SKÚLAR
Stóra tilflytingin til høvuðsstaðin seinnu árini merkist eisini í skúlunum í býnum. Komandi skúlaár rúma allir skúlarnir í kommununi øllum børnunum, men nærum allir eru um at gerast ov trongir. Nakrir eru fyri langari tíð síðani á tremur, aðrir eru ov fyltir og uppaftur aðrir tørva bæði meiri pláss og ábøtur, umvælingar og nýgerð.
Samtykt er at byggja Hoyvíkar skúla út við tveimum-trimum skúlastovum afturat fyri at fáa skúlan tveysporaðar frá 1. til 7. flokk. Tá er Hoyvíkarskúli fult útbygdur. Somuleiðis er eisini samtykt at byggja uppí Heimaraskúla við Landavegin, soleiðis at hesin kann nýtast sum vanligur skúli. Toilettviðurskiftini skulu bøtast umframt skúlastovur byggjast afturat, soleiðis at fýra stovur vera. Í íløguætlanini hjá Tórshavnar kommunu eru pengar settir av til at útbyggja Argja skúla, ið hevur stórt plásstrot. Har skulu fleiri skúlastovur gerast umframt at verandi stovur mugu gerast størri. Tær rúma ikki stórum skúlaflokkum.
Frammalaga stendur eisini ein nýggj skúlabygging í Hoyvíkshaganum, men ætlanin er ikki komin longur enn á tekniborðið. Enn er ikki greitt, hvussu nógvir næmingar fara at ganga har ella hvussu nógv skúlin fer at kosta.
- Eftir øllum at døma verður nýggi skúlin í Hoyvíkshaganum ein skúli, sum fer at minna nógv um Hoyvíkarskúla, tað vil siga ein tveysporaður barnaskúli, sigur Jan Christiansen, býráðsformaður.
Sankta Frans skúli tekur næmingar inn sum pláss er til. Tískil er ikki plásstrot sum so, men skúlabygningarnir eru kortini gamlir og tørva ábøtur og nýgerð fyri at lúka krøv, ið verða sett skúlum í dag. Venjingarskúlin hevur verið ov lítil í nógv ár, men einki ítøkiligt fyriliggur um at byggja Venjingarskúlan út. Kommunuskúlin er nóg stórur, men eisini hesin tørvar ábøtur, serliga í Gamla Realskúla, har skúlastovurnar eru ov lítlar. Eysturskúlin er nóg stórur sum er, men hevur tørv á hølunum, sum Frítíðarskúlin ræður yvir í løtuni. Ætlanin er, at Frítíðarskúlin skal út, men so leingi onnur høli ikki eru funnin, verður hann verandi har.
- Vit skulu rokna við, at rættiliga fitt av peningi skal brúkast til skúlabygging, umvælingar og nýgerð nógvu komandi árini. Hetta er lógarkrav, so vit hava einki val. Í Hoyvíkshaganum kunnu vit rokna við, at innan næstu trý-fýra árini koma eini 500 nýggj hús. Hetta svarar til eina lítla føroyska bygd, so har hevur ein nýggjur skúli skund, sigur Jan Christiansen.
Býráðsformaðurin roknar við, at hesin skúlin stendur klárur at taka í nýtslu til skúlaárið um tvey ár.










