- Eg gjørdist bilsin

- Høgni Hoydal roynir at skáka sær undan teimum trupulleikum, ið eru skaptir við at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.

 

- Eg gjørdist bilsin, tá eg hoyrdi samrøðuna við Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, útvarpinum á miðdegi mánadagin, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum, Anfinn Olsen, sum hevur sent miðlunum lesarabræv seinnapartin í dag.

 

"Eg skilji ikki, hví manningarfeløgini ikki krevja sín rætt og nokta at gjalda. Tað, sum hendir nú… síggi eg sum eina ávísa provokatión frá reiðarunum, kanska til at øsa manningarnar upp ímóti uppboðssøluni…"

 

Soleiðis endurgevur Anfinn Olsen landsstýrismannin fyri at málbera seg, og formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at slík úttalilsi er ein óvanlig og óhóskandi uppílegging frá einum landsstýrismanni í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

 

- Við hesum orðum heitir landsstýrismaðurin á partar á arbeiðsmarknaðinum um at bróta ein galdandi sáttmála. Tað er upp til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at avtala lønarviðurskiftini, og her skal politiska skipanin halda seg langt burtur.

 

Anfinn Olsen vísir á, at sambært sáttmálunum millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini, sum eru galdandi til 1. apríl í 2019, er gjald fyri keyptar kvotur loyvdur frádráttur.

 

- Í samrøðuni sigur landsstýrismaðurin eisini, at tað er eitt nýtt sterkt arbeiðsmarknaðaramboð, at tað er ásett í lógini um sjófeingi, at manningarnar skulu lønast eftir sáttmálunum við manningarfeløgini.

 

Men, hetta rópar formaðurin í Reiðarafelagnum fyri "eitt spæl fyri gallarínum", tí við undantaki av útróðrarbátum og trolbátum, eru øll reiðarí limir í Reiðarafelagnum, og tey hava tískil skyldu til at fylgja teimum sáttmálum, sum eru við manningarfeløgini.

 

- Hesa skyldu hava tey altíð havt, og hesir partar vilja framhaldandi avgreiða síni viðurskifti eftir galdandi reglum á arbeiðsmarknaðinum - og uttan politiska uppílegging.

 

Anfinn Olsen leggur dent á, at fiskivinnan hevur verið ímóti uppboðssølu. Hinvegin hevur fiskivinnan tikið undir við eini nýskipan, men ikki við henni, ið er samtykt í lógini um sjófeingi.

 

- Um endamálið við lógini um sjófeingi verður sagt, "at tilfeingisrentan – tann serligi eyka vinningurin av avmarkaðari atgongd til sjófeingi… eigur í mest møguligan mun at falla til landið".

 

- Í nýskipanarálitinum verður víst á, at Búskaparráðið í síni frágreiðing í 2014 við útrokningum staðfesti, at meira enn helmingurin av árligu tilfeingisrentuni fellur til manningarnar. Hetta er ráðgevingin frá Búskaparráðnum og búskaparfrøðingum í Fiskimálaráðnum.

 

Formaðurin í Reiðarafelagnum vísir á, at tað tí eisini er í tráð við lógina, at manningarnar luttaka.

 

- Tað er greitt, at landsstýrissmaðurin hevur ein trupulleika, nú hann hevur trýst verandi lóg um sjófeingi ígjøgnum ímóti viljanum hjá vinnuni. Tí er tað óhóskandi, at hann nú royndir at skáka sær undan teimum trupulleikum, ið eru skaptir við at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá fiskivinnuni á sjónum, sigur Anfinn Olsen.