Tað er ikki oftari enn so, at ein uttanlandsferð kann vinnast eina stuttliga og hugnaliga løtu á seiðabergi. Men hetta er møguligt í dag, leygardagin, nú borðtennisfelagið Nykur á Toftum skipar fyri Føroya stuttligastu fiskikapping, sum byrjar klokkan 13 og endar klokkan 20.
Tey, sum vilja sleppa í gongd so skjótt, sum kappingin byrjar, kunnu tekna seg í Café Hópinum millum klokkan 12.30 og 13.00. Annars kunnu fólk tekna seg allan dagin og byrja at fiska, men treytin er, at øll, sun luttaka, eru við bygningin hjá Snodd á Toftum fyri klokkan 20, tá upptalt og vigað verður.
Tað, sum er áhugavert við hesi fiskikapping, er, at hon er fyri øll, og eisini skipar borðtennisfelagið Nykur fyri eini serstakari fiskikapping fyri børn upp til 12 ára aldur. Børnini hava møguleika at ogna sær fimm vinningar, sum eitt nú eru fartelefon, sodavatnskassar og gávukort.
Í hinari kappingini, sun eisini øll kunnu verða við í, eru nógvir vinningar at vinna. Høvuðsvinningur er ein uttanlandsferð fyri tvey við bili, Tórshavn-Hirtshals-Hirtshals-Tórshavn, sum Smyril Line hevur latið.
Fiskikappingin er skipað í fleiri kappingar, soleiðis at møguleikar eru hjá nógvum av luttakarunum at ogna sær onkran - ella fleiri - vinningar. Nógvir góðir vinningar eru umframt høvuðsvinningurin og uttanlandsferðin, eitt nú fartelefonir, gávukort, lampur, el-ketil og mangt mangt annað
Kappast verður eitt nú um størstu vekt av fiski, undantikið skrubbur, og her er tað, at kappast verður um høvuðsvinningin. Kappast verður eisini um longsta fisk, tyngsta fisk, sjáldsamasta fisk - og flest ymisk sløg av fiski, sum standa mát. Umframt hetta verður eisini kappast um, hvør fær størsta tosk, reyðfisk ella lýsing.
Ein serstøk skrubbukapping verður eisini, har fólk - kanska foreldur og børn - hava høvi at fiska størstu nøgd av skrubbum.
Luttøkugjald er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn upp til 14 ár.
Tey, sum ætla sær at fiska við agni, kunnu keypa agn í Teymavirkinum í Runavík, sum plagar at selja bæði makrel, sauri og rækjur.
Meiri um Føroya stuttligastu fiskikapping kann lesast á facebook á hesi leinkju www.facebook.com/event.php
Myndirnar, sum eru viðheftar hesum tíðindastubba, eru tiknar í sambandi við aðrar fiskikappingar við tráðu, sum borðtennisfelagið Nykur áður hevur skipað fyri.
Eins og í undanfarnu kapping, verður loyvt at fiska við tráðu kring allan Skálafjørðin.