300 barnagarðspláss í eygsjón

Verða allar ætlanirnar framdar í verki, sum Elin Lindenskov, býráðslimur, fer at leggja fyri Tórshavnar býráð, fáa 300 børn stovnspláss í hesum valskeiðnum, harav 87 longu í hesum árinum.

Stórt rumbul hevur verið í Tórshavnar býráð í seinastuni um trupulleikarnar á barnaansingarøkinum. Týsdagin hendi so tað, at sosiala nevnd í býráðnum varð umskipað, og formaður í nevndini er nú Heðin Mortensen. Í sambandi við formansskiftið segði Heðin í blaðnum ígjár, at hann ikki fer at helma í fyrr trupulleikarnir á barnaansingarøkinum eru loystir.

? Heðin hevur ongan áhuga víst málinum fyrr enn hann fann uppá barnagarðin í Sjónleikarhúsinum ? altso ein hjálp til ein stovn, har hann sjálvur er formaður. Alt gott um, at hann brádliga er vorðin "hyper"-aktivur, men vit eru nøkur heilt fá, sum leingi hava arbeitt hart fyri at skapa áhuga fyri barnaansing í kommununi, sigur Elin Lindenskov, sum var formaður í sosialu nevnd áðrenn umskiftið.

? Heðin hevur beinleiðis arbeitt ímóti útbyggingum av býlingahúsum, sum hóast alt er ogn hjá býráðnum. Hann vildi heldur gjalda 1.250.000 krónur til Sjónleikarhúsið umframt leigukostnaðin í framtíðini. Hesin peningur kundi verðið brúktur væl betri aðra staðni og í bygningar, sum kommunan eigur, so leigukostnaður ikki skal rindast í framtíðini, sigur Elin Lindenskov.

? Hetta kemur hann til, eftir at hann ongan áhuga hevur víst barnaansingini. Hann hevur forsømt fleiri fundir millum annað í feburar, tá ið barnaansing var einasta mál á skránni. Tá mátti fundurin útsetast, tí hvørki hann, Ingi Mohr ella Kaj Leo Johannesen møttu. Og nú skal hann vera frelsarin á barnagarðsøkinum?, sigur Elin Lindenskov.

? Hyggja vit at hvussu Heðin Mortensen arbeiddi, tá ið Tórsvøllurin var fyri, fekk hann býráðið at játta 4 mill. kr. í trý ár. Treytin var at øll fígging skuldi vera í lagi áðrenn, sáttmáli varð gjørdur og Landsstýrið hevur síðani játtað pengar. Hann sigur seg arbeiða skjótt og væl, men nú tvey ár seinni er einki hent og tað sigur eitt sindur um mannin, sigur Elin Lindenskov.

? Mín treyt tá var, at skuldi eg taka undir við at játta pengar til Tórsvøll, skuldu tey taka undir við loysnunum á barnaansingarøkinum. Men tí lyftinum er Heðin gingin burtur frá, sigur Elin Lindenskov.


Skraddaraseymað

Sum formaður í sosialu nevnd kemur Heðin Mortensen nú til ein skraddaraseymaðan politikk á barnagarðsøkinum, sigur Ein Lindenskov. Ein ætlan er gjørd fyri restina av valskeiðnum, sum Elin hevði lagt fram, um tað ikki var, at sosiala nevnd varð umskipað.

Og ætlanin er rættiliga kollveltandi. Verður hon framd í verki tryggjar hon 300 børnum barnagarðspláss í hesum valskeiðnum. Barnagarðurin Inni á Gøtu, sum verður farið undir í næstum og sum skal standa liðugur 1. jan. komandi ár, fer at hýsa 42 børnum umframt 20 dagrøktarbørnum. Í útbyggingini á Flat, sum er samtykt í býráðnum, vera 20 pláss afturat. Hini býlingahúsini, ið ætlanin er at byggja út eru Undir Fjalli, á Ternuryggi og Millum Gilja og á hvørjum stovni vera 20 pláss tøk afturat.

