Nú ein dagin var mær hyggjandi eftir tekst-tv hjá programm 3. Har varð tikið upp eftir Jútlandspostinum, at føroyingar høvdu fingið ein skelk av Nyrup og hansara óhøviska atburði á fundinum tann 17. mars, og tí ikki vildu hava fullveldi.
Tað er løgið, at nakar kann duga so illa at skilja ta veljarakanning, sum nú varð gjørd í Føroyum.
Úrslitið var nevnliga heilt greitt. Tað kanningin vísti var nevniliga, at føroyingar góvu sín stuðul til landsstýrið og tess politikk.
Landsstýrið hevur sagt, at tað ikki vil finna seg í at fáa 4 ára skiftistíð. Tá fólk so verða spurd, um teimum dámar fýra ára skiftistíð, taka tey undir við landsstýrinum og siga nei. Nærri spyrjarin kemur tí, landsstýrið hevur í kvittan, størri verður undirtøkan, og tá spurningurin er, hvørt tey vilja taka undir við tí fullveldisloysn, sum landsstýrið hevur sagt at tað fer eftir, er tað ein stórur meiriluti, sum tekur undir við hesi loysn.
Talan er um eitt ótrúligt lop í fólkahugsanini eftir einum mánaði. Áðrenn Nyrup legði eftir landsstýrinum og eyðmýkti tað framman fyri øllum heimsalmenninginum, vzr meirilutin fyri fullveldi bert eitt prosent. Men nú hevði ein fólkaatkvøða víst at næstan 60 prosent eru fyri og bert gott 40 prosent ímóti.
Men hvussu ber tað so til, tá landsstýrisins politikkur hevur so góða undirtøku hjá Føroya fólki, at landsstýrisflokkarnir koma í minniluta?
Hetta sigur okkum, at tað ikki er tann neyvi samanhangur millum undirtøkuna hjá teimum politisku flokkunum og støðutakanini til fullveldi. Um so var, at tað bert vóru tey, sum tóku undir við landsstýrisflokkunum, sum valdu fullveldi, so hevði hesi loysn verið vátt undir fóti. Orsøkin til at fullveldið nú hevur meiriluta, er tí einfalt hon, at ein stórur partur av veljarunum hjá andstøðuflokkunum taka undir við hesi loysn. Støðutakanin fyri fullveldi er tí eitt tvørpolitiskt mál, og nógv bendir á, at tað sum vit higartil hava sæð í so máta bert er tann smædna byrjanin til eitt heilt nýtt tíðarskeið í føroyskari søgu, tá ið allir flokkar fara at leggja niður ta illstøðu, sum higartil hevur verið um henda spurning og taka saman hendur til tess at byggja land okkara upp av nýggjum.
Í teimum londum, sum hava vunnið sær frælsi, vísir tað seg nevnliga, at áðrenn avgerðin verður tikin, er nógv ósemja um hvørt tað er rætt ella skeivt at taka eitt slíkt stig. Men tá stigið er tikið, er tað full semja og øll eru errin av tí avriki, sum tey í felag hava gjørt.
Tað sum nú er við at henda í Føroyum er júst hetta sama. Stig fyri stig eru vit komin fram til hesa støðu, og tað ger okkum ikki mun at Jútlandsposturin ikki skilir hvat er um at henda.
Zakarias Wang