Ársins Leiðari
Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, dylur ikki fyri, at hann er ógvuliga fegin um heiðurin sum "Ársins Leiðari 2006".
- Nei, hetta hevði eg slett ikki droymt um. Eg var ikki staddur á Hotel Føroyum, tá ið eg í døgurðatímanum fekk at vita, at heiður var fallin mær í lut. Eg gjørdist púrasta ovfarin og glaður, sigur forstjórin.
Nógvar heilsanir
Hann sigur seg hava fingið hópin av teldupostum við heilsanum, og hann hevur eisini fingið hópin av blómum og øðrum heilsanum, síðan tað frættist um tilnevningina.
- Jú, tað er so avgjørt, at hetta hitar í einum starvi sum mínum, men eg vil leggja dent á, at eingin leiðari megnar ein slíkan heiður einsamallur. Hetta er eitt toymisavrik, ið vit øll, sum starvast í Føroya Sparikassa, eiga lut í.
Fleiri um boðið
Vit spurdu Marner Jacobsen, hvørjar eginleikar hann hevur sum leiðari, sum aðrir ikki hava, nú heiðurin fall honum í lut millum fleiri aðrar?
- Nei, tað dugi eg ikki so væl at siga. Eg ivist onga løtu í, at vit hava nógvar góðar leiðarar, sum høvdu uppiborið ein slíkan heiður.
Hann dylur kortini ikki fyri, at tað, sum starvsfólkini frá ovast til niðast í Føroya Sparikassa hava staðið fyri í hesum broytingartíðum, er megnartak og megnaravrik.
Sjónligur stjóri
Hann heldur, at ein orsøkin til, at júst hann er kosin ársins leiðari, kanska liggur í, at hann hevur verið so sjónligur í longri tíð.
- Vit hava torað at gingið nýggjar leiðir, og tað hevur hepnast okkum í Føroya Sparikassa væl, sigur forstjórin, sum ásannar, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman í øktu kappingini og nýggju tíðini, vit eru í.
Marner Jacobsen hevur verið forstjóri í Føroya Sparikassa síðani 1999. Hann er 43 ára gamal og hevur útbúgving sum cand.oecon. frá Århus Universiteti.