? Tað er lutfalsliga lætt at fara undir at byggja verandi stovnar út. Tekningar, kostnaðarmetingar og annað er klárt, men tað skal sjálvandi samtykkjast fyrst. Trupulleikin hevur verið, at Heðin Mortensen hevur ikki viljað viðgjørt málini. Hann kom við barnagarðinum í Sjónleikarhúsinum í februar og tað klutraði alt málið. Mítt uppskot var at byggja tvey býlingahús út fyri 2,5 mill. krónur og tá høvdu 40 pláss verið beinanvegin, sigur Elin Lindenskov.


Nýggjur stovnur

Á barnagarðinum á Argjum er ætlanin at fara undir eina umskipan á verandi stovni og býráðið hevur samtykt at játta at veðhalda fyri láni. Har koma 10 pláss afturat. Ein stovnur skal byggjast á Argjum afturat og har er ætlanin at 40-60 børn skulu fáa pláss.

? Ein stovnur má byggjast afturat á Argjum. Sum formaður í sosialu nevnd havi eg arbeitt við málinum, men tað er ikki politiskt samtykt. Tí skal málið ígjøgnum alla politisku viðgerðina, sigur Elin Lindenskov.

Útibarnagarðurin Spíran, sum heldur til í hølunum hjá Ríðingarfelagnum, skal hýsa fimm børnum afturat.

? Vit hava ætlanir um at gera fleiri útibarnagarðar. Eitt álit er gjørt um royndirnar av verandi útibarnagarðinum, og foreldur, starvsfólk og onnur eru so positiv fyri úrslitinum, at vit hava hug at royna fleiri. Ein miðdepil fyri einum útibarnagarði kundi verið Inni á Gøtu í tí nýggja stovninum, sum verður har, sigur Elin Lindenskov.

? Vit hava ikki slept ætlanini um barnagarðin í Sjónleikarhúsinum. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin at fara undir samráðingar við tey uttan mun til, hvat Heðin Mortensen sigur. So er at siga, at øll krøv skulu lúkast, áðrenn ein barnagarður verður í Sjónleikarhúsinum, sigur Elin Lindenskov.

? Limirnir í Havnar Sjónleikarfelag hava fingið eitt bræv undirskrivað av Heðini Mortensen sum formanni, har tað stendur at barnagarðurin skal fíggja útbyggingina av teatursalinum. Tað fann eg meg ikki í og tí fekk eg málið útsett. Eg havi einki ímóti, at býráðið stuðlar Sjónleikarhúsinum, men tað skal ikki vera við einum barnagarði, sigur Elin Lindenskov.


Plássgaranti

Umframt umskipan av dagrøktini verður eisini arbeitt við øðrum ætlanum, sum ikki eru komnar so langt enn. Men ítøkiligu ætlanirnar borga fyri 300 plássum í verandi valskeiði, har av 87 pláss í hesum árinum.

Nær kunnu vit rokna við, at øll børn verða tryggjað eitt stovnspláss?

? Ikki fyrr enn vit hava nóg mikið av plássi sjálvandi. Men tað sum hendi í Danmark, tá ið plássgaranti varð viðtikið, var at børn vórðu pressað inn á stovnarnar og dygdin var hareftir. Málið kundi hinvegin verið, at øll børn eldri enn 2 ár verða tryggjað pláss. Verða forskúlar settir á stovn í býnum, fer tað avgjørt at loysa ein part av trupulleikanum. Men tá má frítíðarskúlin eisini útbyggjast, sigur Elin Lindenskov.

? Tað er eingin ivi um, at tað verður trupult at fáa alt ígjøgnum, tí tað eru nógvir politikarar, ið ikki vilja fremja hesi mál. Tað eru nøkur, sum halda, at kontantgjald er loysnin hóast foreldrini ikki ynskja tað. Í sambandi við útbyggingina av barnagarðinum á Flat varð eg noydd at taka undir við kontantgjaldinum um tann útbyggingin ikki skuldi detta niðurfyri, sigur Elin Lindenskov.

Hóast samgongan ikki longur hevur meirlutan í sosialu nevnd ætlar Elin ikki at halda uppat við at stríðast fyri at loysa trupulleikarnar á barnaansingarøkinum.

? Ein og hvønn býráðslimur kann krevja eitt og hvørt mál fyri býráðið. Tí er tað eingin forðing, at vit ikki hava meirlutan, men man kann rokna við, at viðgerðin av málunum verður nógv seinkað, sigur Elin Lindenskov at enda.