Elframleiðsla

Elframleiðslan í Føroyum er um 285 GWh um árið, um 41% er grøn orka – vatn og vindur, restin um 59% er framleidd úr olju. Vit mugu broyta hetta býtið, so nógv størri partur kemur úr grønari orku. Neyðugt er tí at gera stórar íløgur í grøna orku. Tað er týdningarmikið, at vit raðfesta íløgurnar rætt.

Skilabestu elorkuútbyggingarnar

Eftir mínum tykki eiga vit í fyrstu syftu at leggja dent á vindorku, vatnorku og sjóvarfalsorku.
Sambært SEV kunnu vindmyllur í Hoyvíkshaga framleiða 47 GWh, kostnaðurin er 192 mió. kr, byggitíðin er 1 ár. Hetta er avgjørt ein skilagóð íløga, byggitíðin er stutt, og kostnaðurin er ikki stórur í mun til elframleiðsluna.
Samstundis skulu vit royna at fáa so nógv av vindorku sum gjørligt inn á elkervið.
Á vatnorkuøkinum eru tvær ætlanir, sum verða nógv umrøddar. Onnur er vatnorkuverk við Víkarvatn, tað kann framleiða 37 GWh, kostnaðurin er sambært SEV 624 mió. kr, og byggitíðin er 8 ár. Hin er pumpuskipan í Heygadali og á Mýrunum í Vestmanna, hon kann sambært Røkt framleiða 33 GWh, kostnaðurin er 255 mió. kr, og byggitíðin 3 ár.
Eg haldi ikki, at farast skal undir vatnorkuverkið við Víkarvatn, bæði tí kostnaðurin er sera stórur og byggitíðin long. Eg haldi eisini, at tað er óneyðugt at gera fleiri inntriv í náttúruna; tað er nógv skilabetri at endurnýta verandi vatnorku. Tað kann gerast, um farið verður undir pumpuskipanina, har eru byrgingar og orkuverk longu bygd; lat okkum gangnýta hesi verk betur. Harumframt er byggitíðin styttri og kostnaðurin væl lægri í mun til framleiðsluna. Stórir útbyggingarmøguleikar eru eisini í Heygadali og á Mýrunum.
Sjóvarfalsorkan verður ikki nógv brúkt enn, men royndarvirksemi vísir, at talan er um máttmikla orku. Eitt sjóvarfalsorkuverk í Vestmannasundi kann framleiða um 30 GWh, kostnaðurin er um 250 mió. kr, byggitíðin er um 2 ár, men kanska kann ikki farast undir byggingina, fyrr enn um eini 2 – 5 ár. Sjóvarfalsorkuverk kunnu byggjast ymsastaðni í Føroyum. Vit eiga alt fyri eitt at fara undir at kanna, hvussu sjóvarfalsorkan best kann gagnnýtast.

Heimamarknaður ella útflutningsvinna

Áðrenn stórar íløgur verða gjørdar, mugu vit taka støðu til, um vit skulu framleiða el til heimamarknaðin – tá er eltørvurin avmarkaður – ella um vit skulu fara undir eina orkuvinnu, har grøn orka verður ein útflutningsvøra. Ongin ivi er um, at stórur eftirspurningur er á grønari orku á europeiska meginlandinum, tí kann ein orkuvinna bæði skapa inntøkur og arbeiðspláss. Fortreytin er tó, at kaðalsamband fæst til Hetlands, Skotlands ella Noregs. Eg vænti ikki, at nakar trupulleiki verður at fíggja henda kaðal, sum helst kostar um 2 mia. kr.

Veljið Karl A. Olsen og Sjálvstýrisflokkin, um tit vilja hava ein skilagóðan og framfýsnan orkupolitikk.

X við lista D