Alt bendir á við vitjanini hjá Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, at danska stjórnin vil gera endurgjaldið fyri bankamálið so lágt sum møguligt, fyri at skáka sær undan at hava skyldina av at hava lumpað føroyingar.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard er ein av orsøkunum til at Lykketoft kom til Føroya at tosa við Landsstýrið, í royndini at fáa øll samráðingarmálini av greitt undir einum.
Hann heldur tað ikki vera løgið, at danir vilja avgreiða málini sum skjótast. Nú er so langt fráliðið og mál sum blokstuðul og uttanlandsskuldin áttu at verið avgreitt í fjør, eins og nærum hálvt ár er liðið, síðan bankakanningin kom. Hann heldur eisini, at tað er lagaligari at fáa øll málini avgreidd undir einum, men at so eiga treytir at verða settar fyri raðfylgjuni av samráðingarevnunum.
Fyrst bankamálið
Fyri føroyingar er tað umráðandi at bankamálið verður hildið fyri seg, tí úrslitið av hesum hevur ávirkan á skuldarspurningin, sum eigur at verða framhald av bankamálinum.
Tað er av stórumtýdningi fyri Føroya fólk, at vit fáa virðiligt úrslit í bankamálinum. Fyri danir hevur tað týdning, at teir fáa sín óhepna leiklut í bankamálinum at sýnast so lítlan sum til ber. Tí vil danksa stjórnin heldur minka skuldina, enn um endurgjaldsupphæddina.
Hevur tað ikki týdning fyri føroyingar at fáa skuldina burtur?
Jú, gaman í, hvar peningurin kemur frá, hevur fyri so vítt ongan týdning. Hinvegin er bankamálið rættilliga prinsipielt fyri okkum.Atburðurin hjá dønum prógvar, at teir vilja krógva seg í bankamálinum, tí bankakanningin vísir týðiliga, hvussu føroyingar vóru togaðir í blindum av donskum myndugleikum.
Tað má ikki fara afturvið borðinum uttan víðari. Tí haldi eg tað vera neyðugt at bankamálið fær eitt sjálvstøðugt endaligt úrslit, áðrenn samráðst verður umhini málini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur kortini, at eitt positivt úrslit var við vitjanini hjá Lykketoft, tá hann í Sosialinum viðgongur at danir vistu ov lítið um føroysk viðurskifti fyri fimm árum síðan, tó at hann kortini ivast, um teir vita meir í dag. Tí er tað týdningarmesta uppgávan hjá føroysku umboðunum á Fólkatingi, at kunna danir um okkara viðurskifti.
Fyri okkum, sum vóru í Landsstýrinum í 1993 - 94, og upplivdu eitt satt ráðaloysi, av tí at danir einki vistu um føroysk viðurskifti, hevur tað øgeliga nógv at týða, hvørjar avleiðingar verða av bankamálinum. Tað fær ávirkan, hvussu vit frameftir fara at samskifta við danir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men greitt er, at nógv sár standa eftir, og at tey ikki verða lekt frá einum degi til annan. Fær bankamálið eina heiðurliga loysn, fáa vit kanska betur samskifti frameftir.
Tryggja okkum betur
Tað skerst ikki burtur, at tað frameftir fara at leggja í undirvitskuna, at neyðugt verður at tryggja okkum betur enn higartil í samskiftinummillum Danmark og Føroyar.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað var í s o frammligt av Mogens Lykketoft at koma hendavegin, og heldur ikki, at tað var rætt, tá Landsstýrið valdi at taka ímóti honum.
Danski fíggjarmálaráðharrin átti ikki at sloppið á fund við Landsstýrið, eins og fyri at fáa teir í góðhýri og hervið seta góðan dám á komandi samráðingarnar. Hetta er avgjørt ein liður í eini størri ætlan hjá Lykketoft. Hann veit hvørji stig skulu takast, og ger einki av óvart, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at Lykketoft gav Landsstýrinum høvi at siga sínar hugsan, fyri aftaná at sleppa at biða um fyrigeving.
Tað er løgið at danir eru ótolnir, men eg skilji ikki løgmann, at hann nú drálar:
Undan valinum var Fólkaflokkurin altráður eftir at fara undir samráðingarnar, og nú, flokkurin hevur leiðsluna í Landsstýrinum, og hevur Tjóðveldisflokkin aftrat sær, við Høgna Hoydal, landsstýrismanni, sum ikki hevur gjørt annað enn at kanna bankamálið, er tað løgið at teir ikki eru farnir til samráðingarborð.
Teir áttu at verið fult út til reiðar at fara undir samráðingarnar, sigur Jóannes Eidesgaard.