- Eg gleði meg altíð til ólavsøkuna

Kristina Háfoss gleðist um at síggja okkara vøkru føroysku siðvenjur vera varðveittar og mentar ár eftir ár.

Fert tú á ólavsøku? 

 

- Ja, ólavsøkan er eitt av hæddarpunktunum í árinum. Gleði meg altíð til ólavsøkuna.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? 

 

- Ólavsøkan byrjar dagin fyri við, at føroysku klæðini verða gjørd klár, og við at gera mat kláran til ólavsøkuna. Ólavsøkuaftan hugna vit okkum um morgunin við morgunmati, lurta eftir ólavsøkusendingini í útvarpinum og lata okkum og børnini í føroysku klæðini. Síðan liggur leiðin heim á Vaglið til setanina av ólavsøkuni.

 

Tað sigur Kristina Háfoss. 

 

Hon vísir á, at onkur av børnunum luttaka eisini í skrúðgonguni saman við ítróttarfólkunum.

 

- Eftir setanina fara vit at royna ymiskt, sum býurin hevur at bjóða, eitt nú listaframsýningar, eydnuspøl, eydnuhjólið í KFUM, og vit fara helst eisini ein túr út á Tinganes at fylgja við parti av kappróðrinum. Eftir kappróðurin hittast vit systrar altíð saman við familju heima hjá foreldrunum á Argjum til góðan bita og hugna.

 

Kristina Háfoss sigur, at ólavsøkudagur byrjar við einum av hæddarpunktunum á hátíðini.

 

- Tá fara vit heim á Vaglið at uppliva vakra kórsangin og skrúðgonguna. Kanska verður eisini farið ein túr inn í Løgtingið at hoyra ólavsøkurøðu løgmans. Seinnaparturin verður hugni saman við børnum og familjuni í býnum, og síðan verður tað ein góður nátturabiti. Vónandi verða eisini stundir at fara til ólavsøkukabarett.

 

Hon vísir á, at um kvøldið verður farið til fólkafundin á Doktaragrund, og eftir hetta verður farið at uppliva ymiskt í býnum, eitt nú konsertir og undirhald, og at hitta vinir og kenningar í havnargøtum, áðrenn farið verður til midnáttarsangin. 

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni? 

 

- At hava hugnaligar dagar saman við familju og vinum og at hitta kenningar, tú ofta ikki hevur sæð í eina tíð. At uppliva samanhaldið og góða hýrin, tá føroyingar úr øllum landinum og úr útlondum hittast og hátíðarhalda ólavsøkuna saman. At okkara vøkru føroysku siðvenjur verða varðveittar og mentar ár eftir ár.

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Mær dámar ólavsøkuna so sera væl, soleiðis sum hon er. Um okkurt skuldi verið gjørt betur, so kundi tað verið at spjatt ymisku básarnar og undirhaldið til børn í miðbýnum betur. 

 

Kristina Háfoss vísir á, at í ólavsøkuskránni hesaferð verður roynt at hava virksemi til børn á fleiri støðum, so vónandi fer hetta at verða ein góð loysn. Tað hevði eisini verið ein fyrimunur, heldur hon, um børn høvdu atgongd til fleiri av upplivingunum uttan kostnað ella til lægri kostnað fyri at geva øllum barnafamiljum sama møguleika at bjóða børnunum eina góða uppliving á ólavsøku.

 

- Tað er gleðiligt at síggja fleiri nýggj tiltøk til børn í ólavsøkuskránni í ár, eitt nú felagssangin, sum verður á trappuni í Vágsbotni og fleiri tiltøk í gamla kommunuskúlagarðinum. Vil ynskja øllum eina góða ólavsøku, eru seinastu orðini hjá Kristinu Háfoss á hesum sinni.