Fleiri stórsigrar hjá kvinnunum

Fleiri stórsigrar vóru at síggja um vikuskiftið í 3. umfari í fótbóltslandskappingini hjá kvinnunum. VB, B36 og KÍ tóku sær veruliga av løttum, meðan hitt ?stóra? liðið í føroyskum kvinnufótbólti, HB, eisini megnaði at draga ein sigur í land

Í bólki A møttust GÍ-HB í Gøtu, AB-Sumba á Argjum og VB-Skála í Vági. Mest áhugaverdi dystur í hesum bólki var uttan iva dysturin millum gøtukvinnurnar og føroyameistararnar frá í fjør, HB. Lagt var upp til ein spennandi dyst, hóast HB var favorittur at vinna dystin. Dysturin endaði kanska ikki so óvæntað við, at HB var omaná, men munurin millum liðini var ikki stórur. Fyrsta málið hjá HB kom í 8. minutti, og var tað enn einaferð Maria Johnsson, sum vísti hvussu vandamikil hon er. Hon fekk bóltin nakað uttanfyri brotsteigin, og síðani gjørdi hon ikki mætari enn at langa bóltin í stólpan og inn í GÍ málið uttan nakran livandi møguleika hjá GÍ málverjanum. Henda støðan helt sær stóran part av dystinum, men í 50. minutti gjørdi HB gøtukvinnunum greitt, hvør skuldi hava øll trý stigini. HB fekk hornaspark, og eftir at bólturin var komin útfrá, endurtók Eyðfríð Christiansen bragdi hjá Mariu, og langaði bóltin í yvirleggjarin og síðani í netið. HB hevur nú fult stigartal, og síggja eisini út til at hava fult tamarhald á støðuni í bólki A.

Á Argjum tók AB ímóti Sumba, og var hetta fyrsti dysturin hjá AB í ár, av tí hinir báðir dystirnir vórðu útsettir. Ikki kann sigast annað, enn at tær fingu eina góða byrjan uppá kappingina við at vinna 2-1 á Sumba. AB legði seg á odda í 27. minutti, við máli sum Maria Mikkelsen skeyt. Men 10 minuttir inn í seinna hálvleik eydnaðist innskiftu Anniku Thomsen at javna fyri Sumba. Men tá bert 12 minuttir vóru eftir at leika, tók bert 15 ára gamla Elin Kathrina Haraldsen sakina í egnar hendur og skoraði sigursmálið, sum uttan iva kom sera væl við hjá AB.

VB hølvaði Skála av suðuri í Vági. Endaliga úrslitið gjørdist ikki minni enn 14-1 til VB, og er hetta seinna stórtapið hjá Skála í ár. Í fyrsta dysti teirra taptu tær nevniliga 9-0 móti HB í Havn. Halltóra Joensen skeyt ikki minni enn seks mál, og hon er nú toppskjútti í 1. deild. Annars skutu Laila Jespersen og Sóleyð Holm tvey mál í part, meðan Rannvá Augustinusen og Diana Dahl fingu hvør sítt, og tvey mál vóru sjálvmál.


Stórsigrar í bólki B

Í bólki B tók B36 ímóti EB/Streymi í Havn, meðan KÍ skuldi suður til Sandoyar at spæla móti B71. Tveir stórsigrar komu burtur úr hesum báðum dystum, og og eftir hetta umfarið er lítil ivi um, hvørji lið vera á fyrsta og øðrum plássi í bólki B. B36 vann sum sagt stórsigur á EB/Streymi í Gundadali, og tá avtornaði hevði B36 fingið heili 12 mál, meðan EB/Streymur ikki megnaði at fáa bóltin í málið hjá havnarliðnum.

Rakul N. Joensen skeyt ikki minni enn fimm mál, meðan Laila Enghamar skeyt tvey, og Elsebeth Jónsson, Sólgerð Viderø, Arnbjørg Danielsen og Marjun Jógvansdóttir fingu allar eitt mál í part, og síðsta málið var so eitt sjálvmál. B36 var, sum úrsliti eisini boðar frá, nógv tað betra liðið, og tær fara ikki at hava stórvegis trupuleikar við at spæla seg í endaspælið. Harafturímóti má okkurt henda, og tað í stundini, um EB/Streymur skal gera sær nakrar vónir um at enda millum trý tey fremstu liðini, sum jú gevur atgongd til endaspælið.

Hin dysturin í bólki B var millum KÍ og B71 suðuri á Sandi, og sum nevnt, kom eisini ein stórsigur burturúr hesum dysti, tó ikki líka stórur sum í Havn. KÍ endaði dystin við átta málum móti tveimum, og ikki kann sigast annað, enn at hetta var ein uppiborin sigur til gestirnar, hóast tað sá sera javnt út tað einu løtuna. Sandoyingar komu nevniliga sera óvæntað á odda 2-1 í fyrra hálvleiki, men KÍ fekk smoykt sær framum beint áðrenn hálvleikssteðgin, so hálvleiksstøðan var 3-2 til klaksvíkingarnir. Í seinna hálvleiki gekk spælið bara ein veg, og tá avtornaði, var úrsliti sum sagt 8-2 til KÍ. Fyri KÍ skoraði Rannvá Andreassen fýra mál, Malena Josephsen tvey, og Mariann Joensen og Ann Olsen skutu hvør sítt mál. Hjá Sandoyingum skoraðu Elin Højsted og Tóra Nolsøe hvør sítt mál.

Hetta vikuskiftið var tað NSÍ, sum ikki leikti nakran dyst, av tí at bert fimm lið eru í bólki B, men tær hava ein sera týðandi dyst næsta vikuskiftið á Sandi móti B71, og í bólki B verður tað nokk millum hesi bæði liðini, at slagið um týdningarmikla triðja plássi fer at standa ímillum, av tí at EB/Streymur neyvan hevur nakran møguleika at koma víðari.


Úrslitini um vikuskiftið vóru hesi:

Bólkur A


HB-GÍ 2-0

Maria Johnsson 1, Eyðfríð Kristiansen 1.


VB-Skála 14-1

VB: Halltóra Joensen 6, Laila Jespersen 2, Sóleyð Holm 2, Diana Dahl 1,

Rannvá Augustinussen 1, sjálvmál 2.

Skála: ?


AB-Sumba 2-1

AB: Elin Kathrina Haraldsen 1, Maria Mikkelsen 1.

Sumba: Annika Thomsen 1.


Støðan í bólki A

HB, 9 stig

VB, 6

GÍ, 3

AB, 3

Sumba, 0

Skála, 0


Bólkur B


B36-EB/Streymur 12-0

B36: Rakul N. Joensen 5, Laila Enghamar 2, Marjun Jógvandóttir 1, Sólgerð Viderø 1, Arnbjørg Danielsen 1, Elsebeth Jónsson 1, sjálvmál 1.


B71-KÍ 2-8

KÍ: Rannvá Andreassen 4, Malena Josephsen 2, Mariann Joensen 1, Ann Olsen 1.

B71: Tóra Nolsøe 1, Elin Højsted 1.


Støðan í bólki B


B36, 6 stig

KÍ, 6

NSÍ, 3

B71, 3

EB/Streymur, 0