leggja millum 20 og 30 smærri og størri cruiseskip leiðina henda vegin. Hetta er alt frá vanligum ferðamannaskipum til risastór luxusskip. Tey steðga á her hjá okkum í nakrar tímar, og ferðafólkin fara [...] Meðan siglt verður eru nógv ymisk ítrív og undirhald. Og tá lagt verður at landi, verður farið á útferð til kend pláss. Í dag er stórt útval bæði hvat viðvíkur feløg og ferðastøð, velur man at brúka sína [...] so eisini sína serstøku orsøk. Og hon eitur Astrid Kerber. Henda unga kvinnan, sum hevur føroyska móður og eysturríkskan faðir, hevur leingi havt stóran áhuga í Føroyum og føroyskari ferðavinnu tvs. bæði
upp eftir Jútlandspostinum, at føroyingar høvdu fingið ein skelk av Nyrup og hansara óhøviska atburði á fundinum tann 17. mars, og tí ikki vildu hava fullveldi. Tað er løgið, at nakar kann duga so illa at [...] landsstýrið og tess politikk. Landsstýrið hevur sagt, at tað ikki vil finna seg í at fáa 4 ára skiftistíð. Tá fólk so verða spurd, um teimum dámar fýra ára skiftistíð, taka tey undir við landsstýrinum og siga [...] landsstýrinum og eyðmýkti tað framman fyri øllum heimsalmenninginum, vzr meirilutin fyri fullveldi bert eitt prosent. Men nú hevði ein fólkaatkvøða víst at næstan 60 prosent eru fyri og bert gott 40 prosent
býarsavninum skal eisini innibera, at hús og býlingar við serstakum søguligum og byggisøguligum virði verða skrásettir í miðvísari æltan og koma undir stuðuls- og verndarskipan. Eisini skal á hvørjum ári [...] savnað og givið út í bók. Sum grundgeving fyri sínum sjónarmiðum vísir álitið á, at býarsøgan er sjálvt grundarlagið fyri at kunna skilja dagsins samfelag, dagsins mentan og tey fólk, sum nú liva og virka [...] fáa latið upp í hendur at skriva søgu býarinnar, verður eisini mælt til at fyrireika býarsavn. Mentanarálitið mælir til, at serkøn fólk verða sett at standa fyri innsavnan, skráseting og skipan av ymiskum
Vágbingar løgdu bóltarnar út í síðurnar, og í staðin fyri at koma til baklinjuna og at leggja innfyri, vóru teir ótolnir og løgdu skrábóltar í brotsteigin, og tað var barnamatur hjá stórspælandi málverjanum [...] hevði havt við sær, at talan hevði verið um fleiri mál og harvið tryggan sigur. Popczynski sendi í stólpan, og Jón Pauli Olsen bíðaði ov leingi, og so fór royndin við síðuna av. Í 2. hálvleiki trýsti VB [...] Sólsker, sum hevði verið í miðverjuni saman við Jón Brekku og Bernhardi Petersen, togaði spælarndi venjaran niður, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki og vísti B71 manninum reyða kortið. Popczynski tók sær
at høvuðsvinnan og skipini verða savnað á færri og færri hendur og at útlendskur kapitalur eisini hevur fingið valdið á parti av høvuðsvinnuni. Tað at fiskimenn taka seg saman og eiga og reka síni egnu [...] sjónarmið og grundleggjandi virði hjá arbeiðsfólki og lønmóttakarum verða framborin og staðfest. Seinastu átta vikurnar hava sáttmálasettir lærarar verið í verkfalli fyri at tryggja sær sjálvum og børnum [...] standa saman og vísa sína styrki. Vinstrivongurin og allar góðar kreftir eiga at arbeiða saman um vunnin rættindi og um tað ein er samdur um at fremja ella verja. Summi halda, at tey rættindi og tær vælfe
øðrum við at finna feilir við teldutrygleikum, og sostætt ikki er ein veruligur teldusnýtingur. Til endamálið hevur hann nýtt eina vanliga heimateldu, og uppá 6 vikur hevur tað eyðnast honum at útvega [...] verið svár hjá Bill Gates, heimsins ríkasta manni. Microsoft er ikki longur heimsins ríkasta felag, og Bill Gates fekk sítt gjaldskort hackað í samband við ein e-handil. Bretski unglingin Raphael Gray [...] skuldsettur fyri at hava framt umfatandi ólógiligt virksemi. Millum annað hevur hann brotið kotuna og tilognað sær gjaldskortið hjá Bill Gates, umframt eina rúgvu av upplýsingum um mannin. Hesum var greitt
karmur um stóru summarsølustevnuna Hendur og Hugflog, sum varð hildin fyrstu ferð í 1997. Høvuðsdenturin verður lagdur á at fáa luttøku frá listhandverkarum, heimavirkisfólki og øðrum, ið fáast við líknandi [...] grannalondini, og eitt úrslit av hesum er, at fýra føroyskt handverksfólk júst í hesum døgum hava luttikið á líknandi framsýning í Íslandi, og at vit í ár hava boðið handverkarum úr Íslandi og Hetlandi at [...] Á sølustevnuni vera sýningar, har fólk virka. Eisini verða móta- og vørusýningar og onnur áhugaverd tiltøk. Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan fyrireika stevnuna.
fekk hornaspark, og eftir at bólturin var komin útfrá, endurtók Eyðfríð Christiansen bragdi hjá Mariu, og langaði bóltin í yvirleggjarin og síðani í netið. HB hevur nú fult stigartal, og síggja eisini út [...] ikki minni enn seks mál, og hon er nú toppskjútti í 1. deild. Annars skutu Laila Jespersen og Sóleyð Holm tvey mál í part, meðan Rannvá Augustinusen og Diana Dahl fingu hvør sítt, og tvey mál vóru sjálvmál [...] burtur úr hesum báðum dystum, og og eftir hetta umfarið er lítil ivi um, hvørji lið vera á fyrsta og øðrum plássi í bólki B. B36 vann sum sagt stórsigur á EB/Streymi í Gundadali, og tá avtornaði hevði B36 fingið
lesa inn myndir og tekst beinleiðis frá pappíri og í telduna. Tað finnist ein ørgrynna av forritum til at arbeiða og viðgera myndir við og forrit, sum kann lesa tekstin av einum pappíri og inn í til dømis [...] er bert eitt at gera og tað er at royna seg fram til eina, sum liggur væl í hondini, og sum glíður lætt og javnt eftir skerminum. Nakrar mýs hava tríggjar knøttar at trýsta á, og hesar eru betri enn tær [...] eisini til at fáa serlig ergonomisk knappaborð. Tey eru gjørd soleiðis, at tínar hendur, armar og akslar hava eina betri og rættari ergonomiska arbeiðsstøðu. Hesi serligu knappaborð eru góð, um tú skrivar
neyðugu jarðfrøðiligu forkanningarnar og at fáa ásett undirgrundarmark millum Føroyar og Bretland. Stjórin í Oljumálastýrinum manaði í jørðina tær mongu gitingar og illgitingar, sum hava gingið um, hví [...] tað, ið keisarans er, og tað er góða samráðingarúrslitið í undirgrundarmálinum eitt dømi um. Herólvur Joensen helt fyri, at vit vóru sera væl fyrireikað, og at okkara embætisfólk og ikki minst Atli Dam, [...] oljuumsiting. Gunnvør Balle tosaði um samstarv og avtalur millum føroyingar og útlendingar og føroyingar sínamillum. Hon legði stóran dent á, at føroyskar fyritøkur kunnu samstarva við útlendskar fyritøkur