jólasølan í ár hevur verið umleið hin sama sum í fjør. - Vit hava ikki neyvt útgreinað, hvat fólk hava keypt í ár í mun til í fjør, men líkt er til, at fólk hava roynt at keypt skilagott – um eg so kann siga [...] at fólk kanska heldur hava keypt klæðir, brúkslutir og ting, sum tey veruliga vita koma til brúks. - Eg vil ikki siga, at jólagávurnar endiliga hava verið bíligari enn í fjør, men skilabetri, leggur hon [...] ár. Flestu handlar eru í miðstaðarøkinum, og har búgva eisini nógv flest fólk. Tí væntaði eg slett ikki, at okkara handilshús fór at vinna hesa atkvøðugreiðslu. Eyðvør Berg heldur fyri, at tað er altíð
sum hesa náttina. Tá ið vit skiftu orð við Rosu, sást, at hon ikki rættiliga var komin yvir tað, ið hent var. Hon mintist ikki so væl til smálutirnar í samrøðunum, hon hevði við Karl Martin um kvøldið [...] slepst ikki undan skipsvanlukkum. Hóast skipini eru vorðin betur, er ógjørligt at byrgja upp fyri øllum sum kann henda á havinum. Á bryggjuni í Saltangará mikumorgunin, tá ið Brimil var komin til lands [...] manningin var komin av skipinum í øllum góðum. Reaktiónirnar komu ikki fyrr enn aftaná, og tað var torført at sovna aftur. Tað gjørdi tað ikki betur, at streymurin fór um 01.30-tíðina, og at alt gjørdist bølamyrkt
, tá ið hann skuldi bakka umborð á Smyrli. - Men soleiðis er tað ikki. Hetta er ein misskiljing, tí bilurin var ikki komin heilt út til okkara, tá ið óhappið hendi, sigur yvirstýrimaðurin umborð á Smyrli [...] ov tíðliga til høgru; hann kemur oman á bryggjukantin og koppar út av. Sakk skjótt Erland sigur, at hann gjørdist ógvuliga skakkur, tá ið hann sá bilin fara út av bryggjukantinum. - Eg leyp til við einum [...] einum bátshaka, men bilurin sakk ógvuliga skjótt. Ein annar maður kom eisini til beinanvegin. Erland sigur, at bilførarin fór niður við bilinum, men megnaði at sleppa sær út úr bilinum og koma uppaftur at
Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, gleðir seg altíð til G! Festivalin, og hann hevur verið á øllum teimum undanfarnu - við undantaki av tí eina árinum, tá hann ikki var heima. - Heilt síðan byrjan havi eg saman [...] við familjuni verið á G!, og hetta er eitt tiltak, sum okkum øllum dámar væl. Hann vísir á, at G! ikki minst er eitt familjutiltak, og tí plaga hann, konan og børnini at vera saman, meðan dagur er. Tá [...] øllum hjartaliga vælkomnum á G! Festivalin, sum verður í døgunum, 14.-16. juli. - Eg gleði meg altíð til G!, og tað gera mong við mær. Hetta er eitt frálíkt høvi hjá okkum at leggja gerandisdagin frá okkum
rógva og hittast til hugna. Soleiðis er eisini vanligt, at nakrir róðrarbátar eru við í siglingini av Eiði til Hósvíkar, og tað er serliga róðrarfólkið, sum í fleiri ár hevur tikið stig til at fara ein túr [...] Stovan er ikki nakar gardinbátur, soleiðis sum vit kenna snotuligu glastrevjabátarnar í dag, sum burtur av eru bygdir og innrættaðir til frítíðarsigling - við hornasofum, tvímanskømrum, wc, bað og ymiskum [...] siglt verður av Eiði til Hósvíkar. Vanligt er, at gamli deksbáturin er á tremur við fólki henda túrin, og umborð eru oftast bæði ung og tilkomin, kvinnur og menn. - Eg gleði meg altíð til regattatitakið, og
