triðja heiminum. Talan er um at kalla øll vápnasløg so sum stríðsvognar, flogfør, rakettir og kavbátar. Búskaparligir trupulleikar ymsastaðni hava gjørt, at amerikanska vápnasølan er minkað tey seinastu árini [...] úr USA, og hesin handilin er vaksin serliga nógv síðani Flógvakríggið í 1991, sigur kongressin. Ken skal svara Tann umstríddi borgarstjórin í London, Ken Livingstone, er enn eina ferð vorðin umrøðuevni [...] Hon er tann einasta kvinnan í Georgia, sum er avrættað í elektriska stólinum. Stór flóðalda tók teir Indisku systkinabørnini Altaf Patet og Sahaj Yusuf fingu ein rættiligan hvøkk, tá teir nú um dagarnar
Thomsen og Magnus Olsen. Ikki er nógv at siga um dystargongdina, tí úrslitið talar fyri seg. Bergleif aftur til B71 Eftir summarsteðgin fær B71 styrk í verjuni, og tað er Bergleif Sólsker, sum vendir aftur [...] hevur hann gjørt av at fara aftur til barndómsfelagið. Nú tá Hans á Lag kom aftur til HB, er Bergleif farin enn longur aftur í røðina av verjuleikarum, sum bíða eftir sleppa á vøllin. Bergleif verður óivað [...] ein kærkomin styrkur at fáa til seinnu hálvu, tá B71 skal royna at toga seg uppeftir stigatalvuni. Enn er ikki komið uppá pláss, hvør skal vera venjari hjá B71 eftir summarsteðgin, men fyribils eru tað Valdemar
Rókur Holm Joensen í neistamálinum forðaði fyri, at munurin øktist upp í meira enn trý mál og Dánjal Ragnarsson fekk minkað um munin til 18-16 eftir trimum minuttum av seinna hálvleiki. Munurin helt sær til [...] aftur 33-32. Góður minuttur eftir. Í hinum endanum brast Elias enn eitt skot á tvørtræið, og so kundi Neistin spæla tíðina út, og stórfegnast um steypagullið hjá dreingjum 18. Dánjal Ragnarsson endaði dystin [...] var kosin dagsins leikari í mansfinaluni, skudli Elias Ellefsen á Skipagøtu gera seg til reiðar til enn eina steypafinalu. Hesaferð við dreingjum 18. Mótstøðuliðið var Neistin, sum millum annað kundi bjóða
hjá Hvessingi, at toga seg fram um aftur Jarnbard enn einaferð. Tað eydnaðist á Norðoyastevnu, men miseydnaðist á Skálafjarðarstevnu. Hvalvíkskvinnur hava, sum rímiligt er, vant dúgliga fram ímóti teirra [...] broytti einki um kappingina í oddinum. Í fremra endanum hava Hvessingur og Jarnbardur kappast um at vera fremstir, og higartil hava teir vunnið hvør sín róður. Tí var tað sera spennandi at síggja um tað fór [...] FM-kappingini er spenningur. Hvessingur hevur nú 19 stig, meðan Jarnbardur hevur 17 stig. Gongurólvur kemur á triðja plássi við 11 stigum og Lómur hevur 9 stig. Her er sostatt alt opið enn. Í løtuni sær
Var nakar, sum væntaði, at Fleyr fór at vinna hetta lættliga, so fóru tey skeiv. Nú legði Mjølnir bragdliga fyri, og sum settið leið, gjørdist greitt, at hetta fór Mjølnir at vinna lættliga. Tær vunnu sær [...] Týskvøldið eydnaðist Mjølni at vinna 3-0 ímóti Fleyr í Gundadalshøllini í fyrsta upp- og niðurflytingardystinum í flogbólti hjá kvinnunum, og tí var alt, sum bendi á, at Mjølnir fór at varðveita sessin [...] i. Hjá Fleyr var setningurin hinvegin púra greiður undan seinna dystinum í Klaksvík í gjárkvøldið. Um tær ætlaðu sær upp í meistaradeildina, so skuldi hesin dysturin vinnast. Fleyr fekk flúgvandi byrjan
