Arbeiðsloysið er ein av teimum stóru trupulleikunum í ES-londunum. Arbeiðsloysið er í miðal 10,8 prosent, sum merkir, at umleið 18 milliónir íbúgvar í ES-londunum einki arbeiði hava. Tað er 4,4 milliónir fleiri enn í 1991. Tað er stórur munur á teimum einstøku londunum. Arbeiðsloysið er minst í Luxembourg við 3,5 prosentum og hægst í Spania við 22 prosentum. Tað hevur tí leingi verið eitt mið hjá londum som Danmark og Hollandi at hetta umráðið skal gerast meira bindandi í ES-samstarvinum.
Herumframt var tað eitt mið hjá londum sum millum annað Danmark og Hollandi, at sláa fast, at búskapurin í einum einkultum landi ? serliga í einum stórum landi ? ávirkar møguleikarnar fyri onnur lond at føra ein politikk, sum fær fleiri í arbeiði. Tað er ikki nokk, at bert eitt land setur ein arbeiðsskapandi politik í verk. Hini londini mugu gera tað sama, annars virkar politikkurin ikki.
Arbeiðsloysið hevur verið á skránni á øllum ES-toppfundum síðani 1993, men stjórnarleiðararnir hava enn onga semju funni um orsøkina til arbeiðsloysið. Og uttan semju um orsøkina er tað heldur ikki møguligt at semjast um tað røttu viðgerðina. Men broytingarnar í teimum ymsu ES-londunum, nú tað eru fleiri javnaðar-stjórnir, gjørdu tað møguligt, at fáa semju meiri arbeiði í Amsterdam-sáttmálan. Hann fastsetur, at ES-londini skullu hava sum mál at fáa fleiri arbeiðspláss.
Tað nýggja í sáttmálanum er, at ES á hvørjum ári skal gera eina vegleiðing um, hvussu man fær fleiri arbeiðspláss. Hvørt landið sær skal so brúka vegleiðingina í arbeiðsmarknar-politikkinum. Seinni skullu londini handa eina frásøgn um, hvat tey hava gjørt fyri at fáa fleiri í arbeiði. Um ES-Kommissiónin og ES-Ráðharraráðið halda, at eitt land hevur gjørt ov lítið fyri at fáa fleiri í arbeiði, kunnu tey biða landið um at gera meira fyri at fáa fleiri arbeiðspláss ? tað man kallar eitt tilmæli.
Dømi uppá mótsetningarnar í ES-kjakinum
Londini hava ikki skyldu til at fylgja einum tilmæli um at skapa fleiri arbeiðspláss, og tað er ein av teimum atfinningunum, sum kritikkararnir vísa á. Hetta er eitt gott dømi uppá tvístøðuna í tí danska ES-kjakinum. Teir donsku vinstrasinnaðu nei-sigararnir halda, at eitt tilmæli er ov leyst og ikki gevur fleiri arbeiðspláss samstundis sum teir ikki ynskja, at ES blandar seg í danskan politik. Og tað hevði jú verið neyðugt, um ES skuldi sent annað enn eitt tilmæli til eitt av londunum. So nei-argumentini eru bæði, at Amsterdam-sáttmálin ikki er nóg víttrøkkandi og at sáttmálin gevur ES ov nógv veldi.
Teir borgarligu nei-sigararnir eru ímóti, tí at teir ikki vilja at ES skal fáast við mál sum arbeiðsloysi men bert við mál sum snúgva seg um fría kapping fyri vørur, arbeiðsmegi og pengar, sum vóru við í 1986-sáttmálanum, har tann innari marknaðurin bleiv viðtikin.
Teir vinstrasinnaðu ja-sigararnir halda tað vera eina góða byrjan, at arbeiðsloysið og fleiri arbeiðspláss yvirhøvur koma við í sáttmálan. Argumentið er millum annað, at um eitt land verður útpeikað av hinum ES-londunum fyri at gera ov lítið við arbeiðsloysið, vil tað standa seg illa í fólkaeygum. Eitt tilmæli vil tí leggja press á eina stjórn um at skapa fleiri arbeiðspláss.
Teir borgarligu ja-sigararnir meina at tað neyðugt fyri at fáa ES til at virka.
