Felagið hevur fingið heitið ?Oljutingið? ella á enskum ?Petroleum Association of the Faroe Islands?. Í fyrstu nevndina vórðu vald: Martin Heinesen, Alex Buvik, Geir Atle Rishovd, Ingvør Nolsøe og Jan Mortensen.
Endamál felagssins er sum ein tvørfakligur felagsskapur fyri fólk, ið starvast í oljuvinnuni, ella sum hava áhuga fyri oljuvinnu, at geva limum sínum høvi til at kunna seg um oljuvinnu og tað virksemi, sum er knýtt at henni stendur í endamálsgrein felagsins, sum eisini sigur, at felagið er eitt áhugafelag limanna og hevur á ongan hátt vinnuligt endamál. Øll kunnu gerast limir í felagnum, einstaklingar, feløg ella felagsskapir. Einstaklingar rinda í árligum limagjaldi 200 kr, meðan feløg gjalda 1500 kr. Umsitingaruppgávur verður í hvussu er fyribils at vera avgreiddar frá skrivstovuni hjá Vinnuhúsinum.
Ætlanin hjá felagnum at skipa fyri fyrilestrum og leggja upp til tjak varð sett í verk longu á fyrsta fundinum. Har vóru tveir fyrilestrar, men tíðin rakk ikki til tjak eisini. Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum helt fyrilestur undir heitinum ?Ein útbjóðing - fleiri avbjóðingar?, og Gunnvør Balle, sum stendur á odda fyri komandi oljuvirksemi hjá Tórshavnar Skipasmiðju, tosaði um samstarvsavtalur í oljuvinnuni.
Herálvur Joensen fegnaðist um, at felagið er stovnað og vónaði hann, at hetta kann verða mennandi fyri oljutjakið. Hann valdi annars at tosa um gongdina í oljumálinum fram til dag og nevndi tær mest týðandi fortreytirnar fyri tí støðu, sum vit eru í í dag. Talan er um tær tríggjar meginfortreytirnar, nevniliga at fáa undirgrundina á føroyskar hendur, at fáa gjørt neyðugu jarðfrøðiligu forkanningarnar og at fáa ásett undirgrundarmark millum Føroyar og Bretland.
Stjórin í Oljumálastýrinum manaði í jørðina tær mongu gitingar og illgitingar, sum hava gingið um, hví danski forsætisráðharrin Poul Schlúter á sinni bráddliga gjørdi av at lata føroyingum rættin til undirgrundina. Hann helt fyri, at vit í hesum gitingum høvdu gjørt bæði dønum og okkum sjálvum órætt, tí kanska var svarið so einfalt sum tað, at danska stjórnin varð komin til, at tíðin varð búgvin til eina slíka loysn, og at okkara egnu fólk høvdu gjørt eitt sera gott arbeiði.
-Oftani er her í Føroyum torført at geva keisaranum tað, ið keisarans er, og tað er góða samráðingarúrslitið í undirgrundarmálinum eitt dømi um. Herólvur Joensen helt fyri, at vit vóru sera væl fyrireikað, og at okkara embætisfólk og ikki minst Atli Dam, táverandi løgmaður gjørdu eitt sera gott arbeiði í hesum samráðingum.
Eisini í marknamálinum helt Herálvur Joensen, at vit hava gjørt eitt gott og miðvíst arbeiði, ikki minst tí vit hava hildið okkum til lógarinnar bókstav, tá tað snúði seg um at tulka altjóða rætt.
Reinføra føroyska oljuumsiting
Herálvur Joensen nevndi eisini komandi oljuleiting. Hann vísti á, at tað er ikki nøkur løtt uppgáva hjá okkum sum eitt lítið land at byggja upp eina oljuumsiting, sum skal standa upp ímóti teimum stóru oljufeløgunum, sum hava drúgvar royndir og orku. Hann helt styrkina vera, at vit ikki lata okkum tøla av góðum tilboðum, sum oljufeløgini koma við og vónaði, at vit fáa eina reinføra føroyska oljuumsiting.
Gunnvør Balle tosaði um samstarv og avtalur millum føroyingar og útlendingar og føroyingar sínamillum. Hon legði stóran dent á, at føroyskar fyritøkur kunnu samstarva við útlendskar fyritøkur, men tað er eisini sera týdningarmikið, at føroyskar fyritøkur kunnu kasta saman í komandi oljuútviklinginum. Hon metti, at tað er umráðandi, at vit kenna okkum viðfarin á jøvnum føti við aðrar. Størri møguleikar eru fyri menning gjøgnum samstarv heldur enn í sjálvdrátti. -Hví vilja útlendingar so arbeiða saman við okkum spurdi Gunnvør Balle og svaraði, at hetta lutvíst er út frá einum skilagóðum kravi frá føroyskum myndugleikum. Tað er so eisini tíðin, sum talar fyri slíkum samstarvi, at man nettupp tekur lokala partin við í arbeiðið. Tað eru so eisini fyrimunir hjá útlendskum fyritøkum at arbeiða saman við føroyskum fyritøkum, tí hesar hava eina vitan um samfelag, mentan, politikk, fólk ol. sum hinar ikki hava. Hon helt annars, at vit fáa mest burtur úr samstarvsavtalum við at hava heilt greið mál og við at seta avtalurnar væl saman.