Hendur og Hugflog 2000

Søluframsýning fyri føroyskt listhandverk og heimavirking

Í døgunum 21.-23. juli verður Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn aftur karmur um stóru summarsølustevnuna Hendur og Hugflog, sum varð hildin fyrstu ferð í 1997.

Høvuðsdenturin verður lagdur á at fáa luttøku frá listhandverkarum, heimavirkisfólki og øðrum, ið fáast við líknandi ikki ídnaðarkenda framleiðslu.

Endamálið við sølustevnuni er at gera vart við føroyskt handaverk og at geva teimum, ið framleiða, møguleika fyri at hitta stórt tal av keyparum, og ikki minst at hitta aðrar framleiðarar, soleiðis at hin einstaki á henda hátt kann mennast í handaverkinum.

Roynt verður at menna samstarvið við grannalondini, og eitt úrslit av hesum er, at fýra føroyskt handverksfólk júst í hesum døgum hava luttikið á líknandi framsýning í Íslandi, og at vit í ár hava boðið handverkarum úr Íslandi og Hetlandi at luttaka á stevnuni.

Tað hevur stóran týdning fyri sølustevnuna, at hon er fjøltáttað og at hon hevur eitthvørt nýtt at bjóða á hvørjum ári og fyri handverksfólkið hevur tað tann týdning, at tey fáa samband við útlendskar starvsfelagar, soleiðis at tey á henda hátt eisini fáa íblástur uttanífrá.

Á sølustevnuni vera sýningar, har fólk virka. Eisini verða móta- og vørusýningar og onnur áhugaverd tiltøk.

Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan fyrireika stevnuna.