framtíðini, sigur Elin Lindenskov. ? Hetta kemur hann til, eftir at hann ongan áhuga hevur víst barnaansingini. Hann hevur forsømt fleiri fundir millum annað í feburar, tá ið barnaansing var einasta mál á skránni [...] at skuldi eg taka undir við at játta pengar til Tórsvøll, skuldu tey taka undir við loysnunum á barnaansingarøkinum. Men tí lyftinum er Heðin gingin burtur frá, sigur Elin Lindenskov. Skraddaraseymað Sum [...] ongan áhuga víst málinum fyrr enn hann fann uppá barnagarðin í Sjónleikarhúsinum ? altso ein hjálp til ein stovn, har hann sjálvur er formaður. Alt gott um, at hann brádliga er vorðin "hyper"-aktivur, men
d. Ávegis inn fjørðin kyknar eldur í einum av hjálpimotorinum. Eldurin verður tó sløktur beinavegin. Nakrar av teimum eletrisku greiðinum gingu fyri, millum annað róðurgreiðirnar. Ferjan, sum er væl størri [...] at Norrøna kundi røkja siglingina millum Hirtshals og Kristiansand til Christian IV var klárar aftur, men hetta gjørdist heldur ikki til nakað. [...] summarsiglingin hjá Norrønu 1998 verið oyðiløgd. Umborð á Norrønu løgdu teir í fyrstuni ikki merki til nakað løgið við ferjuni. Bara tað at hon hevði so nógv ferð og eina merkiliga kós. Ikki fyrr enn tað
Men onki ber til. Hann verður fríkendur og fær eina treytaleysa umbering frá stjórnini. Men 30 ára veldi hjá hesum gamla manninum er kortini av. Hann stýrdi landinum einsamallur frá 1964 til 1994. Men heilt [...] ókent í mun til onnur afrikansk lond. Grundin er helst at finna í søguni, síðan landið í 1964 loysti frá enska hjálandaveldinum. Sum so manga aðrastaðni gjørdist hetta sjálvstýrið bert til eitt einaræði [...] Av sonnum nakað væl yvir tað vanliga hjá einum afrikana í teimum døgum. Banda fekk sær praksis í London, har hann virkaði, til hann í 1958 fór heim aftur til Nyasaland at standa á odda fyri mótstøðurørsluni
Á hvørjum ári fram til og við 1996 stóð besta liðið hjá B36 í skugganum av liðnum, sum í 1962 vann meistaraskapin. Tað gekk illa at koma úr hesum skugganum, men eftir einar tvær royndir, har tað miseydnaðist [...] var væl skiljandi. Í síðstu løtu hevði Maciej møguleikan at avgera heimaliðnum til fyrimunar, tá hann eftir langan bólt frá Bartali Eliasen gjørdist púra leysur í tunnu B36 verjuni (teir vóru farnir fram [...] illa hjá B36, og tað er sjón fyri søgn, at flaggskipið í felagnum hevur meiri enn ilt við at liva upp til tað, sum besta liðið avrikaði í fjør. Hetta verður eisini undirstrikað av hagtølunum. Tá fýra umfør
ættarliðum av kvinnuligum politikarum í Norðurlondum, sum hvarv úr politikki frá degi til dags, tá ið Thorbjørn Jagland kom til stjórnarvaldið. Spurd av Niels Frid-Nielsen á Jyllands-Postinum í farnu viku [...] hví hon varð koyrd, svarar hon einfalt, at tað er uppgávan hjá einum stjórnarleiðara at seta eina stjórn. Honum nýtist ikki at greiða frá, hví hann ikki tekur ein upp á ráð, svarar Kleveland í eini vending [...] við bara einum starvsfólki, nevniliga sær sjálvari, beint eftir at hon hevði sagt farvæl í ráðharrastovninum. Og hon hevur nógv um oyruni. Hon heldur fyrilestrar, men meginpartin av tíðini fer til at leggja
