a fyri ein svimjara, og tað er kappingin, sum øll satsa uppá. Eisini fyri meg er tað størsta at koma til OL, so nú kann eg endiliga hava tað sum eitt mál, sigur Pál Joensen, ið sær tað sum ein ordiligan [...] frammanundan. Eg havi verið niðan fyri ta gomlu kravtíðina til OL, so fyri meg er OL í London í 2012 nú ein realistiskur møguleiki, eg kann fara eftir. Undir danskt flagg Føroyar hava altjóða limaskap í altjóða [...] eg við til størstu kappingina av øllum, má tað vera sum partur av danska landsliðnum. Hitt er ikki ein realistiskur møguleiki nú, so eg má bara vera glaður fyri tað, eg kann fáa, sigur Pál Joensen, ið viðgongur
Tað tyktist vera ein skilagóð ætlan, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, borðreiddi við í Sosialinum í februar í fjør, tá hon mælti til at skipa føroyska fólkaskúlan í sjey skúladømi [...] stórur tørvur er á dagførdum undirvísingarmiðlum, bæði vanligum undirvísingarmiðlum og teldutøkum, eins og undirvísingaramboðum yvirhøvur. Hon segði eisini, at nógvir skúlar lúka ikki krøv til nútímans [...] um - og nýta peningin til at førleikamenna og dagføra sama skúlaverk. Her fáast fleiri flugur við ein smekk. Men nú tykist kortini verða vent í holuni, tí nú ber ætlanin við at skipa landið í sjey skúlaøki
Lættari atgongd elvir til meira tilvitan Tað, at føroyingar nú ein leygardag kunnu avgera, um tað skal verða vín afturvið matinum, ella um ein ætlar sær í býin, er eftir okkara meting eitt stórt framstig [...] viðføra, at fólk og ungdómar fáa eina meira avslappaða tilgongd til rúsdrekka, og harvið fylgir eisini ein størri tilvitan um fylgjurnar av ovurnýtslu og viðgerðarmøguleikar. Ungmannafelagið Samband heldur [...] fjølmiðlarnar og harvið køva demokratiið. Tað er okkara greiða fatan, at hetta er eitt ynski, sum ein stórur meiriluti av Føroya fólki kann taka undir við, og tí halda vit, at hetta er eitt gylt høvi at
Sjálvstýrisflokkinum eru Norðoyggja, Eysturoyggin og Suðurstreym. - Nú hevur Eysturoyggin ein landsstýrismann, Norðoyggjar ein tingmann og Suðurstreym hevur varamannin, og tað merkir alt annað líka, at tað kemur [...] vóni, at vit kunnu fáa eina avkláring tíðliga í hesum valskeiðnum, sigur Kári P. Højgaard. Tað er ein nýggjur tanki, við fólkaatkvøðu um kommunusamanleggingarnar. - Tað var tað, sum hendan samgongan kundi [...] umhvørvismál og løgmál, og undir tað seinasta kemur eisini yvirtøka av útlendingamálunum, sum eisini er ein partur av samgonguskjalinum, sigur Kári P. Højgaard. So tað eru nakrar stórar uppgávur, sum liggja
undir eina orkuvinnu, har grøn orka verður ein útflutningsvøra. Ongin ivi er um, at stórur eftirspurningur er á grønari orku á europeiska meginlandinum, tí kann ein orkuvinna bæði skapa inntøkur og arbeiðspláss [...] í Hoyvíkshaga framleiða 47 GWh, kostnaðurin er 192 mió. kr, byggitíðin er 1 ár. Hetta er avgjørt ein skilagóð íløga, byggitíðin er stutt, og kostnaðurin er ikki stórur í mun til elframleiðsluna. Samstundis [...] kaðal, sum helst kostar um 2 mia. kr. Veljið Karl A. Olsen og Sjálvstýrisflokkin, um tit vilja hava ein skilagóðan og framfýsnan orkupolitikk. X við lista D
