Næmingar skulu ikki rinda prísin

Tað tyktist vera ein skilagóð ætlan, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, borðreiddi við í Sosialinum í februar í fjør, tá hon mælti til at skipa føroyska fólkaskúlan í sjey skúladømi.

Tað hevur so ofta verið frammi, hvørt tað er rætt at varðveita allar teir smáu skúlarnar kring landið - og um vit skulu halda fast við gomlu skipanina við skúla í hvørjari bygd. Samferðslukervið er so nógv bøtt síðstu árini, at tú lættliga og trygt kanst flyta børn og ungdóm til skúla í aðrari bygd.

Landsstýriskvinnan segði, at tað sum vit vinna við at skipa Føroyar í skúlaøki, skal brúkast sum íløga í dygd og nútímansgerð av skúlanum. Hon vísti á, at stórur tørvur er á útbúnum lærarum, at tørvur er á fjlølbroyttum eftirútbúgvingartilboðum, stórur tørvur er á dagførdum undirvísingarmiðlum, bæði vanligum undirvísingarmiðlum og teldutøkum, eins og undirvísingaramboðum yvirhøvur. Hon segði eisini, at nógvir skúlar lúka ikki krøv til nútímans frálæruhættir, og skúlabókasøvnini og námsligu verkstaðirnir eru ikki nóg góðir.

Hetta ljóðar sera skilagott, at vit spara í skúlaverkinum - og nýta peningin til at førleikamenna og dagføra sama skúlaverk. Her fáast fleiri flugur við ein smekk.

Men nú tykist kortini verða vent í holuni, tí nú ber ætlanin við at skipa landið í sjey skúlaøki brá av eini vanligari politikaraspariætlan - har tann góði gamli plenuklipparin verður nýttur við eittans endamáli.

Formaðurin í lærarafelagnum vísti í sama viðfangi í Sosialinum á, at um spardi peningurin við at leggja niður smáu skúlarnar kemur skúlaverkinum til góðar við at økja um dygdina, so er nógv vunnið. Men um endamálið bara eru sparingar, so er einki vunnið.

Í blaðnum fríggjadagin vísir Helena Dam á Neystabø á, at um fólkaskúlin skal hava sama tilboð í ár sum í fjør, so skulu sparast níggju milliónir krónur - og tí sigur hon, at bygnaðarbroytingarnar hava skund. Hon sigur eisini, at fólkaskúlin skal spara sjey milliónir krónur í læraralønum seinna hálvár í ár - og at verða bygnaðarbroytingarnar ikki framdar nú, so verða tað næmingarnir, sum fara at rinda prísin.

Sjálvsagt eiga vit at gera allar neyðugar bygnaðarbroytingar - á øllum økjum. Og ongantíð betur, um spardi peningurin kann koma økinum sjálvum tilgóðar, eins og ætlað var á skúlaøkinum. Men tað er ikki rætt, at næmingarnir skulu rinda prísin við einum skúla í afturgongd.

--------
Sosialurin