Skipsbrot
So leingi, siglt verður á havinum, slepst ikki undan skipsvanlukkum. Hóast skipini eru vorðin betur, er ógjørligt at byrgja upp fyri øllum sum kann henda á havinum.
Á bryggjuni í Saltangará mikumorgunin, tá ið Brimil var komin til lands við manningini á Jógvani Norði, hittu vit konu skiparan, Rosu Joensen. Tey búgva bæði á Morskranesi.
Fekk andvekur
- Eg tosaði við Karl Martin um 23-tíðina týskvøldið. Um midnáttina legði eg meg at sova, men umleið klokkan 01 vaknaði eg við, at telefonin ringdi. Tað var maðurin, sum var í hinum endanum og fortaldi, at Jógvan Norði var sokkin, og at øll manningin nú var umborð á línuskipinum, Klakki.
- Eg gjørdist eg ógvuliga kløkk, men samstundis ógvuliga fegin um, at øll manningin var komin av skipinum í øllum góðum. Reaktiónirnar komu ikki fyrr enn aftaná, og tað var torført at sovna aftur. Tað gjørdi tað ikki betur, at streymurin fór um 01.30-tíðina, og at alt gjørdist bølamyrkt.
Rosa, sum í nógv ár hevur havt mann og synir á sjónum, sigur, at sjálvandi hevur hon hugsað um, hvat kann henda teimum, ið søkja sjógvin, bæði í góðum og ringum líkindum.
- Hetta er ein tanki, sum kemur fram av og á, men tá ið hetta er ein so stórur partur av gerandisdegnum, gongur tú ikki dagliga og hugsar um tað ringasta, sum kann henda.
Rættiligur hvøkkur
Rosa viðgongur, at hon hevur fingið ein rættiligan hvøkk.
- Eg trúgvi ikki, eg nakrantíð er vorðin so kløkk áður sum hesa náttina.
Tá ið vit skiftu orð við Rosu, sást, at hon ikki rættiliga var komin yvir tað, ið hent var. Hon mintist ikki so væl til smálutirnar í samrøðunum, hon hevði við Karl Martin um kvøldið og seinni um náttina.
- Í løtuni eri eg bara so ógvuliga fegin og takksom um, at øll manningin er komin aftur til lands í øllum góðum, sigur Rosa Joensen.