Arne Winthereig v. Ungmannafelagið Samband
--------------
Ungmannafelagið Samband tekur fult undir við at lata Rúsdrekkasølu Landsins halda opið leygardag. Vit meta, at slíkt er við til at vaksa um trivnaðin og tilvitanina hjá ungdómum til rúsdrekka. Ungmannafelagið Samband sær hesa kunngerð sum eina uppgerð við tað søguliga maktkumpassið, so at tað ikki longur eru minnilutabólkarnir, sum stýra meirilutanum í hesum samfelagnum.
Lættari atgongd elvir til meira tilvitan
Tað, at føroyingar nú ein leygardag kunnu avgera, um tað skal verða vín afturvið matinum, ella um ein ætlar sær í býin, er eftir okkara meting eitt stórt framstig fyri Føroya fólk og ikki minst føroyskan ungdóm.
Hetta vil gera fólk og ungdóm annars fríari at velja. Velja, hvussu tørvurin skal nøktast. Tað er sera týdningarmikið, at vit sum samfelag ikki seta forðingar, ið kunnu verða við til, at vit missa fólk av landinum. Her hugsa vit bæði um at fáa fólk heim og komandi ungdóm heimaftur.
Røddir hava verið frammi, at hetta vil hava við sær, at fleiri misnýtarar standast av hesum, men hesum er Ungmannafelagið Samband ikki samd í. Heldur vil hetta viðføra, at fólk og ungdómar fáa eina meira avslappaða tilgongd til rúsdrekka, og harvið fylgir eisini ein størri tilvitan um fylgjurnar av ovurnýtslu og viðgerðarmøguleikar.
Ungmannafelagið Samband heldur, at við at gera rúsdrekka minni tabu, so fáa vit eisini í størri mun varpað ljós á viðgerðir til tey, ið enda í trupulleikum.
Minnilutar stýra meirilutum, og tað hava teir altíð gjørt.
Harafturat sær Ungmannafelagið hesa broyting sum eina uppgerð við gamla siðvenju, sum hevur valdað í Føroyum. Vit hava í alt ov langa tíð funnið okkum í, at tað eru minnilutar, sum rópa harðast, sum sleppa í fjølmiðlarnar og harvið køva demokratiið.
Tað er okkara greiða fatan, at hetta er eitt ynski, sum ein stórur meiriluti av Føroya fólki kann taka undir við, og tí halda vit, at hetta er eitt gylt høvi at siga teimum minnilutum, sum ætla, at kunngerðin skal takast aftur, at nú vil meirilutin hava valdið í hesum landinum. Vit hava sæð tað í 266b og síggja tað aftur við hesari kunngerðini, at ávísir bólkar í samfelagnum átaka sær tað sum uppgávu at forða fyri fríari valmøguleikum hjá einum meiriluta. Nú skal meirilutin fáa minnilutan at tagna, og Føroya fólk skal, í so stóran mun sum gjørligt, sleppa at keypa rúsdrekka, tá tey vilja.










