- Eg gleði meg altíð til regattatiltakið

Deksbáturin Stovan, sum Gunnbjørn Joensen eigur saman við trimum øðrum, er í ávísan mun vorðin ein ímynd av regattasiglingini í Sundalagnum, sum í ár verður fríggjadagin hin 13. august. 

 

 

 

Stovan er ikki nakar gardinbátur, soleiðis sum vit kenna snotuligu glastrevjabátarnar í dag, sum burtur av eru bygdir og innrættaðir til frítíðarsigling - við hornasofum, tvímanskømrum, wc, bað og ymiskum øðrum nútímans hentleikum. Men teir, sum eiga Stovuna, eru glaðir fyri bátin og hava ongar ætlanir um at skifta hann út við nútímans frítíðarbát.

 

Saman við einum øðrum báti vóru eigarar av Stovuni ein rundtúr í nakrar dagar nakað fyri ólavsøku. Á ferðini vóru í minsta lagi tveir umborð alla tíðina - og onkuntíð upp í sjey. Onkur mynstraði umborð, og onkur mynstraði av. Gunnbjørn Joensen sigur, at vanligt er at gera ein slíkan túr einaferð um árið. 

 

- Hesaferð sigldu vit runt Sandoynna. Hóskvøld lógu vit í Skopun, og fríggjadag vóru vit í Skálavík. Vit lógu í Nólsoy fríggjakvøld, og leygarkvøld lógu vit í Havn, sigur hann og leggur aftrat, at ein slíkur túrur er ikki ein familjutúrur, men meira ein vinfólkatúrur, har fólk eru við, sum tíma at sigla og hugna sær saman.

 

Stovan er bygd í Danmark í 1928 og er soleiðis 93 ára gomul. Deksbáturin kom úr Danmark til Vestmanna í 1980-unum og teir fýra, sum nú eiga bátin, hava átt hann síðan 2005. Gunnbjørn Joensen sigur, at motorurin er ein Buck 54 HK, sum er frá fyrst í sjeytiárunum, so hetta er eisini ein gamal motorur.

- Báturin gongur kanska einar 5, 6 ella 7 míl - á ”sløttum”, sum hann skemtandi tekur til. 

Hann vísir á, at tá ein deksbátur av hesi støddini hevur so lítlan motor og fer út á harðan streymasjógv, er umráðandi at passa sær streym, tí tað kann skjótt vera, at rákið er líka so hart, sum ferðin á bátinum.

- Soleiðis passaðu vit okkum eisini streym á ferðini kring Sandoynna og á túrinum úr Skálavík til Nólsoyar.

 

##med2##

Ein motorur á 54 HK brennur lítið, og Gunnbjørn Joensen heldur skemtandi fyri, at á einum slíkum túri, sum varar í nakrar dagar, gongur sjálvsagt meira øl enn diesel!

 

Stovan er altíð við á regattatiltakinum í Sundalagnum, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar. Vanligt er, at gamli deksbáturin er á tremur við fólki henda túrin, og umborð eru oftast bæði ung og tilkomin, kvinnur og menn. 

 

- Eg gleði meg altíð til regattatitakið, og tað geri eg eisini hesaferð. Hetta er eitt hugnaligt tiltak, sum vit síggja fram til. Siglingin er altíð hugnalig, og tað er kvøldið í Hósvík eisini, sigur Gunnbjørn Joensen og vísir á, at regattatiltakið í Hósvík byrjaði í fyrsta lagi sum eitt róðrartiltak, har ikki minst kappróðrarfólk, sum høvdu luttikið í kappróðri gjøgnum summarið, kundu rógva og hittast til hugna.

 

Soleiðis er eisini vanligt, at nakrir róðrarbátar eru við í siglingini av Eiði til Hósvíkar, og tað er serliga róðrarfólkið, sum í fleiri ár hevur tikið stig til at fara ein túr upp á Grønhólm ávegis suður ígjøgnum Sundalagið. Á Grønhólmi, sum liggur stutt úr landi norðanvert Streymnes, er vanligt at taka hendur saman í ein dansiring og kvøða nøkur ørindi, áðrenn farið verður aftur í bátarnar til Hósvíkar.

 

##med3##