Innliman av londum í Mið- og Eystureuropa
Fleiri av teimum gomlu kommunistisku londunum í Mið- og Eystureuropa hava søkt um at sleppa uppí ES-samarbeiðið. Harafturat hevur Cypern søkt um limaskap. Tað er ikki gott at vita nær tey sleppa uppí, men stjórnarleiðararnir samdust í Amsterdam um at byrja samráðingarnar við Cypern og fimm av teimum gomlu eystur-londunum. Tað eru Pólland, Ungarn, Tjekkia, Estland og Slovenia. Samráðingarnar byrja í ár. Fimm onnur lond hava søkt um limaskap, men koma ikki við í samráðingarnar enn. Tað eru Slovaka, Bulgara, Rumena, Letland og Litavia.
Fyri at blíva limir í ES skulu londini hava ein vælvirkandi marknaðarbúskap, sum merkir, at tey skulu taka burtur forðingarnar fyri tann fría handilin. Tær gomlu statsligu fyritøkurnar skulu eisini gerast effektivari. Tað er stórur munur á, hvussu langt londini eru komin á hesum økinum. Tjekkia er komið longst men eisini Pólland, Ungarn, Slovakia, Slovenia og Estland eru komin langt.
Fyri tey gomlu ES-londini er innlimanin av hesum londum um eitt friðarprosjekt. Tey vilja sameina Eystur- og Vestureuropa og tryggja hesum londum góðar búskaparligar og sosialar umstøðir, fyri at forða at vánalig viðirskifti føra til vápnastríð. Tað er eisini umráðandi at styrkja stríðið móti tí internationala mafia-líknandi kriminalitetinum, sum er heilt vanligur í Eystureuropa.
Harafturat er tað týdningarmikið at fáa hesi lond til at fylgja sterkari krøvum til umhvørvið og arbeiðsumhvørvið. Fyri ikki at fáa sosiala dumping er tað umráðandi, at tey ikki vinna kappingina við at selja vørur, tí at tey hava eitt vánaligari umhvørvi og arbeiðsumhvørvi.
Sum trygd fyri at tey nýggju demokratisku eysturlondini ikki fara aftur til tað gamla stýrið, var tað semja í Amsterdam um eina nýggja reglu um, at lond sum ikki yvirhalda grundleggjandi menniskjarættindini kunnu missa atkvøðurættin í ES.
Eingin semja um atkvøðubýtið
Fyri at tey minnu londini eisini hava nakað at siga, er atkvøðubýtið soleiðis, at tey lítlu londini hava lutfalsliga fleiri atkvøður í mun til tey stóru. Danmark við fimm milliónum íbúgvum hevur til dømis tríggjar atkvøður í ráðharraráðnum og Týskland við áttati milliónum tíggju atkvøður. Tá ið eysturlondini koma uppí ES, førir tað við sær, at tey lítlu londini við færri innbúgvum fara at ráða yvir meirilutanum.
Hetta er ein kensluligur spurningur, og tað var eingin semja um hann í Amsterdam. Ein annar spurningur er eisini býtið av kommiserum. Tað er ringt at hugsa sær, at ES skal hava fleir kommiserar enn í dag. Tað var tí semja um, at tey stóru londini, sum hava tveir kommiserar, bert skullu hava ein. Tey stóru londini vilja tó bert ganga við til hetta, um tað verður ein nýggj semja um atkvøðubýtið.
Hesir spurningarnir skulu setast á skránna í minsta lagi eitt ár áðrenn tað vera tjúgu limalond. Ì dag eru tað fimtan limalond.
Fyri og ímóti
Ja-sigararnir halda tað vera ein stóran sigur, at ES nú eisini vendir sær móti londunum í tí gamla kommunistiska blokkinum. Man vildi helst havt samráðingar við fleiri lond beinan vegin, men tað var ikki møguligt at fáa eina semju um hetta. Nei-sigararnir uppfata ES sum eitt ?Fort-Europa? og halda at ES heldur alt ov nógv lond uttanfyri og vilja heldur hava, at lond arbeiða saman í einum altjóðasambandi ístaðin fyri bindandi samarbeiði sum ES.
Umhvørvi og arbeiðs-umhvørvi partur av endamálinum hjá ES
Frísk luft og reint vatn upptekur alt fleiri fólk í Europa og tað verður ofta peika á, at dálking er markleys. Tað hjálpir tí ikki, at eitt einstakt land hugsar um umhvørvið. Roykur frá skorsteinum í ídnaðarbýum í Ruhrøkinum fellur sum sýruregn
í svensk vøtn og skitnar áir renna út í Eystursjógvin so fiskurin doyr.
Tað var tí eitt trýst á stjórnarleiðarnar fyri at fáa sterkari reglur um umhvørvið í ES. Tað førdi við sær, at toppfundurin í Amsterdam avgjørdi, at umhugsni fyri umhvørvinum og arbeids-umhvørvinum skal vera ein partur av endamálinum hjá ES. Tað merkir at umhvørvið skal við í øll politiks økjir, millum annað transportpolitikkin.
