Dysturin liðugur, nú er kampurin byrjaður um at verða úttikin til næsta dyst

So er bríksla, dysturin er liðugur fyri hesaferð. Hvat var so úrslitið. 10-0 til okkum sigur onkur, ja vit vunnu 10-0 sigur ein annar.

Ein triði rópar eisini 10-0, ja allir 33 leikarar renna við armunum yvir høvd siga seg hava vunnið 10-0. Men trupulleikin at eingin hevur vita, hvør hevur verði í parti. Leikarar á øllum liðunum hava, tá tað hevur passa teimum, blakað floks-troyggjuni, og spælt solo.

Hetta hevur verið sum at sæð ein fótbóltsdyst í smápiltadeildini. Her hevur eingin taktikkur veri, eingin leikari hevur hildið seg á sínum plássi á vøllinum. Allir hava tuska eftir bóltinum, og tá teir er komnir til bóltin, so hava teir bara smekka til hann, ikki hugsa um at spælt bóltin víðari til ein viðleikara, sum kanska stendur púra fríður frammanfyri málinum. Tí hugsa tær um hann fekk mál so kann tað vera at viðkomandi ikki sleppi á liðið næstu ferð.

Í øðini fyri at sleppa at skjóta mál, so hava spælararnir skotið bóltin í málið hjá Føroyum, so tað syrgiliga úrslitið er ikki 10-0 men 0-10 til Føroyarland.

Men tað finnast tó eisini góðir liðleikarar á øllum liðum. Teir sum halda síni pláss, sum hugsa um liðið, hugsa um samanspælið, hugsa um og vilja skapa góð úrslit fyri Føroyar, men alt verður oyðilagt av solo leikarar sum ikki vilja av aftur við bóltin tá teir fáa hann. Ein leikari sum ikki heldur disiplinina er nokk til at oyðileggja eitt heilt lið.

Sum sagt, so er dysturin liðugur. Hetta var næst seinasti dysturin. Um 4 vikur byrjar tann seinast og avgerandi dysturin. Tað avgerandi dysturin um Føroyar koma víðari til næsta umfarið.

Úttøku royndin er byrja. Tað er tú veljarin sum skal seta liðið. Avgerð hvør sleppur at spæla tann avgerandi dystin fyri Føroyar. Eitt lið sum júst hevur tapt 0-10, har eigur tað ikki vera nógv leikarar, sum áttu at verði úttiknir til næsta dyst.

Til henda seinasta og avgerandi dystin hjá Føroyum, er tað eitt nýtt fótbóltslið sum bjóðar seg fram. Eitt fótbóltslið sum vil fremja samanspælið. Eitt fótbóltslið sum vil skapa úrslit. Vit vilja, skula og muga vinna henda avgerandi dystin, so at Føroyaland kann koma víðari, og ikki flyta eina deild niður har sum Grikkaland er í dag.

So góði veljari. Tað er tú sum er landsliðsvenjari. Tað er tú sum avgerð hvør skal spæla landsdystin fyri Føroyar.

Vit eru eitt nýtt fótbóltslið í appilsingulum troyggju, sum standa og tryppa á síðulinjuni, klár til at fara inn á vøllin. Gev okkum álitið. Vit skorað mál fyri Føroyar.