John Johannessen
Somuleiðis sum nýggja mentanarálitið hjá Tórshavnar býráð mælir til, at serkøn fólk fáa latið upp í hendur at skriva søgu býarinnar, verður eisini mælt til at fyrireika býarsavn.
Mentanarálitið mælir til, at serkøn fólk verða sett at standa fyri innsavnan, skráseting og skipan av ymiskum fornlutum í Havn, soleiðis at býarsavn kann gerast. Hetta arbeiðið skal alt gerast í neyvum samstarvi við Føroya Fornminnissavn.
Arbeiðið við býarsavninum skal eisini innibera, at hús og býlingar við serstakum søguligum og byggisøguligum virði verða skrásettir í miðvísari æltan og koma undir stuðuls- og verndarskipan. Eisini skal á hvørjum ári latast heiðursbræv fyri góða bygging og urtagarðsrøkt.
Í sambandi við, at Tórshavnar býráð hevur ætlanir um at geva søgu býarinnar út í bók, mælir mentanarálitið til, at serkøn fólk fáa til uppgávu at skriva Tórshavnar søgu frá landnámi til okkara dagar. Nýggjasta býarsøgan skal eisini vera við, og eigur hon at greiða frá teimum stóru broytingunum, ið farnar eru fram tey seinastu ættarliðini.
Mentanarálitið mælir harafturat til, at tilfarið við uppmátingum, tekningum og skjølum um gamla býin, ið býararkitekturin hevur gjørt saman við Fornminnissavninum verður savnað og givið út í bók.
Sum grundgeving fyri sínum sjónarmiðum vísir álitið á, at býarsøgan er sjálvt grundarlagið fyri at kunna skilja dagsins samfelag, dagsins mentan og tey fólk, sum nú liva og virka í býnum. Víst verður á, at Havnin er ein søguríkur býur við mongum sporum av lívi í meira enn túsund ár, men enn er eingin býarsøga skrivað.
Gjørt verður eisini greitt, at býarsøgan er ein partur av hesi felags søgu, Staðfest verður, at gamli býurin hevur skipan, sum kann verja og varðveita hann, men onnur hús og aðrir býlingar eru, sum hava stórt søguligt virði, men sum ikki eru undir somu vernd.










