Pinocchio í Sjónleikarhúsinum í Havn

Í morgin byrjar forsølan av atgongumerkjum til barnaleikin Pinocchio í Kunningarstovuni í Havn.

 

Leikurin tekur støðið í upprunasøguni um Pinocchio hjá Carlo Collodi, men leikurin er lagaður til nútíðarbørn.

 

Carlo Collodi, sum fann upp á at skriva um hesa eitt sindur kúllaligu trædukkuna ella marionettdukkuna, var italiumaður. Hann hevði stóran áhuga í samfelagnum, sum hann var partur av, og byrjaði avísina Il Lampione sum speiskliga viðgjørdi hendingar í hansar nútíð.

 

Í 1875 fór hann at skriva fyri børnum. Hanns skrivaði ævintýr og eina røð av skaldsøgum, og í 1880 fekk hann tað hugskot at brúka ein fittan, kúllaligan og eygagóðan figur, sum gjøgnum smáar myndasøgur, einar 3 til 5 myndir, frambar eitthvørt sjónarmið hjá Carlo Collodi. Hann nevndi hesa søgurøð Søgan um eina marionettdukku ella søgan um Pinocchio. Hesar søgur vóru prentaðar í eini italskari avís fyri børn, tann fyrsta av sínum slagi í Italiu. Carlo Collodi andaðist í 1890 uttan at vera greiður yvir, hvussu kend og vælumtókt hansara hugskot gjørdist.

 

Ævintýrið um Pinocchio kom seinast út á føroyskum í 2005 í glæsiligari útgávuni frá Bókadeild Føroya Lærarafelags.

 

Nógv hava nýtt søgurnar um Pinocchio sum grundarlag, og ein hin kendasta er søgan hjá Walt Disney. Walt Disney fyritøkan ger ofta syrgiligar søgur barnavinarligar og stuttligar, eitt nú søguna um Pinocchio og um Ta lítlu havfrúnna.

 

Havnar Sjónleikarfelag hevur sett Pinocchio upp tvær ferðir áður, í 1986 og í 1996. Í fyrra førinum var tað ein sangleikur evnaður til av sviunum Staffan Gøtestam og Peter Flack, sjónleikarar og tónleikarar. Oskar Hermansen týddi til føroyskt.

 

Í seinna førinum var tað søguútgávan hjá Walt Disney, sum varð nýtt.

 

Í uppsetingini í 2011 verður talan um eina samanrenning av upprunasøguni hjá Carlo Collodi og einari nýtulking av søguni.

 

Pinocchio letur seg lokka, og hann vil heldur gera tað, sum er stuttligt, enn tað, sum hann er biðin um at gera. Og tá man ger tað, so hendir ofta, at tað gongur galið. Men tá ið alt gongur galið, so fær man at vita, hvøjir rættu vinirnir eru, og Pinocchio broytist frá at vera ein sjálvsøkin trædukka til at gerast eitt veruligt barn, sum skilir onnur menniskju og fær kenslur fyri øðrum menniskjum.

 

Søgur um Pinocchio eru spennandi, stuttligar og tað er heilt vist, at onkur ansar eftir og er góður við Pinochio, og tað er gott, tí tað hevur týdning fyri okkum øll, at onkur ansar eftir okkum og er góður við okkum.

 

Atgongumerkini kosta 130 krónur.