- Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna, sum SøluRásin hevur fingið øll hesi ár, og vit vænta nógv fólk í Ítróttarhøllina á Skála í morgin og sunnudagin, sigur Anfinn Gærdum, ein av fyrireikarunum av hesum afturvendandi tiltaki.
Tað byrjaði í 1998, og nú vit skriva 2011, er eingin slingur í valsinum. Høllin á Skála er enn einaferð fullteknað við umleið 30 ymiskum framsýnarum. Ein forvitnislig skrá er løgd og tey, sum koma inn á gólvið, sleppa ikki bara at síggja, hvat ymisku framsýnararnir hava í sínum vøruútboði. Tey sleppa eisini at hoyra og síggja undirhald fyri hundrað krónuseðilin, sum tað kostar at sleppa inn. Børn gjalda 20 krónur, og børn undir skúlaaldur sleppa inn ókeypis.
Anfinn Gærdum sigur, at umframt tey fýra feløgini, sum standa aftanfyri SøluRásina, Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Stráluna, eru eisini onnur, sum hjálpa til, og eitt nú eru tað fólk, sum gera matin, ið framsýnararnir fáa ókeypis, meðan sølustevnan er.
- Vit hava altíð havt nógv fólk, sum hava tikið eina hond í við framsýnarunum, tá stevnan er av, og vørurnar skulu berast útaftur í bilarnar. Hetta hevur lætt nógv um hjá teimum, sum hava nógv at flyta, og fólk seta stóran prís upp á hetta.
Formaðurin í Stráluni ásannar, at tað er eitt knoss at skipa fyri eini slíkari sølustevnu, og nógv tøk skulu takast, áðrenn høllin er fullteknað, øll tiltøk eru komin upp á pláss, og klárt er at bjóða vitjandi nær og fjar - inn á gólvið.
- Men tá tiltakið er liðugt, alt hevur eydnast væl, og ein tíð er liðin, birtist hugurin aftur at taka eitt tak aftrat. Soleiðis hevur tað verið hvørt ár, og tí hevur SøluRásin longu fleiri ár á baki.
Anfinn Gærdum dylur ikki fyri, at framsýningin í Ítróttarhøllini á Skála hevur verið sera væl vitjað.
- Vit plaga at hava einar 2000-3000 vitjandi gestir báðar dagarnar, og tað eru vit sera væl nøgd við. Feløgini, sum standa aftanfyri SøluRásina vóna, at undirtøkan í ár verður eins góð og undanfarin ár, sigur hann.
SøluRásin letur upp leygardagin 5. november klokkan 15.30 og sunnudagin 6. november klokkan 15. Opið verður bæði kvøldini til klokkan 22. Beint fyri afturlating verður drigið um vinningar, har høvuðsvinningarnir fyri seld atfongumerki báðar dagarnar eru tveir kekkar á 4.000 krónur hvør.