Ja-sigararnir halda umhvørvið vera eitt gott dømi uppá, at tað er brúk fyri størri samarbeiði í ES og at man ikki skal undirmeta týdningin av tí politiska signalinum, at umhvørvið skal vera við í øllum politsiku økjum í ES. Kritikkararnir leggja dent á, at tað er tað búskaparliga samarbeiði innanfyri ES, sum ger, at man ikki kan føra ein góðan umhvørvspolitik. Harafturat meina teir, at reglurnar í ES forða londum sum til dømis Danmark at føra ein harðari umhvørvispolitik. Tað eru ja-sigararnir ikki samdir við teir um. Nei-sigararnir argumentera her á sama hátt sum um arbeiðsloysið. Teir ákæra Amsterdam-sáttmálan fyri at vera ov veikan á hesum umráðnum, samstundis sum teir ikki vilja hava eitt meiri bindandi samarbeiði og felags reglur.
Flóttarfólk, innflytarar og eftirlit við landamørkunum telja mest í valstríðnum
Eitt tydningarmikið evni í Amsterdam-sáttmálanum er flóttarfólk og innflytarar. Higartil hava londini gjørt avtalur sínamillum um flóttarfólk, men Amsterdam-sáttmálin gevur ES ein størri leiklut. Ì dag skullu øll lond vera samd um reglur á hesum økinum. Sáttmálin broytir hetta til at ES-londini um fimm ár kunnu viðtaka reglur um hetta økið við fleirtalsavgerðum.
Men hesar reglurnar galda ikki fyri Danmark, tí at hetta er ein av teimum fýra sokallaðu undantøkunum. Hóast tað er tað hesin spurningurin saman við eftirliti við landamørkunum, sum telur mest í ES-kjakinum áðrenn Amsterdam-atkvøðuna.
Tey flestu ES londini, Norra og Ìsland hava í fleiri ár haft ein sáttmála um eftirlit við landamørkunum. Sáttmálin kallast Schengen-sáttmálin, tí at tað var í Schengen i Luxembourg, at man samdist um sáttmálan. Hann merkir, at londini ikki hava eftirlit sínamillum, men hava eitt strangari eftirlit við teimum uttaru landamørkunum. Ì Amsterdam var semja um, at Schengen-sáttmálin skal vera ein partur av ES-samarbeiðnum.
Nei-sigararnir hevda, at hetta merkir, at danir ikki longur kunnu hava eftirlit við landamørkunum og at tað fer at bera við sær, at landið verdur innvadera við flóttarfólkum og innflytarum. Her sær man eina eitt sindur óhugnaliga samgongu millum uttasta vinstra- og høgravongin. Teir spæla báðir uppá fremmanda ræðsluna.
Ja-sigararnir siga, at hetta ikki broytir nakað, tí at man longu er við í Schengen-samarbeiðnum.
Nøkur lond kunnu styrkja samarbeiðið innan fyri ES
Tað hava altíð verið nøkur lond sum Frankaríki og Týskland, sum hava ynskt sterkari samarbeiði enn hini londini. Amsterdam-sáttmálin ger tað møguligt, at nøkur lond í ES kunnu fara saman um eitt sterkari samarbeiði, meðan hini londini standa uttanfyri hetta samarbeiði. Tað sterkari samarbeiði kann bara gjøgnumførast um allar aðrar loysnir eru royndar og bert innan ávís umráði, fyrst og fremst rættar- og løgreglusamarbeiðið.
Verju- og uttanríkispolitikkur
Amsterdam-sáttmálin gevur ES møguleika fyri at brúka Tað Vestureuropeisku Uniónina til hjálpi-uppgávir, tá ið hetta er neyðugt fyri at varðveita frið í einum øki, sum hevur verið í kríggji. Um eitt land ikki vil vera við í hesum samarbeiði, kann tað siga nei. Eitt av teimum fýra sokallaðu undantøkunum hjá Danmark merkir, at Danmark ikki kan vera við í tílíkum uppgávum. Innan uttanríkispolitik kunnu ES-londini samtykkja eina felags støðu viðvíkjandi øðrum londum uttanfyri ES, so sum Rusland ella Miðeystur.
Svik
Higartil skulu øll lond vera samd um at niðurberja svik við ES-pengum. Amsterdam-sáttmálin ger tað møguligt hjá nøkrum londum samstarva um hetta.