- Eg gleði meg altíð til G!

- G! Festivalurin er eitt frálíkt høvi hjá okkum at leggja gerandisdagin frá okkum eina løtu, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen.

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, gleðir seg altíð til G! Festivalin, og hann hevur verið á øllum teimum undanfarnu - við undantaki av tí eina árinum, tá hann ikki var heima.

 

- Heilt síðan byrjan havi eg saman við familjuni verið á G!, og hetta er eitt tiltak, sum okkum øllum dámar væl.

 

Hann vísir á, at G! ikki minst er eitt familjutiltak, og tí plaga hann, konan og børnini at vera saman, meðan dagur er. Tá so kvøldið kemur, plaga børnini at vera heima, og tá plaga konan og hann at fara ein túr út aftrat.

 

Jóhan Christiansen heldur, at G! Festivalurin er eitt frálíkt høvi hjá fólkinum, sum býr í økinum, at vísa blíðskap og vísa fram bygdina og kommununa.

 

- G! Festivalurin er eitt sera væl vitjað tiltak, sum hópur av fólki á ymiskan hátt stendur aftan fyri og er partur av. Vit fegnast um at hava fólk í økinum, sum ár um ár taka tøk, soleiðis at hetta tiltak kann reisast á føtur.

 

Vegna Eysturkommunu ynskir Jóhan Christiansen at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á G! Festivalin, sum verður í døgunum, 14.-16. juli.

 

- Eg gleði meg altíð til G!, og tað gera mong við mær. Hetta er eitt frálíkt høvi hjá okkum at leggja gerandisdagin frá okkum eina løtu, sigur borgarstjórin.