siga um innihaldið av fundunum fríggjakvøldið, annað enn at hann var væl móttikin, og at fundirnir vóru í einum góðum anda Stórt vitjanarvirksemi Um orsøkina til stóra skundin, sum málið nú hevur, sigur Lykketoft [...] heild. Tað merkir, at bankamálið, uttanlandsskuldin og blokstuðulin skal viðgerast undir einum, tá Landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast 1. juni Upprunaliga skuldu Mogens Lykketoft og Steen Ryd Larsen [...] u inntrivini, sum skulu gerast í juni mánaða, vil Mogens Lykketoft ikki gera viðmerkingar til. Heldur ikki til stóra virksemið í danska Sosialdemokratiska flokkinum, sum í síðstu viku sendu Lene Jensen
. Herumframt var tað eitt mið hjá londum sum millum annað Danmark og Hollandi, at sláa fast, at búskapurin í einum einkultum landi ? serliga í einum stórum landi ? ávirkar møguleikarnar fyri onnur lond [...] man kallar eitt tilmæli. Dømi uppá mótsetningarnar í ES-kjakinum Londini hava ikki skyldu til at fylgja einum tilmæli um at skapa fleiri arbeiðspláss, og tað er ein av teimum atfinningunum, sum kritikkararnir [...] at ES blandar seg í danskan politik. Og tað hevði jú verið neyðugt, um ES skuldi sent annað enn eitt tilmæli til eitt av londunum. So nei-argumentini eru bæði, at Amsterdam-sáttmálin ikki er nóg víttrøkkandi
umrøðu, men tað er ein partur av okkara søgu, sum vit hava skyldu til at taka undirbygda og grundaða støðu til. Vit mugu hava dirvi til at hyggja í spegilin, kenna søguna og okkum sjálv og standa við tað [...] vit eru tí á ein hátt hálv menniskju og nýta neyvan okkara givnu evni til tað ítrasta. Full viðurkenning av føroyskum samleika má til, skal andi fólksins loysast úr fjøtrum og liva »lív síns sjálvs«. In [...] borgarar í Føroyum og í alheimssamfelagnum. TÁ HJØRTUNI ORNA Til tess hava skaldini og undangongufólkini sungið treysti og álit í Føroya tjóð í 100 ár. Til tess setti Vencil próst fjøður á blað. »Eg veit, nær
heldur Jóannes Eidesgaard er ein av orsøkunum til at Lykketoft kom til Føroya at tosa við Landsstýrið, í royndini at fáa øll samráðingarmálini av greitt undir einum. Hann heldur tað ikki vera løgið, at danir [...] sigur Jóannes Eidesgaard. Men greitt er, at nógv sár standa eftir, og at tey ikki verða lekt frá einum degi til annan. Fær bankamálið eina heiðurliga loysn, fáa vit kanska betur samskifti frameftir. Tryggja [...] landsstýrismanni, sum ikki hevur gjørt annað enn at kanna bankamálið, er tað løgið at teir ikki eru farnir til samráðingarborð. Teir áttu at verið fult út til reiðar at fara undir samráðingarnar, sigur
Joensen í viðmerking til vitjanina hjá Mogens Lykketoft í vikuskiftinum. Spurdur hvat Edmund Joensen heldur um at samráðast skal um bankamálið, uttanlandsskuldina og blokstuðulin undir einum, og ikki sum gamla [...] í somu søk, og tey kunnu væl samráðast undir einum. Hinvegin er blokstuðulin mál fyri seg. Hetta er afturvendandi mál, sum verður samráðst um á hvørjum ári. Blokstuðulin fyri seg Hesaferð er tó ein [...] undir grein 9 í lógini um yvirtøkur. Tí eri eg bangin fyri, at tað er orsøkin til at blokstuðulin verður tikin undir einum í samráðingunum komandi. Tað hoyrir ikki heima har, sigur Edmund Joensen. Landsstýrið