ár, og vit vænta nógv fólk í Ítróttarhøllina á Skála í morgin og sunnudagin, sigur Anfinn Gærdum, ein av fyrireikarunum av hesum afturvendandi tiltaki. Tað byrjaði í 1998, og nú vit skriva 2011, er eingin [...] eingin slingur í valsinum. Høllin á Skála er enn einaferð fullteknað við umleið 30 ymiskum framsýnarum. Ein forvitnislig skrá er løgd og tey, sum koma inn á gólvið, sleppa ikki bara at síggja, hvat ymisku f [...] bjóða vitjandi nær og fjar - inn á gólvið. - Men tá tiltakið er liðugt, alt hevur eydnast væl, og ein tíð er liðin, birtist hugurin aftur at taka eitt tak aftrat. Soleiðis hevur tað verið hvørt ár, og
Ein triði rópar eisini 10-0, ja allir 33 leikarar renna við armunum yvir høvd siga seg hava vunnið 10-0. Men trupulleikin at eingin hevur vita, hvør hevur verði í parti. Leikarar á øllum liðunum hava, [...] tá tað hevur passa teimum, blakað floks-troyggjuni, og spælt solo. Hetta hevur verið sum at sæð ein fótbóltsdyst í smápiltadeildini. Her hevur eingin taktikkur veri, eingin leikari hevur hildið seg á [...] er komnir til bóltin, so hava teir bara smekka til hann, ikki hugsa um at spælt bóltin víðari til ein viðleikara, sum kanska stendur púra fríður frammanfyri málinum. Tí hugsa tær um hann fekk mál so kann
børnum. Hanns skrivaði ævintýr og eina røð av skaldsøgum, og í 1880 fekk hann tað hugskot at brúka ein fittan, kúllaligan og eygagóðan figur, sum gjøgnum smáar myndasøgur, einar 3 til 5 myndir, frambar [...] útgávuni frá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Nógv hava nýtt søgurnar um Pinocchio sum grundarlag, og ein hin kendasta er søgan hjá Walt Disney. Walt Disney fyritøkan ger ofta syrgiligar søgur barnavinarligar [...] Sjónleikarfelag hevur sett Pinocchio upp tvær ferðir áður, í 1986 og í 1996. Í fyrra førinum var tað ein sangleikur evnaður til av sviunum Staffan Gøtestam og Peter Flack, sjónleikarar og tónleikarar. Oskar
Tað er ikki oftari enn so, at ein uttanlandsferð kann vinnast eina stuttliga og hugnaliga løtu á seiðabergi. Men hetta er møguligt í dag, leygardagin, nú borðtennisfelagið Nykur á Toftum skipar fyri Føroya [...] hinari kappingini, sun eisini øll kunnu verða við í, eru nógvir vinningar at vinna. Høvuðsvinningur er ein uttanlandsferð fyri tvey við bili, Tórshavn-Hirtshals-Hirtshals-Tórshavn, sum Smyril Line hevur latið [...] sum standa mát. Umframt hetta verður eisini kappast um, hvør fær størsta tosk, reyðfisk ella lýsing. Ein serstøk skrubbukapping verður eisini, har fólk - kanska foreldur og børn - hava høvi at fiska størstu
í apríl at taka Fólkaflokkin úr samgonguni. Ein avgerð, sum eftir øllum at døma sendir Fólkaflokkin á eina oyðimarkarferð. Ein avgerð, sum førir við sær, at Fólkaflokkurin missir [...] tann, at allar hesar søgur um skilaloysi í Uttanríkisráðnum, sum eitt nú førdi við sær, at ein tilvildarligur deildarstjóri kundi fara út í býin og brenna eina heila millión av – bara fyri [...] leiðsluni í Uttanríkisráðnum, sum Jørgen Niclasen sjálvur hevði ábrygdina av. Hetta vísir ein leiðara, sum ikki er mentur at leiða. Veljarar hjá Fólkaflokkinum halda heldur ikki, at Jørgen