í árinum. Gleði meg altíð til ólavsøkuna. Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? - Ólavsøkan byrjar dagin fyri við, at føroysku klæðini verða gjørd klár, og við at gera mat kláran til ólavsøkuna. Ólavsøkuaftan [...] verður tað ein góður nátturabiti. Vónandi verða eisini stundir at fara til ólavsøkukabarett. Hon vísir á, at um kvøldið verður farið til fólkafundin á Doktaragrund, og eftir hetta verður farið at uppliva ymiskt [...] havnargøtum, áðrenn farið verður til midnáttarsangin. Hvat er tað besta við ólavsøkuni? - At hava hugnaligar dagar saman við familju og vinum og at hitta kenningar, tú ofta ikki hevur sæð í eina tíð. At uppliva
aður, svarar trimum spurningum um G! Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!? Eg gleði meg hvørja ferð at koma á G!, men tað er ikki altíð sjálv tónleikaskráin, sum dregur meg. Fyrst og fremst er tað samveran [...] kenni og hugnin í bygdini. Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til? Í ár er tað eisini soleiðis, at tað heldur ikki er eitt serligt navn á skránni, sum dregur meg norður. Tað er at koma aftur [...] kenningum. Hvat er títt besta G! minni? Míni bestu minnir eru kanska heldur ikki altíð tónleikurin, hóast tað hevur verið stórt. Til dømis, tá Europa spældi á sandinum. Sjónleikurin hjá Kjartan Hansen í fjósinum
løgdu merki til ein hálvan føroying í Danmark. Hetta var tá 22 ára gamli Christian Lamhauge Holst, sum hevur mammu úr Tórshavn. Tølini talaðu fyri seg, og hann varð alt fyri eitt úttikin til landsdystin [...] inn á vøllin fyri Lyngby, føli eg meg ikki sum ein heilan danskara, - eg føli tað føroyska blóðið í mær, sigur Christian. Christian hevur sáttmála við Lyngby til 31. desembur 2008. Í Lyngby verður hann [...] Málslúkari Nú Christian hevur leikt yvir teir 100 dystirnir fyri besta mansliðið hjá Lyngby, hevur hann ikki skorað færri enn 64 mál. Eitt tal, ið man fara at nærkast tí hjá Toda Jónsson í FCK, har hann á sinni
um tey koma við til Danmarkar tá, velst um so nógv. Millum annað er ikki greitt, hvussu nógv Guðrun fær atgongumerki til ella hvussu nógv hon kann hava við sær. Og at ogna sær pláss til finaluna í Forum [...] har ein kann senda heilsan til Guðrun og hinar luttakararnar, verður eisini eitt sindur kjakast um klæðini. Og leysasøgur hava sagt, at Guðrun til fyrsta umfar av kappingini ikki var í tí, sum fólkini hjá [...] Guðrun tó ikki heilt, tó at okkurt er um, at klæðir vórðu skift út, men at tað ikki altíð er so lætt við klæðunum, tað váttar hon. - Tað er ymiskt, sum skal rigga og vera so og so. Tað skal rigga til upptøkutólini
ta tíðina sum krevst til hetta. Hann sigur, at tá tú ert nógv upptikin av politikki, sum hann hevur verið seinastu árini, er ikki tíð til so nógv annað. - Nú verður betri tíð til annað. Eg havi alt mítt [...] i. Men, hetta hevur ikki altíð verið so. Haldi, at hetta er komið, síðani eg setti meg í borgarstjórastólin, har tú millum ár og dag fær mangt og mikið hongt um hálsin. Um tú ikki dugir at sletta tað av [...] hann sum er stavnhaldið í øllum tí, sum eg geri og haldi. Haraftrat eru jólini ein gleðistíð. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hevur alla familjuna samlaða rundanum teg, tá tú hevur børn á sjónum og onnur