Tað var tá ið onnur av ferjunum, sum sigla millum Hirtshals og Kristiansand, týskvøldið í síðstu viku umleið kl. 18, fekk trupulleikar við róðurgreiðunum, stutt áðrenn teir skuldu leggja at bryggju í Kristiansand.
Ávegis inn fjørðin kyknar eldur í einum av hjálpimotorinum. Eldurin verður tó sløktur beinavegin. Nakrar av teimum eletrisku greiðinum gingu fyri, millum annað róðurgreiðirnar. Ferjan, sum er væl størri enn Norrøna, fekk heldur ikki tikið av fartin, og rendi við 5 knops ferð inn í pýrin, har hon skuldi leggja at. Pyrurin er tætt við, har sum Norrøna liggur bundin. Christian IV, sum ferjan eitur, hevði tíbetur snarað so mikið, áðrenn róðurgreiðirnar gingu fyri, at teir vóru fríir av Norrønu. Men har vóru ikki so nógvir metrar at geva av. Hevði ferjan rent á Norrønu, kundi stórur skaði staðist av. Bæði fólkaskaði og matriellur skaði, og í ringasta føri kundi summarsiglingin hjá Norrønu 1998 verið oyðiløgd.
Umborð á Norrønu løgdu teir í fyrstuni ikki merki til nakað løgið við ferjuni. Bara tað at hon hevði so nógv ferð og eina merkiliga kós. Ikki fyrr enn tað brast, vaknaðu teir rættiliga við og sóu, at tað kundi verið nógv álvarsamari.
Við Christian IV vóru 406 ferðafólk, men eingin fekk skaða, tá ið ferjan steitti, hóast fleiri duttu um koll í steitinum. Ferðafólkið hevði nevnliga fingið boð at koma upp á dekkið. Nøkur høvdu fingið bjargingarbeltið uppá, og teir gjørdu eisini klárt at seta onkrar av bjargingarbátunum á sjógvin. Hetta gjørdist kortini ikki neyðugt.
Men allur vandi var kortini ikki avhasaður. Eftir at Christian IV hevði rent gronina inn í pyrin, rak reyvin á ferjuni inn móti bryggjukantinum, og hetta var heldur ikki nógar metrar frá Norrønu. Vandin var tó størri fyri eini dokk, sum lá ímillum, men tíbetur hendi eingin skaði har heldur.
Bæði pyrurin og Christian IV fingu stóran skaða. Ferjan verður ikki sett inn í sigling aftur fyrr enn eftir Hvítusunnu. Talan var eisini um at Norrøna kundi røkja siglingina millum Hirtshals og Kristiansand til Christian IV var klárar aftur, men hetta gjørdist heldur ikki til nakað.