Ambassadørur fyri talufrælsið

Øll gjørdust bilsin, tá Åse Kleveland varð vrakað sum norskur mentamálaráðharri. Hon hevði annars sett Noreg á heimskortið í stríði sínum fyri mannarættindum og talufrælsi og gjørt mentanina til eitt týdningarmikið øki. Í dag brúkar hon tíðina til fyrilestrar og aðrar uppgávur ? og hon hevur framvegis ógvuliga markantar meiningar

Mentanarlívið í Norðurlondum helt eina løtu, at tað var lygn, tá ið tað frættist, at Thorbjørn Jagland, sum fór í forsætismálaráðharrasessin eftir Gro Harlem Brundtland í 1996, ikki setti Åse Kleveland sum mentamálaráðharra.

Åse Kleveland var ikki bert tann mest markanti mentamálaráðharrin í Norðurlondum, hon hevði eisini sett Noreg á heimskortið sum mentanarpolitiskt undangonguland og var heimsins fyrsti stjórnarlimur, sum alment tók ímóti Salman Rushdie eftir at hann varð deyðadømdur av iranska prestastýrinum á vári í 1989.

Åse Kleveland gjørdi mentamálaráðið til ein týdningarmiklan stovn heima í Noregi og ferðaðist heimin runt sum trúgvur og djarvur ambassadørur fyri talufrælsið tey seks árini, hon sat í ráðharrasessinum.

Hon var ein fyrimynd hjá fleiri ættarliðum av kvinnuligum politikarum í Norðurlondum, sum hvarv úr politikki frá degi til dags, tá ið Thorbjørn Jagland kom til stjórnarvaldið.

Spurd av Niels Frid-Nielsen á Jyllands-Postinum í farnu viku um, hví hon varð koyrd, svarar hon einfalt, at tað er uppgávan hjá einum stjórnarleiðara at seta eina stjórn. Honum nýtist ikki at greiða frá, hví hann ikki tekur ein upp á ráð, svarar Kleveland í eini vending, sum hevur hon lært hana uttanat í svøvni.

So smílist hon og sigur: Men tá ið stjórnin hjá Jagland bara helt í eitt hálvt ár, gjørdi tað einki, at eg ikki var við.

Í staðin fór Åse Kleveland undir eitt partafelag við bara einum starvsfólki, nevniliga sær sjálvari, beint eftir at hon hevði sagt farvæl í ráðharrastovninum.

Og hon hevur nógv um oyruni. Hon heldur fyrilestrar, men meginpartin av tíðini fer til at leggja design til rættis í nýggju heimabýlunum hjá Telefonverkinum í Noregi. Meðan hon var mentamálaráðharri hevði hon stóran áhuga fyri hesum.


Rushdie-málið størsta vónbrotið

Hóast tað var eitt stórt vónbrot, at Åse Kleveland ikki var sett sum mentamálaráðharri aftur, sigur hon seg ikki sakna júst tað arbeiðið.

? Eg sakni ikki so nógv arbeiðið sum tey fólkini eg arbeiddi saman við, sigur Åse Kleveland, sum sigur, at Rushdie-málið var hennara størsta vónbrot sum politikari. Hon heldur, at tíðin er farin frá, at fáa eina politiska loysn á málinum.

? Tað er trupult at síggja, hvussu málið kann verða loyst við eini nýggjari iranskari stjórn men uttan økt altjóða trýst.

Norðurlond stuðlaðu henni ikki í nóg stóran mun tá ið hon skuldi ganga á odda í eini málrættaðum altjóða trýsti at fáa prestastýrið at taka deyðadómin yvir Rushdie av.

? So skjótt handilsáhugamál vórðu blandað uppí, gjørdist pragmatisman einaráðandi. Eisini millum mínar egnu starvsbrøður í Europa. Men vit kunnu ikki lata sum um málið einki hevur við okkum at gera. Fleiri milliónir muslimskir innflytarar eru í Europa, tí viðkemur tað sanniliga eisini okkum, sigur Åse Kleveland.


Mannarættindi og talufrælsi

Åse Kleveland er fødd í Stockholm fyri 48 árum síðani. Hon kom til Noregs sum sjey ára gomul, gjørdist landskend sum Grand Prix-sangari, las løgfrøði, og arbeiddi sum tónleikari, til hon gjørdist leiðari av Norsk Musikerforbund.

Meðan hon var mentamálaráðharri náddi hom at umskipa øll øki innan ráðharrastovnin, men størstu fingramerkini hon setti eftir seg var innan mannarættindi og talufrælsi.

Sambært Åse Kleveland er tað ein týdningarmikil politisk avbjóðing at gera fólkið búgvið til mentanarligu broytingarnar, sum fara at eyðkenna samfelagið í komandi tíðum við øktari innflyting og nýggjum tøkni.

? Vit mugu varðveita kensluna av at vera eitt samfelag, har hvør einstakur hevur eitt hvørt at siga hvør øðrum. Margfaldni merkir, at innflytarabólkar verða drignir uppí, men eisini mentanin í útjaðaranum.

Åse Kleveland óttast meiri fyri, at felags mentanin dettur niðurfyri heldur enn miðlakonsentrasjónina, sum hon sær bæði sum ein møguleiki og sum ein hóttan.

? Kanska fer tað lokala at ganga hond í hond við tað altjóða, men undir øllum umstøðum er tað í Noregi av týdningi, at ein sterkur politikkur verður førdur á listarliga økinum. Tað verður ov snævurt og ov smátt, um lokal bygdarráð einsamøll skulu gera av, hvussu mentapolitikkur skal stýrast. Tað er ikki nóg mikið av pengum ella útsýni til at satsa djarvt. Eg dugi als ikki at ímynda mær ein mentapolitikk, sum er stýrdur úr Brüxelles. Listin verður upplivað við stórari frástøðu av nógvum fólkum og tað verður tí ein nýggj uppgáva at fáa listina og fólkið í tættari samband við hvørt annað, sigur Åse Kleveland.

Fyrrverandi mentamálaráðharrin í Noregi hevur langt frá mist málið. Hon tosar framvegis við størri myndugleika enn nógvir núverandi mentamálaráðharrar.


(Niels Frid-Nielsen, Jyllands-Posten 15. mai 1998.)