útboðið avgerð markanyttuna;
Markanyttan avgerð virðið. (s.186-187)
Hvat avgerð virði arbeiðsins ? Jevons ger eina afturíkoppling millum seinasta og fyrsta spurningin. Hann heldur at virði av arbeiðinum má avgerðast av virðinum á framleiðsluni, ikki virði av framleiðsluni av arbeiðinum.
Samanumtakandi kunnu vit um Jevons siga, at hann í teoretiska verki sínum legði tyngdardepilin á nyttusíðuna, men at arbeiðroyndin og framleiðslusíðan ikki er heilt burturgloymd.
???????????
a) Vilfredo Pareto vendi sær í Cours d?économie politique (1896) móti at orðið nytta (utilité) brúktist í búskaparligum tekstum, tá ynskimál hjá ein hvørjum nøgtaðust, sjálvt tá tað hendi gjøgnum so ?nyttugar? lutir sum vápn ella skaðiligan heilivág. Hann skeyt upp í staðin uttanveltaðu orðingina ophélimité, men hon hevur ikki vunnið viðurkenning.
Orðingarlagið hevur útviklað seg á henda hátt eftir hugsan Streisslers (1990): Friedrich von Wieser umsetti ?final degree of utility? hjá Jevons til týskt til ?Grenznutzen?. Henda týska orðing umsettist síðan aftur til enskt til ?marginal utility?.
Mannbjørn J. Jacobsen