Omanfyristandi lýsing er sjálvsagt tikin úr hugaheiminum hjá blaðmanninum, men hon kundi eins væl verið tikin úr lýsingartorginum, sum er partur av umslagnum kring Ítróttarsosialin. Tí tað er ein sannroynd, at [...] frá, at hann kortini ikki stillaði upp. Einki varð sagt um orsøkina, men gitingar hava verið frammi um, at í Mentamálaráðnum vóru tey ikki fegin um, at hann ætlaði sær at røkja bæði formanssessin í FSF og [...] vera, har tveir kandidatar skuldu dystast um, hvør teirra skuldi gerast formaður. Hetta var tó bert støðan fram til týsdagin. Tá hevði Frithleif Olsen tikið avgerð um, at hann heldur tók sessin sum nevndarformaður
so sæst hetta ikki á stigatalvuni. Har geva sigranir tvey stig og ósigrarnir einki, og tí er Stjørnan nú fremst í deildini. Favorittar Um tær so kunnu halda hesi støðuni alt endaspælið á tamb, er ein onnur [...] varð avgerð tikin um, at leikandi venjarin skuldi sendast av aftur landinum. Sagt varð tá, at tað kanska var óvanligt at gera hetta somikið tíðliga á árinum, men at talan mest var um at bjarga tí, sum [...] kunnu tær á ongan hátt avskrivast enn. Tá farið verður undir endaspælið, verða eftir øllum at døma tvey stig upp til Stjørnuna, men tað er sum kunnugt ikki meira enn tað, sum kann vinnast við einum einstøkum
fundamenti, sum er bæði sterkt og gott. Hatespeech er ein lutvíst gamal bólkur, sum hevur verið við í tveimum Prix-kappingum áður. Men teir eru broyttir. Og tað er til tað betra. Nú er tónleikur ikki longur [...] tað sannførandi. Tað er pondus og kraft í, tað svingar betur enn eitt vælsmurt bornholmaraur, og tað rakar sum ein tungvektsnevi í búkin. Broyttur bólkur Jákup Pauli Gaard Olsen er tann orkufulli frontmaðurin [...] finaluna, eydnaðist tað ikki hesaferð. Tað var einki óvænta við framførsluni hjá Týr, og tað er kanska ein trupulleiki hjá Týr í eini slíkari kapping. Yvirraskilsismomentið við kvæðarockinum er burtur, tí
pakkanum, men onkur tips fingu tey tó og nú er gátan um loyndarfulla guitaran loyst. Guitarin lá millum nógvar aðrar pakkar frá vøruhúsinum Thomann, og at enda eydnaðist tað Posta at sporað seriunummarið á guitaranum [...] Ibanez-guitaran. Meðan guitarin er í postinum, gerast tey varug við sítt mistak og boða føroyinginum frá. Samstundis royna tey at steðga pakkanum, sum er á veg til Føroya, men hetta eydnast ikki. Tað var kanska [...] Nógv trýst er á postsambandinum undan jólum og tað er ikki at taka ov rívan til at siga, at ein ørgrynna av pakkum verða sendir til og úr Føroyum í desembur mánað. Onkuntíð hendir tó okkurt, sum ikki má
kappingini, sum í hesi vikuni er í Jyllandi. Í gjárkvøldið spældu Føroyar ímóti Danmark, og hóast talan aftur hesa ferð varð um tap, so vóru avrikið og úrslitið betri, enn tey vóru mándagin. Í Ikast vann [...] skjótir, og teir høvdu góðan førleika við bóltinum. Hesa ferð eydnaðist betri enn mánadagin at tetta fyri uppspælinum úti í síðunum. Í dag er frídagur. Seinasta umfarið í bólkaspælinum verður hósdagin. Tá [...] Finland 1 stig og Ísland 0 stig. Hósdagin er skráin í bólki B: England-Svøríki og Finland-Ísland. Leygardagin verður spælt um plaseringarnar. Føroyar skulu spæla um 7. plássið. Tann dysturin verður á Hedensted